Altjóða dagur teirra, ið bera brek

desember 6, 2018

3. desember skipaði MEGD fyri hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Levi Hanusarson lat myndaframsýningina "Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist" upp, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevði orðið og Rick Guidotti, myndamaður, segði frá visjónini Positive Exposure. Eisini sang kórið Xperiment.

Forkvinnan í MEGD, Tóra við Keldu, beyð vælkomin til dagin, og her er nakað av tí, hon segði:

Altjóða dagur teirra, ið bera brek, er í dag. Ja, eg beri brek, men eg eri so nógv meira enn tað. Hetta er hugburðurin, sum helst skal endurspegla dagin. Sum tit fara at hyggja at myndunum og persónligu søgunum, sum eru niðanfyri, er okkara vón, at “Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist” gerst veruleiki.

Fleiri myndir frá degum her.

Eg vísi einum góðum vini eina av myndunum. Tað fyrsta hann segði var, hvat feilar hesum. Ja, tað er kanska tað, sum vit fyrst hugsa um. Hvat feilar. Men hvussu er við øllum tí, sum ikki feilar. Evnini, sum bíða eftir at vera nýtt. Vón okkara er, at fyrr ella seinni fara evnini ikki at nýtast at bíða longur, men heldur verða virkin og koma øllum samfelagnum til góða. Vit eru øll tilfeingi, og vit vilja øll fegin vera við.

____

Tað vóru Sameindu Tjóðir, sum ásettu 3. desember at vera dagur teirra, ið bera brek. ST ásetur eisini hvørt ár eitt yvirskipað evni fyri dagin. Í 2018 er evnið "At geva fólki, ið bera brek, megd og at tryggja inklusjón og javnrætt".

Í dag búgva 7 milliardir íbúgvar í heiminum. Fleiri enn ein milliard, ella okkurt um 15% av heimsins íbúgvum, liva við onkrum slagi av breki. Í Føroyum siga vit vanliga, at talið er um 10%.

Evnið í ár setur fokus á at geva teimum, ið bera brek, møguleika fyri inkluderandi, rættvísari og burðardyggari menning sum part av teimum 17 Heimsmálunum hjá ST. Yvirskipað verður hugsað um eina javnvág millum búskaparliga, sosiala og umhvørvisliga menning. Heimsmálini hjá ST vísa á 17 mál, sum fyri ár 2030 kunnu skapa ein betri heim. Málini plikta samstundis limalondini at taka øll við.

-----

Uttan stuðlar var verkætanin "Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist" ikki møgulig. Sjúkrakassagrunnurin var skjótur og játtaði stuðul. Tað var kanska startskotið. Síðani tá havi eg ofta hugsað, at nú havi eg vassað ov langt út. Men nú standa vit her. Eins og eg vil takka Sjúkrakassagrunnunum, so vil eg eisini takka Kiwanis, Krúnborg, Lions Club, Atlantic Airways, JFK, Betri, Skansi Offshore, Mentanargrunni Landsins, BankNordik, Norðoya Sparikassa, Norðurlandahúsinum í Føroyum, Tórshavnar kommunu, Føroya Bjór, Pelagos, Vónini, Myndlist og KBI.

Ein, sum ikki stendur á listanum er Fotostudio, Finnur Justinussen, sum hevur veitt serkøna hjálp t.d. við at finna hesa fínu fyritøkuna Xprint, sum hevur gjørt myndirnar lidnar. Tá ið ein slík verkætlan skal gerast veruleiki, tá kennur mann veruliga, hvussu týdningarmikil serkøn hjálp og ráðgeving er. Eisini takka vit Estra/Vasti fyri print og góða tænastu, og grafikarafyritøkuni Else fyri uppsetan.

____

Í september vóru vit á ferð í Føroyum. Saman við myndamanninum Rick Guidotti, sum sjálvur fer at siga okkum um visiónina Positive Exposure, vitjaðu vit Setrinum hjá lesandi sjúkrarøktarfrøðingum og á Almannaverkinum. Rick tók m.a. myndir á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, har hann hitti starvsfólk, foreldur og børn, á Skúlanum á Trøðni í Tórshavn, í Tofta Skúla, á Verkstaðnum á Brekku og útibarnagarðinum Fjallafípuni í Klaksvík. Eisini vitjaðu vit Eydnudeild Føroyar, har tey spæla hondbólt.

Eg hevði tosað við Rick um, at føroyingar ikki eru so opnir, og møguliga fór hann ikki at hava so lætt við at taka myndir. Kanska fóru fólk at siga nei. MEN so var ikki. Óalmindiligt, sum fólk vóru opin og erlig. Blíð, tað væntaði eg.

Fari at takka øllum, sum eru komin at hátíðarhalda dagin saman. Takk tit, sum játtaðu at vera við í myndaframsýningini.

Við hesum orðum gevi eg Rick Guidotti orðið. Takk fyri, Pól í Skorini, at tú setti tíð av til at tulka.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024