Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Hon kendi seg øðrvísi sum barn og ung, men hon dugdi væl at fjala, hvat hon veruliga føldi. Tá ið hon 23 ára gomul fekk staðfest ADHD, fekk hon svar upp á nógvar spurningar. Bára Silvansdóttir heldur, at eitt stórt og óbrúkt potentiali er í fólki við ADHD, og verða teirra umstøður tillagaðar, kunnu tey veruliga blóma og brúka sínar førleikar

Orð: Eyðun Klakstein. Mynd: Jens Kristian Vang. Greinin stendur eisini at lesa í nýggjasta MEGD-blaðnum.

 

28 ára gamla Bára Silvansdóttir í Kollafirði hevur í góð fimm ár vitað, at hon hevur ADHD, og tað var ein stórur lætti, tá ið hon fekk staðfest diagnosuna og kundi gera nakað ítøkiligt við sínar persónligu avbjóðingar.

ADHD kann vísa seg rættiliga ymist, men nøkur eyðkenni eru, at fólk hava ongan frið á sær, hava ilt við at hugsavna og skipa seg, og tey kunnu vera impulsiv.

- Eg hugsaði altíð, at eg var eitt sindur øðrvísi, og eg føldi, at eg passaði sjáldan væl inn, har eg var. Tað kundi ikki vera rætt, at eg so vildi so nógv, men ikki megnaði tað, sigur Bára Silvansdóttir.

- Diagnosan svarar ofta nógvum persónligum spurningum, sum vit hava gingið við, heldur hon.

Bára hevur verið nakað frammi í almenna rúminum. Hon hevur verið opin um sína ADHD diagnosu – ikki minst á instragramvanganum – og summi hava kanska hoyrt hana sungið og spælt ella sæð hana í videobrotum, sum hon hevur lagt á YouTube.

 

Dugir at spæla sjónleik

Bára Silvansdóttir er úr Kollafirði. Hon er tvíburi, og tíðliga í uppvøkstrinum sást munur á henni og beiggjanum.

- Beiggi mín og eg hava gingið í sama skúla, vit hava havt sama uppvøkstur, hava havt nógv vinfólk í felag, og tí havi eg kunnað samanlíknað meg við hann. Og eg hevði altíð ta kensluna, at eg skuldi stríðast nógv meira fyri at klára skúlan og annars klára tað sama sum hann. 

- Fólk við ADHD vita bara ikki altíð, at tað er ein grund til, at tey stríðast við ymist. Viðhvørt halda vit bara, at soleiðis eigur tað at vera, og kanska hava øll tað eitt sindur soleiðis, tí vit vita ikki, hvussu tað er ikki at hava ADHD.

- Tá ið eg var barn, merkti eg helst ikki so nógv til ADHD, sum eg kundi havt, tí mamma var sera strukturerað í øllum, og eg fekk góða hjálp frá henni til alt. Og so dugdi eg helst eisini væl at spæla sjónleik.

- Tá ið eg bleiv tannáringur og fór til Havnar at ganga í skúla, var tað nógv strævnari hjá mær. Í 10. flokki hevði eg samrøðu við heilsusystrina, og tá greiddi eg henni frá, at eg orkaði ikki alt tað, sum eg skuldi. Ferðingin, skúlin, flogbóltsvenjing, nakað av arbeiði og annað. Tað var so nógv at hugsa um og minnast til, og eg var troytt. Nú aftaná hugsi eg, at høvdið var heilt einfalt bara fult tá.

- Hevði eg vaksið upp í dag, og fólk høvdu sæð tann stóra munin millum meg og tvíburabeiggja mín, sum ikki hevur ADHD, so hevði tað verið fangað nógv fyrr, tí nú eru øll meiri tilvitað um ADHD.

 

Ung mamma

Ymsar ábendingar vóru um, at Bára hevði tað strævið í uppvøkstrinum, men tað var ikki, fyrr enn hon var vaksin, at hon fekk staðfest diagnosuna.

- Tá ið eg bleiv mamma í 2013, fekk eg ein persón aftrat at hava ábyrgd av, og eg skuldi hugsa um uppaftur fleiri ting og hava skil á øllum. Tað var tungt, og í fyrstani hildu vit, at eg hevði føðidepressión, men tað vísti seg bara at halda fram. Barnsburðarfarloyvið tá var seks mánaðir, og eftir tað fór eg í skúla, men eg gavst aftur, og eg hevði ilt við at røkja nakað arbeiði. Eg fór eisini at merkja angist á mær, greiðir Bára frá.

