Røðan, ið Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, helt 3. desember

desember 6, 2018

Fyrst vil eg nýta høvið til at takka MEGD fyri, at tit aftur í ár hava gjørt tað møguligt hjá okkum at hátíðarhalda altjóða dagin teirra, ið bera brek í Føroyum og fyri, at eg havi fingið heiðurin at flyta fram eina røðu.

Hetta er fjórðu ferð, at eg eri við til at hátíðarhalda altjóða dagin teirra, ið ber brek, sum landsstýriskvinna í almannamálum og tað er ein dagur, sum eg síggi fram til á hvørjum ári, hóast vit øll helst eru samd um, at tað ímillum hátíðarhaldini, at tey veruligu tøkini verða tikin.

Hesin dagur gevur okkum øllum høvi til at steðga á og hugsa um, hvar vit eru og hvagar vit vilja í mun til málið at tryggja fólki, sum bera brek, javnbjóðis rættindi og møguleika at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Altjóða dagur teirra, ið bera brek verður hildin 3. desember á hvørjum ári kring allan heimin og evnið, sum ST hevur ásett í ár er ”at geva fólki, ið bera brek, megd og at tryggja inklusjón og javnrætt”.

Tað eru nógvir hættir at varpa ljós á hetta málið og eisini nógvir mátar vit í felag kunnu røkka málinum.

Um eina løtu verður myndaframsýningin “Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist” latin upp. Tað er MEGD, sum hevur tikið stig til hesa forvitnisligu framsýning, sum myndamaðurin Rick Guidotti hevur tilevnað og sett upp. Rick kemur sjálvur at greiða frá hugskotinum og hugsjónini handan myndaframsýningina.

Welcome back to the Faroe Islands Rick - I´m looking forward to hear your presentation and to see your exhibition 

Sum eg havi skilt so er visjónin hjá Rick at broyta vanahugsan av fólki, sum bera brek við myndum og søgum.

Júst hetta við at broyta vanahugsan av fólki, sum bera brek, er alneyðugt, skulu fólk, sum bera brek veruliga inkluderast í samfelagið.

Tað eru ikki nógv ár síðani at fólk, sum bera brek, so at siga vóru goymd burtur á stovnum bæði uttanlands og í Føroyum. Tíbetur er hetta broytt. Tað er tó umráðandi, at vit áhaldandi arbeiða ímóti hesi vanahugsan - skulu fólk, sum bera brek, veruliga teljast við í samfelagið og tað er ein uppgáva, sum vit øll mugu lyfta í felag.

Fyri nøkrum árum síðani vísti ein kanning, sum danska central handicaprådet lat gera, at fólk, sum bera brek, nærum onga rúmd hava í donskum tíðinadaflutningi – og tá fólk, sum bera brek, eru við í tíðindaflutninginum - verða tey antin viðgjørd sum hetjur, sum megna okkurt óvanligt ella offur í almennum skipanum. Táverandi formaðurin í danska central handicapråd vísti tá á, at tað ikki er løgið, at nøkur fólk síggja fólk, sum bera brek sum serlingar, tí tey síggja ikki annað og vita ikki betur.

Líknandi kanning er ikki gjørd í Føroyum, men um vit hugsa okkum um eina lítla løtu - so er tað helst ongin orsøk at halda, at støðan ikki er áleið tann sama í Føroyum.

Kann tó ikki lata vera við at nevna forsíðumyndina á Kvinnu í desember í 2016, tá forkvinnan í MEGD Tóra við Keldu saman Elini Løkin og Kristu Mørkere vórðu avmyndaðir í jólastási. Henda forsíðan var ikki stórt øðrvísi enn aðrar forsíður á Kvinnu og tó hevur júst henda forsíðan nógv størri týdning enn vit geva okkum far um. Tað, at fólk, sum bera brek bjóða seg fram og vísa seg fram eins og onnur gevur íblástur og áræði til onnur, sum eru í somu støðu - eins væl og tað er við til til at broyta vanahugsanina, sum tíverri enn er millum fólk.

