Nýggjasta
Fosturtøka vegna brek er mismunur
Sum meginfelag hjá fólki, ið bera brek, mælir MEGD frá, at brek verður nýtt sum grundarlag fyri at loyva fosturtøku. Málið hjá einum landi má ongantíð vera at skapa eitt samfelag uttan fólk, ið bera brek. Fosturtøkur vegna brek eiga tí sum høvuðsregla ikki at vera millum loyvdu orsøkirnar fyri at fáa fosturtøku eftir undantaksreglunum í lógini. Hvørki tá ið umræður fostur, ið bera brek, ella brek hjá kvinnuni, sum er við barn.
Søgan lærir okkum
Søgan hevur lært okkum, at rættindi hjá ávísum samfelagsbólkum og minnilutum hava frá tíð til aðra verið skerd, eitt nú tí at rættindi teirra ikki hava verið staðfest við lóg og útint í verki. Kjarnin í mannarættindum er tí, at øll hava virðing og ómissandi tign íborna, og júst tí vóru rættindi til lív tikin við í altjóða brekrættindasáttmálan. Fólk við breki eiga av hesi orsøk at fáa rættindi síni fest í lóg og soleiðis at verða javnstillað við onnur. Harvið kann forðast fyri fordómum, hugburði og fatanum um, at lívið hjá fólki, ið bera brek, ikki er virðiligt ella ikki vert at liva.
Nú uppskot til løgtingslóg um fosturtøku hevur verið til hoyringar, hevur MEGD sent inn hoyringarskriv, har viðmerkt er um ymisk viðurskifti, sum við uppskotinum gerast viðkomandi at taka atlit til.
Rúmsátta samfelagið
Yvirskipað tekur MEGD undir við, at lógin frá 1956 verður dagførd. Tó eigur uppskotið til nýggju lógina ikki at innihalda ásetingar, sum ganga ímóti altjóða skyldum, Føroyar hava bundið seg til.
Uppskotið til fosturtøkulóg hevur undantøk, har fosturtøka í serligum førum kann verða loyvd eftir viku 12, sum sambært uppskotinum verður markið fyri fríari fosturtøku. Tvey av hesum viðvíkja fólki við breki, har eitt samráð tekur støðu til loyvini. Annað er viðvíkjandi barninum, ið ber brek, og hitt viðvíkjandi kvinnuni, ið ber brek.
Uppskotið vísir samstundis á, at endamálið við lógini verður at hava fosturtøkutalið so lágt sum gjørligt. Til hetta krevst, at allar viðkomandi skipanir, serliga innan vælferðarøkið, verða mentar. Og at ymisku myndugleikarnir vísa skyldu sína í verki mótvegis fólki, ið bera brek, við at útinna rættindi eitt nú við at tryggja børnum trivnað og ein góðan uppvøkstur og – sum altjóða kvinnurættindasáttmálin nevnir – fakliga sterk tilboð, kunning og vegleiðing og tænastur í sambandi við familjuplanlegging.
Rætturin til lív
Barnarættindasáttmálin staðfestir greitt um barsins besta, at í øllum málum, ið viðvíkja børnum, eigur barsins tørvur at vera tað atlitið, ið verður vigað fyrst og fremst í mun til onnur atlit.
Heilt grundleggjandi fyri hugtakið barnsins besta er, at um nakar ivi viðvíkjandi viðurskiftum, sum kunnu fremja mismun, fordómar ella skaða móti børnum, so eigur hesin ivi at koma barninum til góðar. Eru sostatt nøkur atlit, ið kunnu sáa iva um støðuna hjá barninum, ið eitt nú kann leiða til, at barnið fær lív lagað ella ikki orsaka av einum breki, so eigur ivin at verða tulkaður soleiðis, at hann er til barnsins besta.
Sambært viðmerkingum til brekrættindasáttmálan eru tey óføddu, ið bera brek, í serligum vanda fyri at missa rættin til lív. Leiðandi serfrøðingar innan viðurskifti hjá fólki, ið bera brek, hava staðfest, at mismunur eigur ikki at vera framdur móti menniskjum í mun til aldur ella í mun til stødd ella slag av breki, so at tign sum menniskja verður treytað av kanningum ella royndum, sum kunnu vera tilvildarligar, ósamanhangandi, ófullfíggjaðar og kunnu skapa mismun.
Loyvir útveljing
Hóast uppskotið og viðmerkingarnar til uppskotið nevna brek sum orsøk fyri fosturtøku eftir viku 12, so undrar tað, at uppskotið onga allýsing hevur av hugtakinum brek. Við hesum kunnu rættindini hjá fólki, ið bera brek, beinleiðis verða skerd av møguligum ósakligum ella tilvildarligum orsøkum.
Ein avleiðing kann vera, at almenni hugburðurin mótvegis fólki, ið bera brek, verður ávirkaður av lógini, tí tað er ógreitt, hvat brekhugtakið er ella merkir.
Viðkomandi er tí at vísa á, at altjóða brekrættindasáttmálin júst av nevndu orsøkum hevur eina allýsing av hugtakinum, nevniliga at: fólk, ið bera brek, fevna um tey, sum hava varandi likamlig, sálarlig, vitborin og kenslulig mein, sum í samvirki við ymsar forðingar kunnu forða fyri, at tey til fulnar og á virknan hátt kunnu vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.
Hóast altjóða brekrættindasáttmálin, viðmerkingar til sáttmálan og sjálv altjóða brekrættindanevndin júst ávara ímóti forðingum ella skipanum, sum loyva, at eitt nú fosturtøkulóggáva loyvir úrveljing/fráveljing vegna brek, so loyvir verandi lógaruppskot úrveljing/fráveljing av eugeniskum (ættarrøktarligarligum) orsøkum.
Í samsvari við viðmerkingarnar til altjóða sáttmálan hevur MEGD ta fatan, at brek-grundað fosturtøka heilt greitt er ein háttur at skerja rættindi hjá fólki, ið bera brek.
Eingin altjóða semja
Altjóða er eingin semja um, nær lív byrjar og heldur ikki um rættin til lív. Tað er við øðrum orðum latið upp til londini sjálvi at skipa hesi viðurskifti eftir staðbundnari søgu, mentan, siðum, virðum, etikki o.s.fr. við virðing fyri altjóða lóg.
Lógaruppskotið, sum nú er lagt fram, er nærum meinlíkt donsku fosturtøkulógini, hóast vit eru væl vitandi um, at Føroyar og Danmark sum lond eru sera ymisk, og at vit ikki hava havt eitt skipað kjak um grundleggjandi spurningarnar. Tað hevur tí stóran týdning, at vit fáa eina føroyska lóg, sum er í samsvari við tey virði, mentan og siðir, sum vit sum samfelag byggja á.
Tað hevur harafturat stóran týdning, at lógin týðiliga staðfestir, at vit sum samfelag hava skyldu til at tryggja dagførdar skipanir og holla upplýsing í sambandi við fosturtøku, og at lógin sendir myndugleikum og samfelagnum sum heild greiðu boðini um, at vit eru eitt vælferðarsamfelag fyri øll. Hetta er grundleggjandi fyri at røkka endamálinum at avmarka talið av fosturtøkum mest møguligt.
Hoyringarsvarið, sum MEGD í farnu viku sendi løgmálaráðnum, kann lesast her.