Nýggjasta
Ein stórur dagur í Klaksvík, nú Brekumboðið hevði móttøku.
Leingi er tað, ið væl skal vera, og hevur verið móttøka í dag hjá Føroya fyrsta brekumboðið, ið hevur skrivstovu á Klaksvíksvegi 77.
Hetta er av sonnum ein gleðisdagur fyri MEGD, ið hevur arbeitt fyri hesum heilt síðan 2014.
Í tí fyrstu niðurstøðuni frá ST nevndini til Føroya Landsstýrið í 2014, stóðu millum annað hesi orðini:
At landsstýrið stovnar ein mannarættindastovn at fremja og verja mannarættindi í samsvari við París aðalreglurnar.
Øll árini eftirfylgjandi hevur MEGD arbeitt fyri at fáa sett á stovn eina brekrættindaeind, og seinnu árini hevur mann arbeitt við at fáa sett eitt brekumboð fyri Føroyar.
Ikki kann sigast annað enn, at hetta er ein stórur dagur fyri alt brekøki í Føroyum, nú hava vit fingið eina rødd afturat, ið verður við til at varpa ljós á brekrættindi.
Vit kunnu hóskandi spyrja, er einki hent á hesum økinum, tá tað er neyðugt við einum brekumboði. Eg kann siga, at nógv er hent og nógvir batar eru komnir hesi árini, síðan brekrættindasáttmálin av álvara er blivin kendur í føroyska samfelagnum, men enn er langt á mál.
Okkara vón er, at næsta stig verður ein brekpolitisk virkisætlan, ið MEGD hevur sóknast eftir seinastu 11 árini. Megna vit at fáa hesa ætlan setta í verk, havi eg góðar vónir um, at vit koma rættiliga langtið.
Eg vil ynskja nýggja brekumboðnum blíðan byr fram á leið, og gleða vit okkum at síggja ávirkanina í samfelagnum, nú vit hava fingið eina rødd afturat á brekøkinum.
Eg vil somuleiðis takka øllum teimum, ið hava verið við til at gera hetta møguligt, bæði landsstýrisfólkum, tingfólkum og ikki minst teimum, ið gjøgnum árini áhaldandi hava strítt fyri, at tað bar á mál.
Vegna MEGD vóru tvey eintøk av bókini LUKKA handað til Brekumboðið. Bókin varð givin út fyrstu ferð í 2016 í samband við at MEGD fylti 35 ár og er bókin endurprentað í 2018.
LUKKA er ein barnavinarlig bók, og var ætlanin við bókini, at vaksin saman við børnum kunnu lesa bókina og tosa um tey rættindi øll eiga við støði í ST- brekrættinda sáttmálanum.
Edvard Fuglø eigur myndirnar, og hava Ása Olsen og Tóru við Keldu týtt og tillaga tekstin í bókini.
Seinni um dagin vóru umboð fyri MEGD til móttøku á Toftum, í Búfelagsskapinum á Kneysum á Toftum.
Ein góður dagur.
Ása Olsen, forkvinna
Seinastu tíðindi