Rættarmál broyta gerandisdagin

apríl 21, 2023

Íslendska meginfelagið fyri tey, ið bera brek, brúkar løgfrøði og rættarmál til at broyta umstøður á brekøkinum

Orð: Eyðun Klakstein. Greinin stendur eisini at lesa í nýggjasta MEGD-blaðnum. 

ÖBÍ er íslendska meginfelagið fyri tey, ið bera brek. 41 landsfevnandi felagsskapir við til samans 47.000 limum eru partur av ÖBÍ. Hetta meginfelagið arbeiðir fyri at styrkja rættindini hjá teimum, ið bera brek, og at betra um teirra møguleikar at virka á jøvnum føti við onnur í samfelagnum.

Alma Ýr Ingólfsdóttir er ein av fýra løgfrøðingum, sum arbeiðir hjá ÖBÍ, og løgfrøðin er týðandi partur av teirra arbeiði at betra um korini á brekøkinum.

Alma Ýr Ingólfsdóttir er ættað úr Ólafsvík á Snæfellsnesi har vesturi í Íslandi, men hon hevur búð stóran part av vaksna lívinum í Reykjavík. Hon var 30 ár, tá ið hon avgjørdi at útbúgva seg innan løgfrøði. Hon hevði annars lisið franskt og stjórnmálafrøði.

- Eg fann meg ikki rættiliga til rættis við hesum útbúgvingum. Eg arbeiddi hjá tryggingarfelag, tá ið eg søkti inn á universitetið í Bifröst, har eg kundi taka útbúgving í løgfrøði skjótari enn aðrastaðni, tí har hildu tey ikki feriur sum onnur universitet, sigur Alma Ýr.

- Eg hugsaði at lesa løgfrøði við tilknýti til tryggingarvinnuna, men eg hevði eisini áhuga fyri mannarættindum, og ein lektari á universitetinum talaði fyri, at eg skuldi útbúgva meg innan mannarættindini, og tað endaði við tí, sigur hon.

Bacheloruppgávan hjá Almu Ýr snúði seg um rættin hjá teimum, ið bera brek, at taka útbúgvingar, og masteruppgávan var um rættindi teirra á arbeiðsmarknaðinum. Ísland hevði um tað mundið undirskrivað breksáttmálan hjá ST, men hann var ikki staðfestur í íslendskari lóggávu, og Alma Ýr hevði stóran áhuga fyri hesum viðurskiftum. Hon gjørdi onkur kanningararbeiði um evnið á Háskóla Íslands, og hon fekk áhuga at víðariútbúgva seg á brekøkinum, tá ið fór hon til Galway í Írlandi at taka eina masterútbúgving aftrat. Henda masterútbúgving snúði seg um altjóða mannarættindi við serligum atliti at brekøkinum.

Tá ið hon kom heimaftur til Íslands, arbeiddi Alma Ýr eitt skifti á universitetinum, Háskóli Íslands, har hon granskaði í evnum, ið høvdu við brekøkið at gera. Í 2016 fór hon í starv hjá ÖBÍ og hevur starvast har síðani.

- Hóast eg ikki ætlaði at útbúgva meg innan løgfrøði á brekøkinum í fyrstani, eri eg sera fegin um, at tað bleiv til tað, og hesa tíðina, eg havi arbeitt fyri ÖBÍ, er nógv broytt til tað betra á brekøkinum í Íslandi. Tá ið eg nú tók hesa útbúgving, var eg sannførd um, at eg skuldi arbeiða hesumegin borðið fyri ein felagsskap sum ÖBÍ og ikki í almennu umsitingini. Eg vil fegin vera eitt sindur av einum aktivisti og stríðast fyri rættindunum hjá teimum, ið bera brek, sigur Alma Ýr Ingólfsdóttir.

 

Ráðgeving og rættarmál

Løgfrøðingarnar hjá ÖBÍ arbeiða við ymiskum viðurskiftum. Tey ráðgeva fólki, ið halda seg hava verið fyri mismuni og vilja kæra avgerðir hjá almennu myndugleikunum til kærumyndugleikarnar. Tey gera hoyringarsvar í sambandi við lóggávuarbeiði í Altinginum, og tey eru partur av nógvum nevndum, arbeiðsbólkum og ráðum, ið hava við brekøkið at gera. Løgfrøðingarnir stuðla eisini upp undir arbeiðið hjá forkvinnuni í ÖBÍ.

