Nýggjasta
Mugu tryggja lætta atgongd til heilivág

Gáttin til heilivág og útgerð til at passa sína sjúku skal vera so lág sum yvirhøvur til ber. Hetta kann tryggja fólki eitt so gott og virkið lív sum gjørligt. Hava fólk ikki ráð at passa sjúkuna, kann tað hava við sær fylgisjúkur og nógv størri útreiðslur fyri samfelagið sum frá líður. Tað heldur Brynhild Thomsen, ið hevur diabetis1. Hon mælir til, at tey lágløntu skulu gjalda minni ella einki fyri alneyðugan heilivág
Orð: Eyðun Klakstein. Mynd: Finnur Justinussen. Greinin stendur eisini at lesa í nýggjasta MEGD-blaðnum.
Túsundtals føroyingar hava dagligan tørv á heilivági fyri at kunna liva og virka. Hesi fólk hava kroniskar sjúkur ella serligar heilsuligar avbjóðingar. Landið letur við Heilsutrygd fólki fíggjarligan stuðul til tilskotsheimilaðan heilivág, men fólk skulu rinda eitt egingjald, áðrenn landið letur fult tilskot.
Á nýggjárinum hækkaði egingjaldið, tí Heilsutrygd skuldi spara. Sagt varð, at útreiðslurnar hjá Heilsutrygd vóru nógv vaksnar, og tí var neyðugt at lata fólk gjalda ein størri part av heiliváginum sjálvi.
Tað rakti mong fólk meint.
- Tað sigur seg sjálvt, at hetta verður ov dýrt hjá summmum, hóast onnur bara kunnu langa kredittkortið ígjøgnum maskinuna á apotekinum, sigur Brynhild Thomsen, ið hevur diabetis1 og dagliga brúkar heilivág fyri at halda sjúkuni burtur.
- Tað kann væl vera, at skipanin treingir til dagføring. Tað er jú ikki ritað í stein, at vit skulu hava júst hesa skipan í allar ævir. Men at senda rokningina til láglønt fólk við kroniskum sjúkum er hvørki rímiligt ella neyðugt, heldur hon.
Hálv hækking í fyrsta umfari
Seinnu árini hevur ætlanin meira enn eina ferð verið at hækka egingjaldið hjá fólki, ið brúka tilskotsheimilaðan heilivág. Seinasta royndin eydnaðist lutvíst, og áhugafeløg stúra fyri, at fleiri hækkingar í egingjaldi kunnu væntast.
Í fjør heyst legði Heilsumálaráðið uppskot fyri Løgtingtið um at broyta sonevnda heilivágsstigan. Tað er skipanin, sum ásetur, hvussu tilskot verður latið, og hvat egingjaldið hjá fólki er.
Í grundgevingunum fyri at hækka egingjaldið varð víst á, at samstundis sum útreiðslurnar hjá Heilsutrygd vóru tvífaldaðar síðani 2010, hevði egingjaldið verið tað sama. Tí helt Heilsumálaráðið, at neyðugt var at lata fólk átaka sær meira av kostnaðinum fyri heilivág, so at Heilsutrygd kundi spara átta milliónir krónur.
Eftir viðgerð í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum var uppskotið broytt, so at sparingin varð sett niður á fýra milliónir krónur, og tað varð samtykt í Løgtinginum. Sostatt hækkaði egingjaldið hjá fólki, men ikki so nógv, sum Heilsumálaráðið ætlaði.
Heilivágsstigin er í tveimum. Annar er fyri fólk úr 18 ára aldri til pensjónsaldur. Hin er fyri pensjónistar og fyritíðarpensjónistar.
Samtyktin í Løgtinginum hevði við sær, at fólk úr 18 ára aldri til pensjónsaldur frá á nýggjárinum skuldu gjalda 371 krónur meira í egingjaldi um árið. Hækkingin í egingjaldinum hjá pensjónistum og fyritíðarpensjónistum var frá á nýggjárinum 337 krónur um árið.
Góð og løtt atgongd til heilivág
Brynhild Thomsen heldur at tilskotsskipanin til heilivág er góð, men hon kundi verið betri og havt meiri fyrilit við, hvussu fólk eru fyri fíggjarliga.
- Í einum framkomnum samfelag eiga fólk sjálvandi at hava góða og lætta atgongd til neyðugan heilivág og heilsutænastur. Tað hevur alt at siga fyri heilsustøðuna og lívsgóðskuna hjá fólki við ymsum sjúkum, og tryggjar teimum eitt so gott og virkið lív sum møguligt, sigur Brynhild Thomsen.
- Okkara skipan við tilskoti er rættiliga góð, men hon kundi sanniliga verið betri, tí tilskotini í Føroyum eru eins fyri rík sum fátæk, og tað eiga vit at gera meiri solidariskt. Vit vita, at útreiðslurnar til heilivág hjá tí almenna vaksa, og tí eiga tey ráðandi at tora at taka meira frá teimum vælbjargaðu enn teimum, sum ikki hava ráð. Sum heild eru okkara skipanir ov lítið solidariskar, og mong av gjøldunum eru púra fløt, og tað tyngir og forðar óneyðuga nógv hjá fólki, sum eru láglønt.
- Ofta billa vit okkum inn, at vit í Føroyum hava heimsins bestu skipan, men tað hava vit ikki. Í øðrum londum, til dømis í Bretlandi, rinda fólk við ávísum kroniskum sjúkum ikki fyri heilivág, so sum diabetes, epilepsi og so framvegis, so kanska vit kundu lært okkurt av bretum.
Kunnu lata tilskot eftir inntøku