- Tá ið eg greiddi fólki frá, hvussu eg hevði tað, hildu fleiri, at eg virkaði ikki sum ein persónur, sum hevði tað soleiðis. Men ADHD vísir seg jú upp á ymsar mátar, alt eftir hvussu okkara persónligheit er, og ótilvitað hevði eg lært meg at maska. Tað vil siga, at stóran part av lívinum hevði eg myndliga verið í masku fyri at klára meg.

- Tá ið sonurin var um fimm ára gamal, fór eg av álvara at kenna, at alt gjørdist alsamt meiri strævið. Tá datt eg fram á eina grein, ið snúði seg um ADHD. Tað, sum eg megnaði at lesa av tí, kendi eg aftur frá mær sjálvari. Eg hevði bara hildið, at nógv av tí var vanligt, men tað vóru eyðkenni hjá fólki, ið hava ADHD.

Hetta hevði við sær, at Bára fór at hugsa tankan um, at hon kanska hevði ADHD.

- Eg minnist serliga eina hending, tá ið eg skuldi fara eftir soninum í barnagarðnum í Kollafirði, har mamma eisini arbeiddi. Eg var sitandi í bilinum og kláraði heilt einfalt ikki at fara inn. Tá var bikarið fult, sigur hon.

- Eg ringdi til mammu fyri at biða hana taka sonin heim við úr barnagarðinumm, tí eg kláraði ikki sjálv at heinta hann. Eg segði henni, at tað var ikki vanligt, hvussu eg stríddist fyri at klára alt. Eg visti væl, hvat skuldi til, og hvussu eg skuldi gera, men eg kláraði tað ikki kortini. Og tá segði eg við hana, at eg helt, at eg hevði ADHD ella okkurt. Hon svaraði mær, at tað hevði hon eisini hugsað, og tað var fyrstu ferð, at nakrar av mínum næstu nevndi tað. Eftir tað fór eg fyri fyrstu ferð at hugsa um at fáa kanna, um eg hevði tað, sigur hon.

 

Staðfest

Bára Silvansdóttir var blivin 21 ára gomul, tá ið hon tók stigið og fór til lækna at lata seg kanna.

- Eg var heppin, at læknin hjá mær hevði innlit í ADHD, og hann sendi meg til útgreining. Longu tá var bíðitíðin eftir at sleppa framat næstan eitt ár, men eg gav bara mær sjálvari diagnosuna beinanvegin. Eg hugsaði, at um tað ikki var ADHD, hvat kundi tað so vera, og tann tankin var verri enn at fáa staðfesta ADHD, tí eg visti væl, at okkurt var øðrvísi við mær, sigur hon.

- Tá ið tað vísir seg, at tú hevur havt tunglyndi og angist, og tú hevur fingið heilivág fyri tað, og tú annars hevur roynt alt, sum tú megnar, fyri at fáa tað betur, og tað ikki riggar, so kennist tað sum ein veruligur lætti at finna útav, at tú hevur ADHD, og alt hitt bara hava verið fylgjur av tí veruliga trupulleikanum.

Bára Silvansdóttir fekk staðfest ADHD 23 ára gomul, eftir at hon hevði bíðað í tvey ár og fimm mánaðir, og tað broytti nógv í lívi hennara.

- Eg kenni tað, sum um eg havi tveir føðingardag. Annar er, tá ið eg varð fødd, og hin er, tá ið eg fekk staðfest ADHD. Fyrst og fremst kendist tað sum ein lætti at fáa diagnosuna, og tað var líka við, at fólk áttu at ynskt mær til lukku við tí. Men eftir eina tíð komu eisini spurningarnir. Hví skal tað vera eg? Kann tað ikki bara fara vekk í ein dag, bara ein dag?

Eftir diagnosuna skuldi Bára læra seg at kenna av nýggjum, tí fortreytirnar fyri øllum vóru broyttar.

- Heilivágurin hjálpir, og hann ger meg føra fyri at læra og gera ymist, sum eg ikki megnaði frammanundan. Men ADHD er ikki burtur fyri tað. Tað er heldur at samanlíkna við, at tú fært einar høkjur at brúka, um tú hevur brotið beinið. Eg megni meira í longri tíð, men eg eri framvegis ljóð- og ljóssensitiv viðhvørt, og onkuntíð kann heilivágurin gera, at eg seti mær so nógv fyri, at eg kortini endi við at vera útlúgvað, tí heilivágurin riggar bara eina ávísa tíð. So eg skal eisini duga at finna eina javnvág. Eg klári meira, men eg skal læra meg, at eg kann ikki klára alt upp á onga tíð. Tað er sum hjá øllum øðrum fólkum, sigur hon.

