Fundur í norðurlendska ráðnum

juni 1, 2018

Stutt kann sigast, at uppgávan hjá norðurlendska ráðnum er at fremja og menna norðurlendskt samstarv innan brekøkið og virka fyri einum samfelagi, sum er atkomuligt fyri øll. Hetta verður gjørt við at skapa ymiskar norðurlendskar vitanarpallar, har møguleiki er at luta royndir og vitan. Arbeitt verður við at gera ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, ítøkiligan og settan í verk í Norðurlondum. 

Við hesum í huga møttist norðurlendska ráðið, sum er ráðgevandi norðurlendska ministararáðnum, mikudagin og hósdagin í vikuni. 

Á skránni var m.a. nýggja heimildin hjá ráðnum at virka frá 2018-22. Eisini fekk Føroyar orðið, har víst varð á, at tað í løtuni eru stórar broytingar og rembingar í politiska landslagnum. Hesar broytingar eru bæði til frama fyri brekøkið og eisini er okkurt, sum kundir verið gjørt betur. Spenningur er um tænastulógina, sum helst kemur til hoyringar í summar. Eisini varð víst á avbjóðingina í, at fólk, ið bera brek og hava fingið eitt heim, eru í vanda fyri at muga flyta, tá ið verkfall rakar. Hetta er als ikki at góðtaka. Eisini varð víst á revsilógina §266b, har orðið brek er sett inn, og víkir við hesum frá donsku lógini. Hetta merkir, at tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár.

Ráðið fekk mikudagin høvið at vera við á evnisdegi undir heitinum The Law As a Tool for Social Change. Her varð tosa nógv um týdningin í, at lógarsmíð byggir á ST-sáttmálan. Tó var eisini víst á, at tað væl ber til at hava góðar lógir, sum tó í verki ikki virka til frama fyri tey, ið bera brek. Sum sagt, so ber væl til at hava góðar lógur, sum tó ikki virka í verki. Tí kann sigast, at lógin á ein hátt bara er byrjanin til ynsktu broytingarnar. Veruliga arbeiðið er at síggja lógina virka í verki. Ein av røðarunum var Sid Wolinsky frá Disability Rights Advocates. Hann hevur í mong ár átt eitt sjálvboðið  advokatvirki, sum tekur sakir, har fólk, ið bera brek, eru fyri mismuni. T.d. stevndu teir í 2010 Yellow Cabs í New York, tí teirra tænasta ikki var nøktandi fyri tey, ið bera brek. Úrslitið sæst í dag í, at 50% av øllum hýruvognum í New York eru atkomuligir fyri øll. 

Vitja heimasíðuna hjá Disability Rights Advocates. 

Á evnisdegnum hevði Abbas Abbas frá felagsskapinum AlManarah Association eisini orðið. Hann kemur úr Ísrael og arbeiðir í arabiska minnilutanum har til frama fyri fólk, ið bera brek. Hann greiddi frá, at brek ofta ikki verður viðurkent, og tey, ið bera brek, ofta verða sædd sum stakklar. M.a. greiddi hann frá eini kvinnu, Houda Zoabi, sum hevði mist armarnar sum barn, og tí ikki fekk møguleika koyrt bil, hóast hon sjálv vildi tað. Hetta var nakað, sum Abbas Abbas gjørdi nakað við, og í dag hevur hon bæði koyrikort og bil.

Hygg at filmsklippi um Zoabi her. 

Eisini fekk ráðið høvið at vitja á ráðstevnuni International Initiative for Disability Leadership eisini kallað Building Bridges Beyond Borders. Ein áhugaverd ráðstevna, har 450 leiðarar innan sálarliga óheilsu frá ymiskum londum møttust at læra, reflektera, umrøða og vónandi samstarva um eina burðardygga framtíð.  

Við endan av fundinum í ráðnum var Frida Jorup frá svenska Boverket komin at tosa um Harmonisering av byggregler. Hon vísti á eina frágreiðing og tilmæli, sum er send ráðharrunum í vinnumálum við tí fyri eyga at gera byggilógirnar líkari í Norðurlondum. Hetta skal gera bygging atkomuligari og bíligari.

Á myndini eru umboð fyri Finland, Áland, Ísland, Norra, Svøríki og Føroyar.

Seinastu tíðindi

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024

Uppskot til nýggja fosturtøkulóg

februar 5, 2024

Brekrættindaumboð: Frá pappíri til lógarfest rættindi

januar 23, 2024