”HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFELAGIÐ AT FORELDUR IKKI SLEPPA TIL ARBEIÐIS?”

mars 18, 2026

Í døgunum fram til løgtingsvalið fer MEGD at leggja greinar út frá felags fundinum sum varð hildin í MEGD húsinum í sambandi við Løgtingsvalið 2026 - eina grein fyri hvønn politiskan flokk – har valevni úr politisku flokkunum luttóku og søgdu sínar hugsanir og ætlanir við at menna brekøkið. Fyri Framsókn luttóku Esmar Joensen og Súsanna Olsen.

Esmar Joensen kennir inn at egnum lívi hvussu avbjóðandi tað kann vera tá vælferðarskipanir ikki eru til fyri borgaran ella avvarðandi. Alt ov ofta er neyðugt at endurtaka tað sama umfatur og umaftur við ymiskar myndugleikar. Tískil er neyðugt við eini felags journalskipan, ið hevði styrkt umstøðurnar bæði hjá starvsfólkum og borgarum. Í sama høpi setti Esmar sera góða spurningin ”hvat kostar tað ikki fyri samfelagið at foreldur ikki sleppa til arbeiðis”? Esmar sær teir greiðu fyrimunir, ið tað gevur, at hava væl útbúgvið starvsfólk innan vælferðarøki, og fer tí eisini raðfesta at betra um útbúgvingarmøguleikarnar, verður hann valdur.

Súsanna Olsen, ið hevur drúgvar royndir við undirvísing, m.a. innan vælferðarøkið, førdi fram, at vælferðarsamfelagið er til júst fyri fólk, ið bera brek. Tað nyttar lítið at púra ókritiskt flyta danskar lógir og skipanir yvir í føroyskt høpi, bæði tí at tað er óneyðuga kostnaðarmikið og óeffektivt, men eisini tí at tað endurspeglar sjálvdan føroyska samfelagið og føroyska mentan. Hinvegin er neyðugt at vælferðarskipanir verða mentar í føroyskum høpi, m.a. saman við feløgunum hjá fólkið, ið bera brek. Verður hon vald, fer Súsanna at virka fyri at stovna eina brekpolitiska virkisætlan, og styrkja serskúlatilboðini til fólk við breki. Harumframt er neyðugt at raðfesta meginfelagið MEGD, og løgfrøðiligu ráðgevingina hjá MEGD, ið ger ovurstóran mun fyri fólk, ið bera brek, og avvarðandi teirra.

MEGD fegnast um at Framsókn fer at virka fyri at gera arbeiðsmarknaðin meiri rúmligan til frama fyri fólk við breki og avvarðandi teirra, at betra um útbúgvingarmøguleikarnar á vælferðarøkinum og at styrkja føroysk lógarsmíð og feløg hjá fólki, ið bera brek. Hetta kann verða eitt týðandi stig á leiðini at fremja altjóða brekrættindasáttmálan í verki, serliga greinar 19 um sjálvstøðugt lív og grein 27 um arbeiði og starvssetan. MEGD ynskir bæði Esmari, Súsonnu og Framsókn eitt gott val.

MEGD er politiskt óheft, men ynskir áhaldandi at samstarva á jøvnum føti við allar teir politiskar flokkar og myndugleikar, ið arbeiða við fremja vælferð í verki, her undir rættindi fólki, ið bera brek, í øllum aldrum.

Seinastu tíðindi

”HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFELAGIÐ AT FORELDUR IKKI SLEPPA TIL ARBEIÐIS?”

mars 18, 2026

”TAÐ NYTTAR EINKI AT HAVA EINA FLOTTA LÓG OG SO IKKI SETA PENGAR AV”

mars 16, 2026

"VÆLFERÐ ER EIN ÍLØGA"

mars 15, 2026

"VÆLFERÐ ER EIN ÍLØGA"

mars 15, 2026