 

Nógvir fyrimunir

Bára Silvansdóttir heldur, at nógvir fyrimunir eru við at fáa staðfest ADHD. At vera vís í, hvørjar avbjóðingar hon hevur, og hvat hon kann gera fyri at bøta um støðuna.

- Eg havi lættari við at góðtaka meg sjálva. Eg dugi betur at meta um, hvat eg megni, og hvat skal til fyri at klára ymist. Eg kenni eisini á mær, at eg eri blivin meiri sjálvsikkur í at siga frá, tá ið tað er neyðugt, og eg dugi betur at lata vera við at brúka tíð upp á ymist, sum einki gevur mær. Tá ið eg brenni fyri onkrum, geri eg tað gott. Eg plagdi at vera frustererað um alt tað, sum eg ikki megnaði ella orkaði, men nú dugi eg betur at handfara tær ymisku persónligu avbjóðingarnar, sigur hon.

- Gerandisdagurin hevur verið nógv betri, síðan eg fekk diagnosu og heilivág. Eg dugi betur at skipa dagin, at finna fram til, hvat eg skal gera fyrst og næst, og so avgreiða tingini so hvørt. Eg megni eisini betur at fáa fleiri ting við og skilja tey. Fyrr kundi eg lata sum um, at eg skilti eini boð, hóast eg ikki fekk tey við. Men nú eri eg ikki bangin fyri at spyrja umaftur, um eg ivist í onkrum, og eg havi lært at gera tað upp á ein virðiligan máta.

- Eg eri ikki stórt øðrvísi enn øll onnur fólk, og sumt tími eg illa, men eg skilji, at eg verði noydd at gera tað. Eg má vaska upp, leggja klæði saman og tílíkt, og hóast tað stundum kann kennast nærum ógjørligt at koma í gongd, havi eg ymsar mátar at loysa tað. Nú eri eg meiri tilvitað um avbjóðingarnar og kann gera nakað við tær sjálv – eisini um eg onkuntíð skal lumpa heilan í mær eitt sindur fyri at motivera meg, og um eg onkuntíð má hava hjálp til at finna motivatiónina, sigur Bára.

- Ein avbjóðing hjá fólki við ADHD er, at tað gongur so nógv fyri seg í heilanum, og tað eru so nógv stig, mann skal taka, áðrenn mann ger nakað. Og um tað kennist møtimikið, so er skjótt at lata vera. Tí skal eg hugsa alt ígjøgnum, skipa tað og vita, hvat eg skal, og í hvørjari røð eg skal gera tað.

 

Royndi ymist

Tað kann ljóða mótstríðandi, at samstundis sum Bára í vaksnum aldri fekk staðfest ADHD og var fegin um at fáa tað at vita, heldur hon ikki, at hon hevði viljað fingið diagnosuna fyrr.

- Eg havi tykist við ymist, eitt nú tónleik, YouTube-video, tosað um viðkvom evni á sosialum miðlum og annað, og eg hevði neyvan havt gjørt tað, um eg hevði fingið staðfest ADHD og fingið viðgerð frá ungum aldri.

- Eg havi fleiri ferðir kastað meg út í ymist, sum eg ikki havi hugsað væl ígjøgnum. Eg havi ikki veruliga givið mær far um, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera, eg eri bara farin í gongd. Tað kann bæði vera ein styrki og ein veikleiki, men eg havi í øllum førum fingið ágóðan av, at eg bara eri farin í gongd við ymist, og so havi eg so við og við funnið út av, hvat tað merkir og hevur havt við sær fyri meg. Sumt av tí kann eg tann dag í dag fegnast um, tí tað lukkaðist, sigur hon. 

- Eg eri kedd um, at tað skuldi ganga so long tíð frá tí, at eg fekk tað ringt, til eg fekk veruliga hjálp. Tey árini og tann bíðistøðan kostaðu mær nógv, og tá ið eg umsíðir fekk ta røttu diagnosuna og viðgerðina, mátti eg brúka tíð til at byggja meg uppaftur. Hevði eg havt fingið skjótari hjálp, hevði tað eisini verið kenst lættari hjá mær at koma fyri meg aftur.

- Onkursvegna kendi eg tað sum, at eg stóð í stað, meðan eg bíðaði eftir útgreining, og av tí sama føli eg, at eg eri ikki komin so langt, sum eg átti ella kundi. Men eg eri komin til ta niðurstøðu, at tað er ein grund til, at eg skuldi ígjøgnum hetta. Eg havi lært nógv um meg sjáva, eri vorðin sterkari, og eg veit, at eg kann klára tað, sum eg seti mær fyri, hóast eg viðhvørt haldi, at tað kennist sera tungt. Eg viðurkenni mínar veikleikar, men mest av øllum brúki eg mínar styrkir, sum eg føli, at eg havi, takkað veri mínum ADHD.