Í summum førum fer ÖBÍ í rættin við prinsipiellum málum, sum tey halda eru avgerandi fyri viðurskiftini á brekøkinum. Hesi mál eru ofta liðugt viðgjørd í almennari umsiting, men ÖBI heldur, at tey skulu roynast í rættarskipanini. ÖBÍ samstarvar við advokatvirki, ið førir rættarmálini fyri tey og borgaran.

- Vit fara bara í rættin við málum, sum eru av prinsipiellum slag og kunnu gagna øllum brekøkinum og ikki bara einum einstøkum fólki. Vit hava verið við at vinna tvey slík rættarmál í summar, og tá ið fólk við hjálp frá ÖBÍ vinna slík rættarmál, staðfesta dómsúrskurðarnir, hvussu viðurskiftini eiga at vera, og hetta skapar varandi broytingar á brekøkinum, sigur Alma Ýr Ingólfsdóttir.

Í løtuni hevur ÖBI tvey mál í Europeiska Mannarættindadómstólinum í Strassburg, og tað eru mál, ið hava verið ígjøgnum alla ta almennu kæruskipanina og alla rættarskipanina í Íslandi, og sum ÖBÍ er farið víðari við til mannarættindadómstólin. Annað av hesum málum snýr seg um atkomu hjá fólki, ið bera brek, til almennar bygningar.

Ein maður úr Keflavík, sum situr í koyristóli, slapp ikki inn í ein kommunalan bygning. Málið var ført í rættinum, sum vigaði rættin hjá kommununi at skipa síni viðurskifti hægri enn rættin hjá manninum í koyristóli at fáa atkomu til kommunalan bygning. Hetta mál hevur ÖBI lagt fyri mannarættindadómstólin í Strassburg. Vinnur ÖBÍ rættarmálið, kann tað fáa stóran týdning fyri mannarættindi og lógarsmíð á brekøkinum í Íslandi.

 

Broyta og betra

ÖBÍ arbeiðir á fleiri mótum. Tey ráðgeva, upplýsa, undirvísa, gera kampanjur um ymisk evni, skrivar hoyringarsvar til lóggávuarbeiði og hava fundir og ráðstevnur. Men í summum førum avráða tey at brúka løgfrøðiligt arbeiði – viðhvørt rættarmál ­– fyri at broyta, staðfesta ella betra um ávís viðurskifti.

- ÖBÍ mennist alsamt sum meginfelag. Virksemið er vaksandi, vit hava fingið fleiri fólk í starv, og vit vilja støðugt verða dugnaligari og sterkari. Vit eru opin og konstruktiv, og vit eru sinnað at samstarva við øll, ið hava áhuga fyri okkara øki. Vit eru við í almennum kjaki, vit svara spurningum frá miðlum, og vit hava tætt samstarv við almennar myndugleikar, sigur Alma Ýr Ingólfsdóttir.

- Vit halda, at viðurskiftini á brekøkinum eru nógv batnað seinnu árini, og tey verða støðugt betrað. Vit merkja eisini, at tey, ið fáast við lóggávu og umsiting, vilja hava okkum sum viðspælarar heldur enn mótstandarar. Tað eru vit fegin um.

- Tað er eingin ivi um, at rættarmálini, sum vit hava verið við til at føra og vinna, hava styrkt okkum sum felagsskap og hava gjørt summi viðurskifti lættari hjá okkum at fáast við, sigur hon.

Alma Ýr Ingólfsdóttir sær góða meining í arbeiðinum, sum tey í meginfelagnum gera.

- Mær dámar sera væl arbeiðið í ÖBÍ. Hetta hevur ikki altíð verið eitt lætt øki at arbeiða á, men vit hava broytt nógv, og nú vita fólk, at tey kunnu stríðast fyri sínum rættindum, og vit eru til reiðar at hjálpa teimum, sigur hon.

- Eg haldi, at eg eri við til at bøta um umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek, og tað gevur mínum arbeiði meining. Vit hava ein stóran og fjølbroyttan bólk av fólki, sum í ov langa tíð hava merkt líkasælu um sína støðu, men sum fáa alsamt betri rættindi og umstøður í íslendska samfelagnum, og arbeiðið heldur fram, sigur Alma Ýr Ingólfsdóttir.

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024