Norðurlendskur fundur um íverksetan av brekrættindasáttmálanum

oktober 22, 2023

Hvørt ár møtast norðurlendsku meginfeløgini í norðurlendska ráðnum, Handicaporganisationernes Nordiske Råd. Hvørja ferð er áhugavert at tosa saman um støðuna á brekøkinum. Londini eru ymisk, og tó eru fleiri viðurskifti, sum vit kenna aftur hvør hjá øðrum. Hesaferð var Grønland tíverri ikki umboðað.

Høvuðsmálið hesaferð var íverksetan av brekrættindasáttmálanum og harvið, hvussu londini hvør í sínum lagi arbeiða við at hava eftirlit við íverksetanini av sáttmálanum, og hvussu hann verður settur inn í galdandi lóggávu. Tað vil siga, hvussu londini implementera og inkorporera sáttmálan.

Um vit leita eftir ráðum frá Institut for Menneskerettigheder, sum er danska eftirlitið við altjóða sáttmálum, so veður mælt til, at brekrættindasáttmálin verður settur inn í verandi lóggávu. Tað vildi havt við sær, verður sagt, at myndugleikarnir høvdu skyldu til at brúka sáttmálan týðiligari og hevði eisini styrkt grundleggjandi rættindi. Eisini hevði hetta havt ávirkan á, hvussu kommunurnar arbeiða. Tí gevur tað meining fyri allar partar at seta sáttmálan inn við at styrkt og víðka um verandi lóg.

Eftir áhugavert prát og kjak, var semja í norðurlendska ráðnum um, at ráðið saman ger eitt upprit um, hvussu fram eigur at farast, og harumframt verður skipað fyri netsetri, einum webinari, har grundleggjandi mannarættindi er evni.

Stutt kann sigast, at MEGD í 2014 í skuggafrágreiðing til ST-nevndina vísti á tørvin á einum óheftu eftirliti við íverksetan av sáttmálanum, og sum kann ráðgeva Føroya landssýri, hvussu best hevði verið at sett brekrættindasáttmálan inn í føroyska lóggávu. 

Spennandi verður her í Føroyum at fylgja við, nú uppskot til løgtingslóg um brekumboð er sent til hoyringar. Fígging er enn ikki sett av til brekumboðið fyri 2024, men arbeitt verður víðari við lógaruppskotinum, sum skilst.

Alt í alt aftur ein gevandi fundur saman við vinum okkara í Norðurlondum.

*** 

Stutt um gongdina í samband við íverksetan og eftirlitið við brekrættindasáttmálanum í Føroyum, og frágreiðingarnar finnur tú her.   

Við støði í skuggafrágreiðingini skrivaði ST-nevndin til Føroya landsstýri í 2014

Nevndin mælir til, at sáttmálapartur ríkisins fær í lag borgarafelag, serliga umboðandi felagsskapir fyri fólk, ið bera brek, á fullgóðan hátt og regluliga at hava eftirlit við, at sáttmálin verður hildin. Sáttmálapartur ríkisins eigur eisini at taka neyðug stig til at stovna og skipa eina samskipanareind og sjálvstøðuga eftirlitsskipan í Føroyum. Nevndin mælir eisini til, at føroyska landsstýrið stovnar ein mannarættindastovn at fremja og verja mannarættindi í samsvari við París aðalreglurnar

***

Viðmerkingar frá ST-nevnd teirra, ið bera brek í 2019 við støði í lista av málum, áðrenn onnur og triðja regluliga frágreiðingin frá Danmark verður latin inn

Landsumfevnandi fremjan og eftirlit (grein 33)

32. Vinaliga útvega upplýsingar um:

a) Hvar brennidepilin ella brennideplarnir liggja ísv. at fremja sáttmálan, heimildina og almennu frágreiðingar um landsins millumstjórnanevnd og um formligu samskipanina at fremja sáttmálan í verki á landsumfatandi og staðbundnum stigi;

b) Stig tikin til at staðfesta ein brennidepil og samskipa fremjanina av sáttmálanum, og um tiltøk fyri at áseta karmar fyri einum óheftum eftirliti av sáttmálanum í Føroyum;

c) Løgfrøðiliga bindandi karmar og formligar skipanir fyri at tryggja luttøku frá teimum, ið bera brek, og feløgum teirra í óhefta eftirlitinum við sáttmálanum, og um tøkan stuðul til feløg teirra, ið bera brek, til at fremja munagóðar broytingar viðvíkjandi eftirlitinum við sáttmálanum;

d) Eitthvørt stig, ið landið hevur tikið til at samtykkja og/ella broyta lóggávu, politikk og mannagongdir viðvíkjandi rættindum teirra, ið bera brek, sambært tilmæli og/ella niðurstøðum frá óhefta eftirlitinum;

e) Stig tikin til at styrkja danska mannarættindastovnin (Institut for Menneskerettigheder) so hann fær útint heimild sína á munagóðan og óheftan hátt sambært París-reglunum.

