MEGD til hoyring hjá ST-nevndini

apríl 3, 2019

Í døgunum 2. og 3. apríl var MEGD til hoyring hjá ST-nevndini við støði í frágreiðing við evnislista “List of Issues”, sum vísir á avbjóðingar á brekøkinum.

Í frágreiðingini verður víst á, at enn eru avbjóðingar hjá persónum, ið bera brek í Føroyum. Føroyska frágreiðingin er partur av frágreiðing, ið er gjørd saman við limafeløgunum og meginfeløgunum í Danmark og Grønlandi.

Avbjóðingar eru m.a. innan heilsu, útbúgving og atkomu. Í frágreiðingini eru spurningar, sum vit vóna at ST-nevndin fer at spyrja Føroya Landssýri og sum Landsstýrið fer at svara.

Føroyar avgjørdu í 2009, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, skal vera galdandi fyri Føroyar. Nøkur framstig eru seinastu árini tikin, og fleiri eru vónandi á veg.

Les allan evnislistan, List of Issues, og føroyska ískoytið her: List of Issues

 

Afturvendandi avbjóðingar

Í frágreiðingini eru afturvendandi avbjóðingar, sum m.a. at í 2014 mælti ST-nevndin Føroya Landsstýri til at samtykkja eina miðvísa brekpolitiska virkisætlan til tess at seta ST-sáttmálan um rættindi teirra, ið bera brek, í verk. Hesum tilmæli hevur landsstýrið ikki fylgt.

Í 2014 mælti ST-nevndin inniliga Føroya Landsstýri til at samtykkja nýggja almenna lóggávu ímóti mismuni á øllum økjum, eisini uttan fyri arbeiðsmarknaðin. Nevndin mælti eisini Føroya Landsstýri til at taka stig til at tryggja, at munadygg rættartiltøk vóru tøk hjá fólki, ið bera brek, harímillum møguleiki fyri at kæra um mismun. Hetta er ikki gjørt.

  

Nýtt í frágreiðingini

Av nýggjum avbjóðingum kann nevnast, at Føroya Landsstýri viðurkendi føroyskt teknmál sum mál hin 5. juni 2017, og við hesum fekk Málráðið, ið er sett at røkja, menna og verja føroyska málið, ein lim úr deyvasamfelagnum. Somuleiðis er ein teknmálsorðabók útgivin. Hóast kunngerð um undirvísing í og á teknmáli er gjørd, er eingin undirvísing í føroyskum teknmáli.

Feløgini gera vart við, at børn við CI (Cochlear Implant) ikki fáa neyðug framhaldsskeið og undirvísing, hvat samskifti viðvíkur. Eingin gransking er, ið t.d. kann stuðla teknmáli sum samskiftishátt.

Persónar, ið bera brek, skulu hava atgongd til heilsutænastur. Men eingin yvirskipaður politikkur er, ið tryggjar persónum, ið bera brek, fyribyrgjandi heilsutænastur. Hetta hevur við sær, at persónar, ið bera brek, t.d. fáa staðfest krabbamein seint í sjúkugongdini.

Í Føroyum er eingin heildarskipan av venjing og endurvenjing. Hetta hevur við sær, at persónar við varandi sjúkum ikki verður tryggjað eina endurvenjingar- og venjingarætlan. Útreiðslurnar til neyðugu støðugu venjingina kunnu vera stórar, av tí at viðkomandi persónar noyðast at rinda part av teimum sjálvir.

Viðkomandi lógir, harímillum lóg um løgtingsval og kommunuval, eiga at vera settar í verk, soleiðis at øll tey, ið bera brek, kunnu útinna rætt sín at greiða atkvøðu og stilla upp til val.

 

Avbjóðingar, ið standa við

At enda kann nevnast, at í 2014 mælti ST-nevndin Føroya Landsstýri til at skipa innsavningina, greiningina og miðlingina av dátum, býtt eftir kyni, aldri, breki og øki; at betra um førleikamenningina; og at menna kyns- og aldursbundnar indikatorar. Sum er, er eingin dátuinnsavning av hagtølum viðvíkjandi persónum, ið bera brek, í Føroyum. Sostatt eru ongar almennar, greinaðar dátur um persónar, ið bera brek.

Í 2014 mælti ST-nevndin til, at almenna samfelagið og serliga feløgini, ið umboða persónar, ið bera brek, støðugt hava eftirlit við, at sáttmálin verður settur í verk. Føroya Landsstýri eigur eisini at seta neyðug tiltøk í verk til tess at stovna ella tilnevna eina samskipan og eina uttanveltaða eftirlitsskipan í Føroyum.  

Í Føroyum er eingin embætismannanevnd, ið fevnir um fleiri aðalráð. Almannamálaráðnum er litið upp í hendurnar at samskipa íverksetanina av ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek. Tó er eingin uttanveltað eftirlitsskipan í Føroyum.

 

Takk fyri gott samstarv

MEGD ynskir at takka limafeløginum manga ferðir fyri gott samstarv um innihaldið av frágreiðingini.

Nú fer ST-nevndin at viðgera hvørji viðurskifti Føroyar skulu fyrihalda seg til. Hetta verður gjørt einaferð, tá ið Føroyar aftur skulu, saman við Danmark og Grønlandi, til próvtøku um, hvussu ST-sáttmálin verður íverksettur í føroyska samfelagið.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024