Skrá fyri altjóða dag teirra, ið bera brek

november 29, 2018

Aftur í ár skipar MEGD fyri almennum tiltaki á degi teirra, ið bera brek. Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum í Føroyum, har serstøk myndaframsýning letur upp 3. desember kl. 15.00.

Hvørt ár verður altjóða dagur teirra, ið bera brek hátíðarhildin um allan heim. Endamálið við degnum er at varpa ljós á umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek. Tað vóru Sameidu Tjóðir, sum ásettu 3. desember at vera dagur teirra, ið bera brek. ST ásetur eisini hvørt ár eitt yvirskipað evni fyri dagin.

Í 2018 er evnið „At geva fólki, ið bera brek, megd og at tryggja inklusjón og javnrætt”.

Skrá fyri dagin:

Vælkomin - Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD
Visjónin Positive Exposure, Rick Guidotti, myndamaður
Røða - Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Levi Hanusarson letur myndaframsýningina upp
Kórið Xperiment syngur

Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis :)

Stuðlar eru: Sjúkrakassagrunnurin, Kiwanis, Pelagos, Tórshavnar kommuna, JFK, BankNordik, Norðurlandahúsið, Atlantic Airways, Lions Club, Skansi Offshore, Betri, Føroya Bjór, Krúnborg, Norðoya Sparikassi, Myndlist, Vónin, KBI og Mentanargrunnur Landsins.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024