Sálarlig helsa hjá børnum og ungum á skrá í norðurlendska ráðnum

mars 28, 2019

Á fundinum í "Rådet för nordiskt samarbete om funktionshinder", var sálarheilsa hjá børnum og ungum, ið bera brek, í skúlanum sett á skrá. Í norðurlendska ráðnum sita umboð fyri meginfeløgini á brekøkinum saman við embætisfólki.

Tvær ferðir um árið hevur "Rådet för nordiskt samarbete om funktionshinder", sum verður umsitið av NVC, fund. Ráðið er sett saman við áhugafeløgum og embætisfólki. MEGD og Almannamálaráðið hava hvør sín sess í ráðnum.

Heimasíðan hjá ráðnum.

Umframt at tosa um framstig og avbjóðingar í londunum, varð orð sett á, hvussu sálarheilsan hjá børnum og ungum, ið bera brek, er, tá ið hugsað verður um útbúgving. Hvørjar kanningar og granskingar eru á økinum, og hvat vita vit um børn og ung, ið bera brek, og sálarheilsu?

Londini vístu m.a. á frágreiðingar, gransking og verkætlanir, sum yvirskipað vístu, at børn og ung, ið bera brek, eru serliga útsett, tá ið tosað verður um góða sálarliga heilsu. Hagtøl vísa, at fleiri eru einsom, sakna vinir og hava ilt við at vera partur av felagsskapinum. 

Í Føroyum hava vit ikki gransking júst á økinum um børn og ung, ið bera brek, og sálarheilsu. Tó vísa kanningar, at rákið er nakað tað saman í Føroyum, sum í grannalondunum.

Í Føroyum hava vit í fleiri ár tosað um skúlan fyri øll. Tó hava vit av royndum sæð, at avbjóðingin í inklusjón ikki einans gerst veruleiki, tá næmingar eru í sama rúmi. Tað ber til at kenna seg uttan fyri felagsskapin, hóast øll eru í sama rúmi. Tað ber til at vera næmingur í einum lítlum ella stórum skúla, har fá leggja merki til tín. Hetta hevur gjørt, at serflokkar í fólkaskúlum, við góðum úrslitið, aftur eru at síggja. Eisini hevur Skúlin á Trøðni góð úrslit at vísa á.

Heimasíðan hjá Skúlanum á Trøðni

Serliga skipað miðnám er í dag veruleiki og á miðnámsskúlunum verður arbeiðið lagt í at ráðgeva næmingum, ið hava avbjóðingar. T.d. varð frágreiðing við tilmæli undir heitunum "Sálarheilsan hjá føroyskum miðnámsskúlanæmingum" gjørd av Súsannu Skaale og Anniku Helgadóttir Davidsen. Í frágreiðingini stendur, at sálarligur vantrivnaður millum ung hevur seinastu árini verið staðfestur sum ein vaksandi trupulleiki millum ung í teimum londum, vit vanliga samanbera okkum við. Tó vantar okkum vitan um sálarliga trivnaðin hjá føroyskum ungdómum.

Hóast ung, ið bera brek, ikki ítøkiliga er partur av kanningini, eru úrslitini áhugaverd, tí avbjóðingar í barna- og ungdómslívi líkjast hjá flest øllum.

Les frágreiðing og tilmælini "Sálarheilsan hjá føroyskum miðnámsnæmingum" her.

Eisini er granskingin hjá Tóru Petersen "Mental health among youth in The Faroe Islands, Who is responsible? What is being done?" áhugaverd.

Les "Mental health among youth in The Faroe Islands" her.

Har stendur m.a., at "í fólkaskúlalógini stendur í § 2, at uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini."

Her verður víst til øll børn. Hetta er ein gein, sum eigur at galda fyri øll og eigur hon tí eisini at verða tikin í størsta álvara. Kanska serliga, tá ið vit vita, at góð sálarlig heilsa hjá børnum og ungum er ein avbjóðing.

Vit vita, at talið av næmingum, við avbjóðingum er vaksandi. Tá er hugvekjandi at lesa Petersen, ið peikar á, at "the educational counselling system exists to provide any additional support pupils may need for successful personal development. A report from June 2014 shows that the number of pupils receiving educational counselling has increased from 380 pupils in 2011, to around 450 pupils in 2014. Despite this, the funding for the system has remained virtually unchanged. One of the conclusions of the report is that the system of educational counselling should be thoroughly re-examined and that structural changes should be made so that supply meets demand."

Eisini varð spurt um góð dømi um skúlaumhvørvi, har næmingar trívast. Her kunnu vit vísa m.a. til serflokkar, Skúlan á Trøðni, Lopfjølina, skúlatilboðið hjá Dugna og Serliga skipað miðnám. 

Á myndini eru:

Ola Balke, Myndigheten för delaktighet
Eva Buschmann, forkvinna í FFO
Anna Bjorshol, Bufdir
Doris Bjarkhamar, Almannaráðið, Føroyar
Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD
Susanne Broman, Ålands Handikappförbund
Gunilla Lindqvist, almannamálaráðið, Álandi
Sif Holst, næstformaður í Danske Handicaporganisationer
Leif Olsen, Viden til verfærd
Þór Þórarinsson, almannamálaráðið, Ísland 
Anders Meilvang, formaður í Niik
Päivi Nurmi-Koikkalainen, almannaráðið, Finland 
Anna Caldén, psykosociala förbundet SAMS
Þuríður Harpa Sigurðardóttir, forkvinna í ØBI
Eva Franzén, direktør NVC
Maria Montefusco, NVC, skrivari í ráðnum

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024