Sum landsstýriskvinnan kann eg gleðast um, at vit í Føroyum eru ávegis í mun til málið um at tryggja javnbjóðis rættindi og møguleika at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Sitandi samgonga setti sær sum mál at virka fyri at fremja nýskipanir á almannaøkinum, sum skulu tryggja øllum borgarum góða tænastu, rættartrygd og møguleikar at liva og virka í Føroyum.

Vit eru farin undir størstu brekpolitisku átøk nakrantíð við uppskotinum til vælferðarlóg og íløguætlanini um fleiri vardar bústaðir.

Í løtuni verður síðsta hond løgd á uppskotið til vælferðarlógina, sum verður løgd fyri Løgtingið fyrst í komandi ári.

Vælferðarlógin kemur ístaðin fyri Forsorgarlógina, sum hevur roynst okkum væl, men eisini má sigast at hava tænt fyri seg.

Við uppskotinum verður kós sett fyri, hvussu partar av føroysku vælferðarskipanini skulu skipast framyvir soleiðis, at borgarar, sum ikki megna at uppihalda sær og sínum og borgarar, sum bera brek ella hava varandi sjúku fáa neyðugar veitingar og tænastur til tess at virka á jøvnum føti við aðrar føroyingar.

Uppskotið til vælferðarlóg er smíðað við krøvunum sum nútiðarsamfelagið setir í huga. Dentur verður lagdur á sjálvsavgerðarrætt borgarans soleiðis, at tænastur og veitingar verða veittar við støði í tørvi og ynski borgarans í mun til egna lívsstøðu og soleiðis, at borgarin hóast tarn ella sjúku fær eitt fyri hann nøktandi og innihaldsríkt lív.

Uppskotið byggir m.a. á tilmælið um tænastupolitikk við heitinum ”Borgarin takast uppá ráð” og frágreiðingina til tilmæli, sum eg fekk handað í januar 2017 og sum umboð fyri MEGD hava verið við til at orða.

Eg skal nýta høvið at takka MEGD fyri tykkara luttøku í arbeiðinum at orða tænastupolitikkin – eg vissa tykkum um, at bæði tilmælið og frágreiðingin dúgliga verða brúkt og ofta verða tikin fram av løgtingslimum undir tingviðgerðum og í ymisku løgtingsnevndunum.

At hava ein nøktandi bústað er fyritreytin fyri, at fólk trívast, mennast og hava eitt virðiligt og virkið lív. Í næstum verða vardir bústaðir bygdir í Suðurstreymi fyri 200 mió. kr. til fólk, sum bera brek, umframt børn, sum eru sett heiman. Gongst sum ætlað verða áleið 70 nútímansgjørdir og nýbygdir vardir bústaðir klárir at flyta inn í komandi árini. Harumframt verða eisini umstøður til umlætting og
dagtilboð munandi betri. Tað skal vera mín vón at hesir bústaðir fara at gera mun og viðvirka til, at fólk, sum bera brek í størri mun enn higartil fáa møguleika at velja sær ein bústað og at bústaðirnar viðvirka til eitt virðiligt og virkið lív.

Komandi ár skulu Føroyar aftur lata frágreiðing til ST-nevndina um, hvussu gongur við at seta í verk Breksáttmálan í Føroyum. Eg eri greið yvir, at tað framvegis eru nógv tøk eftir at taka fyri at liva upp til ásetingarnar, sum eru í sáttmálanum, men kortini haldi eg, at vit eiga at fegnast um, at vit mið- og stigvíst arbeiða framímóti málinum.

Almannamálaráðið fer nú undir at skriva frágreiðingina til ST, og eg fari at gera mítt til, at Føroyar hava fingið eina brekpolitiska virkisætlan, tá frágreiðingin verður latin ST-nevndini miðskeiðis í 2019.

At enda vil eg enn einaferð takka MEGD fyri dagin og ynskja okkum øllum ein góðan dag.

Seinastu tíðindi

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024

Uppskot til nýggja fosturtøkulóg

februar 5, 2024

Brekrættindaumboð: Frá pappíri til lógarfest rættindi

januar 23, 2024