Emil vil mennast og trívast

februar 28, 2025

Emil Petersen á Argjum, ið hevur menningartarn, hevur gingið á fleiri skúlum heima og burturi, og nú arbeiðir hann á gistingarhúsi í Havn. Honum dámar væl at arbeiða og læra nýggj ting. Mamman, Fía Petersen, fegnast um møguleikarnar, sum Emil hevur fingið, men kundi ynskt sær eina sterkari skipan fyri fólk við menningartarni á arbeiðsmarknaðinum

Orð: Eyðun Klakstein. Mynd: Jens Kristian Vang. Greinin stendur eisini at lesa í nýggjasta MEGD-blaðnum.

25 ára gamli Emil Petersen, ið hevur Downs syndrom, arbeiðir á Hotel Djurhuus í Havn. Hvønn morgun um hálvgum tíggjutíðina fer hann við bussi av Argjum, har hann býr, koyrir inn í miðbýin í Havn, har hann skiftir buss, og síðan koyrir hann oman á Hotel Djurhuus, har hann er til reiðar at fara til arbeiðis klokkan tíggju.

- Eg arbeiði tríggjar tímar um dagin frá mánadag til fríggjadag. Eg geri ymiskt, sum tey biðja meg gera. Eg vaski borð, turki bestikk og annað. Mær dámar sera væl at arbeiða har, sigur Emil.

Tá ið vit nakað seinni fara við Emil á gistingarhúsið at taka myndir, er tað greitt, at hann hevur gott samband við starvsfólkini.

- Hello, captain, sigur ein blíðsníðað kvinna, tá ið Emil kemur á hotellið uttan fyri vanligu arbeiðstíðina.

- Nógv av fólkunum tosa enskt, og eg skilji ikki altíð alt, sum tey siga, men vit finna altíð út av tí, sigur Emil.

Í svartari polotroyggju og við navnaskelti verður hann avmyndaður, meðan hann fer við lappa eftir borðum í matstovuni á hotellinum.

 

Barnagarður og fólkaskúli

Emil Petersen gekk í Eysturskúlanum í Havn. Hann gekk í vanligum flokki, men hevði stuðul at hjálpa sær. Síðsta árið gekk hann eisini av og á í Skúlanum á Trøðni.

- Tað gekk væl við menningini hjá Emil í barnagarði. Hann hevði sera góðan stuðul, og hann dugdi mest sum at lesa, tá ið hann fór í fyrsta flokk. Men eg haldi ikki, at hann kom so væl víðari í fólkaskúlanum, sigur Fía Petersen, mamma Emil. Vit hitta tey í heiminum á Argjum.

- Sosialt var tað gott fyri hann at ganga í vanligum skúlaflokki, men fakliga var tað minni gott. Hann sat nógv við tí sama tilfarinum, sum ikki var so væl egnað til hann. Tað var einki sergjørt tilfar til Emil, og mær vitandi manglar framvegis tilfar av slíkum slag í fólkaskúlanum.

- Hevði tilfarið verið tillagað, hevði hann fingið meira burturúr undirvísingini. Men eg skilji eisini, at tað er ein spurningur um orku og resursur í skúlanum.

Eitt skifti skuldi skúlin vera fyri øll, og flest møgulig børn skuldu verða partur av vanliga virkseminum í skúlanum. Hetta er broytt seinnu árini.

- Nú er tað blivið meira vanligt við serstovum til børn við skerdum førleikum ella serligum avbjóðingum, og tá ber helst til at hava meiri miðvísa undirvísing, men hinvegin kann tað vera, at børnini missa nakað av tí sosiala, tá ið tey eru í serflokkum ella á serstovum, sigur Fía.

- Tað virkar, sum um fólkaskúlin er á veg meira aftur til tað gamla og er smalari aftur. Tað er okkurt, ið verður roknað sum normalt, og so ger mann skipanir burtur frá hinum. Antin í serflokk, á serstovu ella í Skúlanum á Trøðni. Spurningurin er, hvør tann gylti millumvegurin er.