***

Svar frá Føroya landsstýri til ST-nevndina í 2020

Samsvarandi art. 33, nr. 1 í Sáttmálanum varð ein samskipandi eind innan miðfyrisitingina sett á stovn á vári 2019. Í eindini sita umboð úr øllum stjórnarráðunum, umframt umboð úr Kommunufelagnum. Uppgávan hjá eindini er at tryggja eina miðvísa og samskipaða verksetan av Sáttmálanum í føroyska samfelagið. Ítøkiliga skal eindin evna til eina brekpolitiska virkisætlan (action plan) fyri Føroyar. Henda virkisætlan verður væntandi liðug innan 2021.
(Niðurstøða frá MEGD í 2023: samskipandi eindin er óvirkin og málið um virkisætlan er ikki byrjað).

Nevndin hevur áður mælt Føroya Landsstýri til at seta á stovn eina mannarættindaeind at fremja og verja mannarættindini samsvarandi París-meginreglunum. Undanfarna landsstýri setti í 2016 ein arbeiðsbólk at koma við tilmæli um, hvussu ein mannarættindaeind kann verða skipað í Føroyum. Arbeiðsbólkurin handaði fyrrverandi landsstýrismanninum eina frágreiðing í mai 2017. Sambært frágreiðingini skal ein møgulig mannarættindaeind fylgja við og gera lýsingar av mannarættindastøðuni í landinum, ráðgeva myndugleikum og samstarva við stovnar, felagsskapir, skúlar, fróðskaparsetur o.o.

Arbeiðsbólkurin vísir í frágreiðingini á fýra verandi stovnar, ið kunnu røkja uppgávuna at hava eftirlit við mannarættindum í Føroyum: Løgtingsins Umboðsmaður, Føroya Kærustovnur, Fróðskaparsetur, Føroya og Javnstøðunevndin. Fyrimunir og vansar eru við at leggja økið til hesar fýra stovnarnar, men arbeiðsbólkurin metir allar verða egnaðar, um nøktandi fíggjarlig orka fylgir við, og lógargrundarlag er til staðar.

Í sambandi við, at ein arbeiðsbólkur er settur at eftirmeta Føroya Kærustovn, hevur bólkurin eisini fingið til uppgávu at koma við uppskoti um, hvussu ein mannarættindaeind, ið skal geva brekøkinum serligan ans, kann skipast innan karmarnar av Føroya Kærustovni. Arbeiðsbólkurin handar eftir ætlan sítt tilmæli til politisku skipanina á várið 2020. Eftir tað hevur Føroya Landsstýri væntandi eitt ítøkiligt uppskot til, hvussu ein mannarættindaeind kann skipast undir kørmunum av Kærustovninum.
(Niðurstøða frá MEGD í 2023: málið varð slept, tí mannarættindaeind kann ikki virka innan karmarnar hjá Føroya kærustovni)

MEGD hevur víst á, at tørvur er á einum talsfólki, ið kann hava óheft eftirlit við, at Sáttmálin verður hildin, og sambært samgonguskjalinum skal eitt slíkt talsfólk setast í starv. Enn er ikki avgjørt, hvussu farið verður fram víðari, men tað er ósannlíkt, at talan verður um tveir eftirlitsstovnar, og tískil verður helst bara farið víðari við øðrum av leistunum.(Niðurstøða frá MEGD í 2023: Í 2023 er uppskot til løgtingslóg um brekumboð sent til hoyringar. Fígging er ikki sett av til brekumboðið fyri 2024, men arbeitt verður víðari við lógaruppskotinum)

***

Í hoyringarskrivi viðvíkjandi mannarættindastøðuni í Føroyum skrivaði MEGD í 2020 til landsstýrið

MEGD mælir til, at almenna samfelagið í samráð við feløgini, ið umboða persónar, ið bera brek, støðugt hava eftirlit við, at sáttmálin verður settur í verk. Føroya Landsstýri eigur eisini at seta neyðug tiltøk í verk til tess at stovna ella tilnevna eina uttanveltaða eftirlitsskipan í Føroyum.

MEGD mælir Føroya Landsstýri til at fremja og verja menniskjarættindini sambært París-aðalreglunum, og mælir til at seta eitt óheft eftirlit á stovn, og seta eitt talsfólk á brekøkinum, sum MEGD hevur víst á.

*** 

Á myndini eru limirnir í HNR:

Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivar í MEGD
Sif Holst, næstforkvinna í DH, De danske Handikaporganisationer
Pirko Mahlamaki, forkvinna í finska Disability Forum
Eva Þengilsdóttir, aðalskrivari í Öryrkjabandalags Íslands, ÖBÍ
Karl Wahlman, Funktionsrätt Åland
Maria Sten, Funktionsrätt Sverige
Eva Buschmann, forkvinna í FFO, Funktionshemmedes Fellesorganisasjon
Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD
Mia Ahlgren, Funktionsrätt Sverige
Alma Ýr Ingólfsdóttir, forkvinna í Öryrkjabandalags Íslands, ÖBÍ
Lilly Ann Elvestad, FFO, Funktionshemmedes Fellesorganisasjon

 

Seinastu tíðindi

Betri at vera fyrivarin enn eftirsnarin

juni 8, 2024

Kunning um undantøk til áfylling av brennievni til bilar hjá fólki, ið bera brek

mai 30, 2024

Norðurlond flaggskip í talgildari inklusjón

mai 29, 2024

Nei, øll hava ikki ráð til bil

mai 24, 2024