Øll fólk, ið brúka heilivág, sum er umfataður av tilskoti, skulu gjalda ein part av kostnaðinum sjálvi. Bæði tey, ið brúka hendan heilivág av og á, og tey, sum eru óloysiliga knýtt at heiliváginum. Hugt verður heldur ikki eftir, hvussu fíggjarliga støðan hjá fólki er. Skipanin er tann sama fyri øll.
- Vit, ið hava ráð til at rinda egingjald, eiga at rinda tað, men – sum sagt – so hava vit altso fólk í Føroyum, sum ikki hava ráð til øll hesi fløtu gjøldini, sum eru, sigur Brynhild Thomsen.
- Eg haldi, at skipanin hjá Heilsutrygd eigur at verða broytt, so tilskotini verða latin eftir inntøku, soleiðis at tey, sum lítið og einki forvinna, einki skulu rinda, meðan vit onnur kunnu rinda nakað meira.
- Vit skulu ikki vera so bangin fyri at gera mun á fólki í hesi skipanini, tí tað er munur á fólki í bíðirøðini á apotekinum. Summi standa har við hjartabankan, meðan onnur bara koyra kredittkortið ígjøgnum. Hetta eiga vit at kunna gera betur, heldur hon.
Skilagott at fyribyrgja fylgisjúkur
Tá ið lógarbroytingin fyri heilivágsstigan kom í gildi á nýggjárinum, hækkaði grundgjaldið, sum fólk sjálvi skulu rinda, áðrenn tey kunnu fáa tilskot. Eisini loftið hækkaði, so at fólk gjalda størri upphædd, áðrenn tað almenna letur fult tilskot.
- Sum heild skal gáttin til heilivág og útgerð til at passa sína sjúku vera so lág sum yvirhøvur gjørligt, heldur Brynhild Thomsen.
- Hugsa við um diabetesøkið, vísa altjóða kanningar, at eini 75 prosent av útreiðslunum á diabetesøkinum stava frá fylgisjúkum, sum eru øgiliga dýrar at viðgera. Og tí er tað sjálvandi fíggjarliga skilagott at fyribyrgja fylgisjúkur, og tað ger mann við at hava lætta atgongd til heilivág og heilsutænastur frá byrjan.
- Sjálv havi eg diabetes1, og eg plagi at siga, at eg eri ikki sjúk, men eg verði sjúk, um eg ikki havi góðan heilivág og útgerð og umstøður til at fyribyrgja.
- Summi hava væl ráð til egingjald, men okkara uppgáva sum vælferðarsamfelag er at tryggja, at tey, sum ikki hava ráð, sleppa framat uttan forðingar. Hugsa vit ov stuttskygt og gera Helsutrygdarskipanina ov torføra, tí vit skulu spara nakrar milliónir her og nú, so økja vit vandan fyri, at heilsuútreiðslurnar í hinum endanum bólgna, tí fólk gerast óneyðuga sjúk.
- Vit lósu herfyri, at fjórðahvørt fólk við diabetes í USA ikki hevur ráð til sítt insulin, og hetta er ein ísakøld marra, tí insulin er lívsneyðugt at fáa hvønn einasta dag. Úrslitið av tí er, at fólk har rationera heilivágin, og tað er sjálvandi lívshættisligt. So heldur enn at stara blint eftir egingjaldinum og skrúva upp á tað, so skulu Føroyar halda vakið eyga við innkeypsprísunum og leggja nógv fyri at keypa so skilagott inn sum møguligt.
Ómøguligt hjá lágløntum
Í grundgevingunum hjá einum minniluta í trivnaðarnevndini í Løgtinginum fyri at hækka brúkaragjaldið á heilivági varð sagt, at síðan 2010 eru útreiðslurnar hjá Heilsutrygd tvífaldaðar, og tí er neyðugt at spara. Tað skal gerast við at lata fólk gjalda nakað meira sjálvi.
Summi halda, at hækkingin í egingjaldinum er lítil. Hon er millum 337 og 371 krónur um árið.
- Altso, veitst tú nú hvat! Ert tú tímalønt, lesandi, stakur uppihaldari ella kanska enntá stakur miðalløntur uppihaldari, so er næstan ómøguligt at fáa endarnar at røkka saman í Føroyum. Prísirnir á gerandisvørum eru himmalhøgir, og húsaleigurnar vitleysar, og ert tú so so óheppin at hava eina sjúku, ið krevur medisin, so skalt tú eisini rinda fyri tað.
- Egingjaldið fyri heilivág er jú ikki tað einasta gjaldið á medisinøkinum. Tú noyðist fyrst at rinda 175 krónur um mánaðin til Heilsutrygd, umframt 0,70 prosent av A-inntøkuni. Og hevur tú onga A-inntøku, ja, so fært tú gudhjálpitúmær kortini eitt uppkrav. Og tá ið ein so hevur skavað hetta saman, tá koma tey eftir egingjaldinum upp á einar 6.000 krónur, áðrenn tú fært fult tilskot.
- Tað sigur seg sjálvt, at hetta verður ov dýrt hjá summum, hóast onnur bara kunnu langa kredittkortið gjøgnum maskinuna á apotekinum.
- Tað sømir seg ikki, at vit hava slíkar sosialar blindvinklar. Tað er nóg strævið hjá teimum, ið hava ráð, at hava kroniska sjúku, hvussu ómøguligt er tað so ikki hjá teimum, sum ikki hava ráð? spyr Brynhild Thomsen.
Seinastu tíðindi

Mugu tryggja lætta atgongd til heilivág

Emil vil mennast og trívast
Hoyringarskriv til uppskot til kunngerð um næmingaráð