 

Ebeltoft og Rásin

Eftir fólkaskúlan hevði Emil ongan skúla at fara á. Hann fekk ikki pláss á Rásini í Saltangará, sum kundi verða ein møguleiki, og tí leitaðu foreldrini eftir onkrum øðrum.

Tey funnu ein háskúla í Ebeltoft í Danmark, og Emil fór tí á Djursland Folkehøjskole at ganga í eitt hálvt ár. Tá flutti Emil heimanífrá.

- Tað var ikki lætt hjá okkum foreldrum at lata Emil fara avstað til Danmarkar á skúla, men tað var einki alternativ, og Emil var fegin um at sleppa avstað. Tað gekk eisini væl hjá honum har. Hann lærdi nógv um at vera sjálvstøðugur, um at vaska klæði, um at gera mat og annað.

Emil heldur eisini, at tað var gott at ganga í skúla í Danmark.

- Mær dámdi væl í Ebeltoft. Ein annar føroyingur gekk eisini á skúlanum, men eg búði saman við einum danskara, sigur Emil.

Tá ið hann var farin til Danmarkar á skúla, fekk Emil tilboð um at koma á Rásina at ganga. Avrátt var, at Emil skuldi ganga hálvt ár í Ebeltoft, og síðan taka hálvtannað ár á Rásini aftaná.

- Rásin var góð fyri Emil. Hann lærdi um nógv gerandislig viðurskifti, um samfelagið, um politikk, um at verða sjálvstøðugur og geva pláss, um at taka avgerðir og annað, sigur Fía.

 

Glasir og arbeiði

Eftir tíðina á Rásini fór Emil á serbreyt á Glasi í Havn. Har gekk hann í fýra ár, og umframt skúlagongdina var hann eisini í starvsvenjing. Eitt longri skifti arbeiddi hann ein dag um vikuna í Rúsuni, og seinasta partin av skúlatíðini var hann á Hotel Djurhuus ein dag um vikuna.

- Tað var fínasta slag at ganga á Glasi. Eg fekk nógv vinfólk, og lærararnir vóru eisini góðir. Tað er viktigt at kenna lærararnar eisini. Eg fekk nógv burturúr, sigur Emil.

Á Glasi tók Emil sonevnt OCN prógv. Hetta er ein eftirmetingarskipan, ið viðurkennir førleikar og vitan, sum næmingarnir hava ognað sær. Næmingarnir fáa ikki vanlig skoðsmál í kendum lærugreinum, men heldur prógv fyri ymiskar førleikar, teir hava fingið. Hetta er næmingalagað skipan, ið gevur næmingunum prógv um førleikar, sum teir kunnu taka við sær út á arbeiðsmarknaðin.

- Hetta er ein sera góð skipan, sum er lagað til næmingarnar, men eg veit ikki, um arbeiðsmarknaðurin er so greiðir yvir hetta. Eg hugsi, at sambandið millum skúla og arbeiðsmarknað kundi verið styrkt, men tað er eingin, sum beinleiðis hevur ta uppgávuna. Tað verður ofta latið upp í hendurnar á skúlanum ella foreldrunum at hjálpa næmingunum við at finna arbeiði eftir skúlan. Tíbetur hevur tað verið soleiðis hjá okkum, at tá ið ein hurð er farin aftur, er ein onnur farin upp, sigur Fía.

 

Lestrarstuðul

Í fjør var ætlanin at avtaka serliga ískoytið til lestrarstuðulin, sum fólk, ið bera brek, fáa. Uppskotið fall tó burtur, áðrenn tað kom fyri í Løgtinginum.

- Emil fekk lestrarstuðul upp á slakar 2.000 krónur. Aftrat tí fekk hann tilskot frá Almannaverkinum upp á 3.000 krónur. Ætlanin var at taka hetta ískoytið burtur, tí sagt varð, at so vóru øll javnsett. Men fólk, ið hava skerdar førleikar ella serligar avbjóðingar, hava aloftast ikki møguleika at forvinna sær sínar egnu lummapengar, sum onnur ung hava, og tí er hetta ískoytið júst við til at javnseta fólk.

