Nógv meira ráðgeving

mai 6, 2015

Byrjaði at arbeiða sum Barnaráðgevi í Keypmannahavn í 2008. Arbeiðið hjá mær var at ráðgeva foreldrum, har barn teirra júst hevði fingið eina ella fleiri diagnosir, var øðrvísi ella hevði fingið heilaskaða o.l. Eg fylgdi við barninum inni í barnagarðinum, á vøggustovuni, í skúlanum ella í frítíðarskúlanum.

Endamálið við ráðgevingini var at fáa alt netverkið hjá barninum at arbeiða saman um barnið soleiðis, at barnið fekk rættan stuðul frá øllum við somu vegleiðing, so tað kundi mennast. Eg nýtti nógva tíð uppá at vísa foreldrum og netverkinum, hvussu mann brúkar og ger Boardmaker talvur, ymsar venjingar, týdningin í at skipa/strukturera ein gerandisdag og at arbeiða við kenslum við t.d. KAT kassanum. Eisini lærdi eg starvsfólk at nýta sosialar søgur við børnunum, ið høvdu torført at skilja tað sosiala lívið, sum terapi, ella at broyta eina óhóskandi gerð, ella at finna út av, hvussu barnið lærur betur.

Heim til Føroyar 2010

Kom heim til Føroyar at arbeiða í 2010, og hevði úr at gera við at ferðast millum vøggustovur, barnagarðar, skúlar og frítíðarskúlar at ráðgeva og vegleiða starvsfólkum og foreldrum teirra júst sum í Danmark.

Í Danmark var hetta arbeiðið meira skipað. Sálarfrøðingar, heilsusystrar, tali- og hoyrilærarar og námsfrøðingar/stuðlar arbeiddu øll í sama húsi og høvdu javnan fundir saman. A tann hátt var lættari at arbeiða og skjótari at fokusera uppá, hvør trupulleikin var. Tað var skjótari at stuðla barninum, har tað var, við at geva røttu amboðini til tey, ið vóru um barnið, og soleiðis gera lívið eitt sindur lættari hjá øllum. 

Alt ov lítil ráðgeving

Í mínum arbeiði sum Barnaráðgevi komi eg dagliga í samband við foreldur, ið hava tað torført, tí tey kenna seg einsamallan við barni teirra. Tey hava brúk fyri hjálp (amboðum) ella bara brúk fyri at kunna hjálpa og skilja barn sítt. Ofta er ov long tíð gingin, og tí hevur barnið fingið fleiri trupulleikar ella avbjóðingar, sum summi kalla tað, tí tey hava bíðað ov leingi eftir ráðgeving.

Ein lærari greiddi frá, at hon hevði skrivað fleiri brøv og hevði áhaldandi ringt eftir hjálp til ein næming, ið treivst sera illa. Hetta byrjaði, tá ið næmingurin kom í fyrsta flokk, nú gongur hann í 4. flokki, og nústani er hjálpin komin. Hetta er ikki eitt eindømi, og veit eg nógvar søgur frá starvsfólkum og foreldrum, ið hava roynt leingi at fáa ráðgeving, tá ið barnið ikki mennist sum ”vanlig” børn. 

Diagnosir, og hvat so?

Hvat verður gjørt, tá ið ein kemur av Psykiatriska deplinum og hevur fingið at vita, at barn teirra hevur Autismu? ADHD? Angist? Tunglyndi? OCD? Seinfylgir av at verða ov tíðliga fødd/føddur o.s.fr.

Onkur teirra hevur fingið hjálpartól, amboð, so sum boardmaker, men ána ikki, hvussu tey skulu nýta tilfarið, onnur lesa um diagnosuna á netinum o.a. Hesi foreldur greiða frá, at tey bert eru foreldur og ikki serfrøðingar ella yrkisfólk.

Ein mamma segði: “Sjálvandi eri eg kedd um, at sonur mín hevur fingið eina diagnosu, eg visti væl, at har var okkurt heilt galið, men eg eri meira hørm ella syrgin um, at eg ikki veit, hvat eg skal gera sum mamma, eg veit ikki, hvussu eg skal hjálpa honum.”

Hesa søguna, ella líknandi søgur, havi eg hoyrt nógvar av ta tíðina, eg havi arbeitt sum ráðgevi. Dagliga møti eg eisini nógvum starvsfólkum, ið ikki vita, hvat tey skulu gera fyri at lætta um støðuna hjá barninum, fáa barnið at trívast og fáa tað betur, finna stevið. Hvat vita tey um hesar diagnosur, ella hvussu skulu tey hjálpa barninum, og vita hvørji amboð eru góð at brúka. 

