Alt velst um eygað, sum sær

august 1, 2013

Væl kann vera, at truplar støður kennast meiningsleysar, men hvussu er, tá ið fólk finna meining í meiningsloysinum? Paulo Coelho sigur tað soleiðis: “Tað eru løtur, tá ið trupulleikar koma inn í lívið, og vit fáa einki gjørt fyri at umgangast teir. Men av onkrari orsøk eru trupulleikarnir har, og bara tá ið vit hava sigrað teir, skilja vit, hví teir vóru har”.

Mrs. Brown gjørdist mamma at 22 børnum, 13 livdu, 9 doyðu sum smábørn og tíggjunda barn hennara varð føtt við likamligum breki. Í fátøkum og torførum korum í Dublin í 1932 byrjar lívið hjá Christy Brown. Hugvekjandi søgan, sum er kend undir heitinum My Left Foot, er um Christy og bardaga hansara at finna innihald og meining við lívinum. Helst størsta týdningin í trilvan hansara, hevði stóra familja hansara, har hann vaks upp.

Brek hansara gjørdi tað trupult hjá honum at samskifta við umheimin. Fá vistu verulig, hvør persónurin inni í kroppinum var. Mamman stríddist fyri at geva honum virðilig kor, men tá ið hann sum smádrongur lærdi at lesa og skriva, lat ein nýggjur og ókendur heimur seg upp fyri honum, og skjótt nýtti hann nógva tíð bæði at lesa og skriva. 

Vinstri fótur hansara var lívsgrundarlagið. Vinstri fóturin helt bókini, skrivaði bókstavirnar og førdi matin inn í munnin. Seinni førdi vinstri fótur eisini pensilin á løriftinum og spældi vakrar tónar á klaverinum. 

Christy Brown var dagliga saman við øðrum børnum við breki, og ein dagin, eftir løtuna saman við teimum, skrivaði hann: “Okkum tørvar sjálvsálit og vinsemi, eins nóg og, ella meira, enn læknahjálp. Tað er ikki bara vøddar og liðir, sum nerva okkum, men av og á eisini tankar okkara, tað innara menniskjað, sum tørvar størri umsorgan, enn avskeplaðu armar og bein okkara. Eitt barn við skeivum munni og avskeplaðum hondum, kann lætt fáa skeivan og avskeplaðan hugburð til sín sjálvs og til livið sum heild, serliga um barnið sleppir at vaksa upp við hesum hugsanum uttan hjálp at skilja tað. Um myndin av “at vera øðrvísi” samanborið við eitt normalt barn fær loyvi at festa rót í huganum og fylgja barninum upp í ungdómsárini, og at enda til vaksna lívið, verður lívsáskoðanin eins avskeplað og likamið. Lívið gerst bara ein spegilsmynd av skeivleika og kenslubornari, persónligari pínu.”

Víðari skrivar Christy: “Men saman við hesum børnunum er øðrvísi. Her eru vit saman við okkara egnu, um eg so má siga. Vit eru umringað av fólki við líknandi breki, og onkuntíð við størri breki, og vit síggja, at okkara gamla “øðrvísi” í grundini ikki er so øðrvísi. Frá at síggja okkum sum virðisleys ella sum eina byrðu fyri onnur, síggja vit, at fólk eru, sum skilja, fólk sum í veruleikanum hava halgað lív sítt at hjálpa okkum, soleiðis at vit sjálvi skilja alt betur, so tað at enda kann spyrjast okkurt framúrskarandi úr sorg okkara.”    

Men tá ið trupulleikar koma inn í lívið, gerast spurningarnir ofta fleiri enn svarini. Um nú mamma Christy ikki hevði valt at hava hann heima og skapa umstøður fyri at læra, hevði hann tá sitið einsamur og innistongdur í likami sínum á onkrum heimi fyri fólk við breki? Hevði kroppur hansara verið eitt fangahús við kenslum sum óbrúkiligur og miseydnaður? Svarið er óivað, at familjan sá ikki Christy við breki, nei, tey sóu hann sum eitt heilt menniskja við tørvum júst sum onnur menniskju.

Alt velst jú um eygað, sum sær. Tá Christy Brown sum rithøvundur alment skuldi svara spurningum um lív og verk sítt, hevði hann vanliga umsetara, tí torført var at skilja tað, hann segði. Tá varð umsetarin ofta spurdur: “Vil hann hava sukur í kaffi?” Hetta gjørdi hann sjálvandi firtnan. Sjálvt sum viðurkendur rithøvundur, høvdu fólk ilt við natúrliga at hyggja inn í eyguni á honum og tosa við hann. Men tá ið tosað verður uttan um okkum, hvar er tá virðingin?

Spurningurin leiðir meg til fleiri spurningar. Hvør er í dag røddin hjá teimum, sum bera brek? Hvør letur hurðar upp og skapir møguleikar? Hvussu síggja vit í Føroyum tey, ið bera brek? Hvussu er við skúlatilboði, sum veruliga kann lata hurðar upp, hvussu er við arbeiði, sum veruliga kann skapa lívsgrundarlag, og hvussu er hjá fólki við breki at ferðast lættliga í skipi, flogfari, bili ella úti í býnum. Jú, vit hava undirskrivað sáttmálar, smíðað lógir og alment viðurkent týdningin av, at pláss skal vera fyri øllum. Men væl møguliga er ov langt frá bókstavi ella orði til verk?

Tóra við Keldu

Seinastu tíðindi

Søguligt frambrot við brekumboði

desember 20, 2024

Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur

desember 18, 2024

Tilmælini frá brekrættindanevndini tøk á føroyskum

desember 18, 2024

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024