- Tað er skeivt at taka hetta ískoytið frá teimum, tí hesi ungu hava somu útreiðslur sum øll onnur ung. Og tíverri kenna mong tað, sum at onkrar sparingar alla tíðina hanga hóttandi uppi yvir okkum. Verður ískoytið tikið burtur, er vandi fyri, at alt fleiri verða fyritíðarpensjónistar fyrr enn neyðugt fyri at fáa tað fíggjarliga at hanga saman, sigur Fía.

 

Fyritíðarpensjón

Emil helt fram í arbeiðnum á Hotel Djurhuus, eftir at hann varð liðugur á Glasi í fjør summar.

- Tað er ikki høvuðsuppgávan hjá skúlanum at hugsa um, hvat næmingarnir skulu aftaná, men kortini hjálpa tey við tí. Hinvegin verður tað nokk so nógv upp til tey avvarðandi at fylgja við, hvussu tað gongur við arbeiðnum, tí eingin annar hugsar um tað. Eingin skipan ella stovnur fylgir við fyritíðarpensjónistum, ið hava arbeiði. Tá ið tað gongur væl, er tað ókey, men um onkrar avbjóðingar eru, so er eingin, ið hjálpir, stuðlar ella loftar, sigur Fía.

Hon heldur, at skipanin í ov stóran mun leggur upp til, at fólk verða fyritíðarpensjónistar heldur enn, at tey fáa tillagað starv. Emil var í starvsroynd, men at enda var niðurstøðan, at hann skuldi fáa fyritíðarpensjón.

- Tað er lættari hjá skipanini, at fólk eru fyritíðarpensjónistar, tí tá hevur skipanin ikki ábyrgd av fólki. Hjá summum er fyritíðarpensjón sjálvandi ein góð loysn, tí hon tryggjar fólki eina vissa inntøku, men kanska kundi samfelagið roynt at givið fólki fleiri møguleikar, áðrenn tey fáa fyritíðarpensjón. Eg ivist í, um fyritíðarpensjón er tann skilabesta loysnin, og sum frá líður er hon neyvan tann bíligasta loynsin, heldur Fía Petersen.

- Tað besta er, um vit sum samfelag kunnu skapa góðar møguleikar hjá fólki við menningartarni ella skerdum førleikum at mennast á tí stigi, sum tey eru á. Heldur brúka meiri orku upp á tað enn bara lata tey verða fyritíðarpensjónistar.

 

Arbeiðsmarknaður

Fía Petersen vísir á, at fólk við menningartarni hava avmarkaðar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum.

- Tey vardu verkstøðini gera eitt gott arbeiði, men tað kann vera torført at sleppa inn. Emil kundi hugsað sær at sloppið á Verkstaðið Vón her á Argjum, men har er ikki pláss. Hann fer tó glaður avstað til arbeiðis á Hotel Djurhuus, og vit eru fegin um, at hann hevur tann møguleikan.

- Hinvegin kunnu vit siga, at eingi formlig viðurskifti eru hjá fyritíðarpensjónistum á arbeiðsmarknaðinum. Tey hava eitt óskipað og leyst tilknýti til arbeiðsplássini. Tey kunnu arbeiða í mesta lagi 15 tímar um vikuna fyri avtalaða løn, men tað eru ikki øll, ið fáa løn. Hinvegin gevur arbeiði fólki innihald í gerandisdegnum, og Emil vil heldur til arbeiðis enn bara vera heima og einki hava at gera, sigur Fía Petersen.

Og sjálvur ivast Emil ikki. Hann skilir so at siga ikki spurningin um, hvat hann skuldi gjørt, um hann ikki hevði arbeiði.

- Eg tími væl at fara til arbeiðis, sigur hann.

Seinastu tíðindi

Mugu tryggja lætta atgongd til heilivág

mars 12, 2025

Emil vil mennast og trívast

februar 28, 2025

Hoyringarskriv til uppskot til kunngerð um næmingaráð

februar 28, 2025

Aðalfundurin 2025

februar 19, 2025