 

Tók útbúgving

Eftir at Bára Silvansdóttir hevði fingið staðfest ADHD, fór hon á Glasir at taka útbúgving í klædnaatstøði.

- Eg veit ikki rættiliga, hví eg valdi hesa útbúgving, tí eg hevði ongantíð sitið við eina seymimaskinu, og eg var fleiri ferðir byrjað upp á ymsar útbúgvingar. Kanska hugsaðu fólk, at eg fór at ganga eina tíð, og so fór eg at gevast aftur. Sum eg plagdi.

- Fyrsta dagin á Glasi vórðu vit víst runt og fingu frágreiðingar um skúlan og útbúgvingina. Eg var sera spent, men tað var eisini krevjandi, tí alt var nýtt, og tað vóru nógv fólk. Eg græt allan vegin heim úr skúla henda fyrsta dagin. Tað var ikki tí, at eg var kedd, men tað var kroppurin, sum reageraði eftir ein so strævnan dag.

- Eg hevði ikki hildið, at eg var so kreativ, men tá ið eg fór undir klædnaatstøði, merkti eg, at eg hevði veruligan áhuga fyri tí, og at eg eisini kundi skapa og vera kreativ. Eg legði alt í útbúgvingina, og hóast tað var ógvuliga strævið og eitt sindur kaotiskt viðhvørt, megnaði eg at koma væl ígjøgnum. Eg fór frá einki at duga til tvey ár seinni at duga at seyma brúðarkjólar og føroysk klæði, sigur hon.

- Hjá mær ráddi tað um at finna okkurt, sum eg veruliga tímdi og hevði áhuga fyri. Eg skuldi til dømis ikki verið byrjað á HF, tí tað var ikki eg, men klædnaatsøði var júst eg.

- Tá ið eg skuldi til roynd, vóru onkrar smáar broytingar gjørdar, so at eg kundi sita eitt sindur meira fyri meg sjálva og arbeiða, og bara sovorðið smátt ger, at tað kundi lukkast hjá mær.

- Eg fekk góða hjálp á útbúgvingini – frá lestaravegleiðaranum, Anniku Maisonsdóttir, logopedinum Maybritt við Strond, lærarum og næmingum. Lærarin, Súsanna av Teigum hjápti mær við ymiskum nakrar tímar um vikuna, og uttan hana hevð tað ikki gingið so væl. Eg fekk eisini hjálp til eitt nú rokning, sum eg ikki tímdi ella dugdi so væl. Ein næmingur, sum gekk á skúlanum, undirvísti mær ein tíma um vikuna, og tað broytti alt, og eg fekk góðan karakter í rokning.

- Eg kann hava tað trupult við stórum bólkum og undirvísing í flokki, og tí gjørdi tað góðan mun hjá mær, at eg fekk ein-til-ein undirvísing eisini. Í grundini hugsi eg, at tað eru lutvíst smáar tillagingar, ið kunnu gera allan munin hjá fólki við ADHD, um tey skulu klára seg í skúla og í arbeiði. Fáa tey eitt lítið sindur av hjálp og umstøður at trívastí, kunnu tey veruliga útnytta potentialið, sum tey hava, sigur Bára.

 

Persónur fram um diagnosu

Bára Silvansdóttir upplivdi, hvussu hon við góðari hjálp og praktiskum tillagingum megnaði at taka eina útbúgving.

- Eg fekk góða hjálp á Glasi, og eg hugsi, tey eisini kundu gjørt ymist annað. Eitt nú kundu fólk, ið hava onkrar avbjóðingar, fingið onkra serliga fyrireiking, áðrenn tey skuldu byrja á skúlanum. Møguliga fingið eina gjøgnumgongd av skúlanum, áðrenn øll møttu, og so hugsi eg eisini, at skúlin kann vera eitt sindur meiri uppsøkjandi mótvegis næmingum, ið hava onkrar serligar avbjóðingar, tí tað eru ikki øll, sum megna at møta á einari skrivstovu og siga frá, at tey hava brúk fyri onkrum. Tá kann tað onkuntíð vera lættari bara at gevast, sigur hon.