Havi bert havt sera gott samstarv við starvsfólk, ið hava tikið móti mær við opnum ørmum. Og tað er oftast eg, ið savni saman øll, ið eru um barnið, so vit fáa eitt tætt og gott samstarv allan vegin í gjøgnum. Vit gera ella seta nøkur fokus punktir saman, so øll vita júst, hvat tey skulu arbeiða við. Tað er fantastiskt at uppliva, hvussu skjótt barnið broytist, fær tað gott, finnur stevið, finnur seg sjálvan, kennir seg at verða skilt og kennir seg trygt, kann fara í gongd við at mennast í sínum egna ”tempo”, og tað er ok, tí øll rundan um tað, skilja tað.

Eg spurdi ein drong, ið eg hevði fylgt í eitt ár: "Hvussu hevur tú tað nú?" "Eg havi tað gott nú." (Levi 6 ár). Og tað er tað, vit, ið ráðgeva, arbeiða fram ímóti hvønn dag - fyri øll børn!!!

Hóast eg ikki arbeiði út frá diagnosum, so veit eg sjálvandi, hvussu eitt barn við t.d. autismu trívist og mennist best, men fyrst og fremst má eg kenna barnið og brúki nógva tíð saman við tí.

Tann reyði tráðurin

Bára skal í studentaskúla aftaná summarfrítíðuna, men hon hevði tunglyndi og fekk staðfest ADHA fyri tveimum árum síðani. Bára hevur ikki gingið í skúla í 4 ár, men hevur fingið heimaundirvísing hesi árini.

Tá ið eg komi til Báru, er hon bara heima, men vil fegin í gongd við lívið. Foreldrini eru hørm um støðuna, men vita ikki, hvussu tey kunna fáa Báru "í gongd". Vit avtala, at hon skal gera smáar uppgávur uttan fyri heimið í fyrstuni. Aftaná fyrsta árið kemur Bára sjálv út, fær vinir og fer í 10. flokk.

Nú vil hon í studentaskúla. Men hvørki foreldrini ella Bára vita, um tað er ráðiligt, ella hvat tey skulu gera. Eg avtali ein fund við skúlan, har hon gongur, saman við Báru og foreldrunum. Vit finna út av, at tað letur seg væl gera, tí gentan er fakliga væl fyri. Vit fara á fund í studentaskúlanum, har vit avtala karmarnar, og at hon kemur at ganga har í 4 ár, so hon bert hevur fáar lærugreinar og royndir í senn. Tað gongur sera gott og lærararnir vita av, at Bára skal hava meira tíð.

Ráðgevin fylgir barninum

Tað er umráðandi, at ráðgevin fylgir við barninum soleiðis, at barnið ikki skal í gjøgnum meira enn neyðugt, t.d., tá ið tað skiftir frá barnagarði til skúla, frá skúla til miðnámsskúla, soleiðis at skúlin veit, hvat tað er fyri ein næmingur, ið tey fáa inn gjøgnum hurðina. Havi verið við til fleiri broytingar, har skúlin má tillaga seg næmingin t.d., at næmingurin fær hjálp at gera skúlating, kanska smáar steðgir/fríløtur, soleiðis at næmingurin kann vera við og gjøgnumføra skúlatingini so at tað eydnast.

Bæði foreldur og barnið fegnast um, at tað er tann sami, ið fylgir við, kann ráðgeva og halda foreldur og barnið til, hóast tað kann verða trupult at "hanga í". Men við ráðgeving og umsorgan koma tey víðari, og ofta eru nógvir tankar og nógvar kenslur, ið skula arbeiðast við. Foreldur siga, at tey føla seg ofta at vera slept uppá fjall, tað er torført at fáa hjálp, tað tekur ov langa tíð og er ov trupult.

Tað vildi verði fantastiskt, um tann sama skipanin hevði verið í Føroyum, har fleiri serfrøðingar arbeiða tætt saman og kunnu sparra.

Ótrúliga nógv foreldur og børn teirra hava brúk fyri stuðli og ráðgeving til barn/børn teirra. Hevur barnið tað ikki gott, hevur familjan tað heldur ikki gott! 

"IT TAKES A VILLAGE TO RASE A CHILD"

Angela Petersen, barnaráðgevi

Seinastu tíðindi

Søguligt frambrot við brekumboði

desember 20, 2024

Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur

desember 18, 2024

Tilmælini frá brekrættindanevndini tøk á føroyskum

desember 18, 2024

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024