- Miðnámsskúlar hugsa alt meira um næmingar, ið hava ósjónligar avbjóðingar, og tað bøtir munandi um støðuna. Tað er ikki altíð, at tað skal so nógv til. Sum eg skiji tað, kundi fólkaskúlin gjørt meira, og tað skuldi í grundini verið púra sjálvsagt, tí tess fyrr børn við ADHD fáa hjálp, tess betur kunnu tey klára seg, og størri er møguleikin fyri, at tey koma víðari í útbúgvingarskipanini og á arbeiðsmarknaðinum.

Bára sigur, at nógv fólk, ið fáa staðfest ADHD, siga tað ikki við onnur rundan um seg.

- Eg plagdi at halda, at tú skuldi spæla við opnum kortum og siga øllum, at tú hevur ADHD, men nú eri eg farin at ivast. Nógv fólk skilja ADHD og vita eisini um møguleikar og styrkir hjá teimum, ið hava diagnosuna. Onnur síggja meira eina diagnosu og ein trupulleika og halda, at tað er ein vansi at seta eitt slíkt fólk í starv.

- Eg havi verið sera opin um mítt ADHD og havi tosað alment um tað, so eg veit, at tað kann geva mær onkrar eyka avbjóðingar, tí fólk ivast ella stúra. Tað verður ikki sagt beinleiðis, men eg eri sannførd um, at tað er soleiðis.

- Summi halda, at mann skal vera eitt sindur meiri varin og ansin við at siga fólki, at mann hevur ADHD. Eini ráð eru, at tú líka kemur inn í eitt umhvørvi og merkir fólkini, áðrenn tú varpar tað út, at tú hevur ADHD. Vansin er, at tú kanst verða sæddur meira sum ein diagnosa enn sum ein persónur við førleikum og dygdum.

- Eg havi tikið stigið, eg havi verið opin, og tað ætli eg mær at halda fram við. Hjá mær hevur tað verið meira gott enn ringt, at eg havi verið so opin um diagnosuna, og eg havi roynt at gera alt fyri at varpa ljós á teir góðu eginleikarnar, sigur Bára.

 

Fáið tað staðfest

Bára Silvansdóttir hevur tey avgjørdu ráð til fólk, sum ivast í, um tey hava ADHD, at tey fáa tað kannað.

- Tað er umráðandi, at fólk fáa tað staðfest ella avsannað, um tey hava illgruna um ADHD. Ella gongur tú bara og ivast alla tíðina, og tú kanst eisini fáa ymsar fylgjusjúkur, eitt nú tunglyndi og angist, um tú ikki kemur til tað, sum tað veruliga snýr seg, sigur hon.

- Tey, ið fáa staðfest ADHD, mugu viðurkenna, at tey hava fingið eina diagnosu og síðan hugsa seg væl um. Tað er tað týdningarmesta. Tá ið tey hava gjørt tað, kunnu tey royna at fáa ein góðan gerandisdag. Tað krevur ymsar persónligar og praktiskar tillagingar, men tað ber til at fáa eitt betri lív.

- Fólk við ADHD skulu hugsa um seg sjálvi og vera erlig. Tey skulu ikki bara gera okkurt, tí øll onnur gera tað, og tí at tað eigur mann at gera. Tey mugu vera eitt sindur egoistisk og læra at siga frá – at siga nei. Nógv fólk við ADHD vilja øllum væl og vilja viðurkennast, ikki minst gentur og kvinnur, men tær verða noyddar at hugsa um seg sjálvar.

Bára heldur, at myndugleikar, stovnar og samfelag sum heild kunu gera meira ítøkiligt fyri tey, ið hava hesar avbjóðingar.

- Vit tosa um tað, og vit hava góð hugskot um, hvussu vit kunnu skipa skúlar, arbeiðspláss og samfelagið sum heild, so at tey við hesum avbjóðingum trívast og mennast og fáa møguleika at brúka síni evni, men vit kunnu gera meira ítøkiligt við tað.

- Í sambandi við arbeiði havi eg til dømis havt brúk fyri nøkrum ávísum umstøðum fyri at gera eitt gott arbeiði, men eg skal duga at siga tað upp á rættan máta. Tað skal ikki ljóða sum ein umbering fyri nakað sum helst, men bara ein frágreiðing um, hvussu mínar umstøður helst skulu vera, um eg skal avrika væl.

- Tað er stórir møguleikar í at brúka fólk, ið til dømis hava ADHD. Teirra arbeiðsumstøður skulu bara tillagast eitt lítið sindur, so kunnu tey veruliga gera mun. Nógv fólk við ADHD eru arbeiðssom, røsk, arbeiða skjótt og væl, men onkuntíð skulu arbeiðsumstøður og -tíðir lagast eitt sindur til, sigur Bára Silvansdóttir.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024