At eiga lívsins rætt

september 1, 2013

Í rúminum er ein dungi av høkjum, korsettum, eftirgjørdum beinum, fótskinnarum og øðrum hjálpartólum, ið fólk við breki einaferð hava brúkt fyri at lætta sær sum frægast um gerandisdagin. Nú liggur hetta alt upp í rúgvu handan glasið. Vit bæði, konan, kveita í eyguni á hvør øðrum. Orð eru óneyðug. Tøgnin og tárini tala. Vit eru saman við góðum skyldfólki stødd í konsentratiónsleguni Auschwitz ólavsøkudag 2013. Ein óhugnalig ferð gjøgnum søguna, har milliónir av menniskjum miskunnarleyst vórðu myrd, tí tey vóru av ávísum fólkaslagi, høvdu ikki rætta sannføring – ella bóru brek. 

Tað eru bert 70 ár, síðani hesir ræðuleikar vóru í hæddini. Tey, ið bóru eitthvørt brek ella onkursvegna ikki vóru fullfør, skuldu týnast úr samfelagnum. Bara tvey tey fyrstu krígsárini vórðu umleið 100.000 týskarar við sálarligum ella likamligum breki týndir av nazistunum – íroknað 3000 børn við breki millum 3 og 13 ár, sum vóru undir forsorg.  Hvussu bar hetta til? Ein heil tjóð villleidd og tikin av fótum? Í áhugaverdum sendingum í útvarpinum seinasta vár tosaði Kári Sólstein við Róland í Skorini um Holocaust. Tá nevndi Róland, at mentala broytingin, ið gjørdi hetta møguligt, hendi í stigum. Fyrst vórðu hesi menniskjuni umtalað sum skaðadjór  - og seinni vórðu tey viðfarin sum skaðadjór. Niðrandi málburður skapaði ein niðrandi hugburð, sum førdi til niðrandi atferð – og at enda týning.

Heimkomin úr summarfrí var tað fløvandi at hoyra nýggju fløguna hjá ungu Mariu á Lakjuni, har hon yndisliga syngur vakra sangin hjá Hans Andreasi Djurhuus við nýggjum lagi eftir Eyðun á Lakjuni. Hans Andreas lýsir við myndatalu um virðismikla kornaksið og dáan, ið verður roknað sum ókrút, viðurskiftini millum tey fullføru og virðismiklu – og tey, sum at síggja til ikki hava eins nógv at geva samfelagnum: 

“Tey standa og vagga og tráa,
á akrinum stadnandi øks,
og deila hin bjartoygda dáa,
sum upp millum teirra vøks.   

Vit áttu at plágað og pínt teg
og altíð at stungið tær skør,
vit áttu at køvt teg og týnt teg,
tú stendur á okkara jørð. 

Og alla tøðuna átst tú
og royndi at gera mein,
og altíð so prangandi stóðst tú –
Tú voldi, at vit eru sein.” 

Hans Andreas fangar við fáum og væl valdum orðum hetta spennið: at summi halda seg vera meira týðandi enn onnur, ið tey so uppfata at vera til fortreð; ein útreiðsla fyri skundiga samfelagið.

"Men dáin stendur í iva,
og hann hevur ymsan lit:
“Eg havi væl loyvi at liva
her líka so væl sum tit.” 

Og so tekur Hans Andreas so væl samanum við greiðu niðurstøðuni:

“Tá verða tey øks at tagna,
tí tað segði dáin satt:
Hvønn vøkstur Gud hevur fagnað,
og hvør eigur lívsins rætt!”           

Hesi seinastu orðini skulu ikki lesast sum ein spurningur, men sum ein staðfesting! Øll eiga lívsins rætt! Tað er ikki av ongum, at Javni serliga hevur tikið hesa yrking til sín. Lívsjáttandi orðini hjá Hans Andreasi kennast uppaftur sterkari í huganum eftir óhugnaligu kensluna úr Auschwitz. “Eg havi væl loyvi at liva her líka so væl sum tit.”

Tíbetur búgva vit í einum samfelagi, sum ynskir at taka sær væl av øllum sínum borgarum og geva øllum møguleika at liva. Við “ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek”, sum Føroya Løgting einmælt samtykti at seta í gildi í Føroyum, hava myndugleikarnir staðfest, at allir borgarar hava rætt til javnbjóðis tilverukor – eisini tey, ið kanska verða roknað sum ónyttugi dáin millum stadnandi øks.

Man ikki hvør høkja, hvørt einasta hjálpartól handan glasið í Auschwitz siga eina søgu um eitt virðismikið menniskja, ið við hjálp frá góðum fólki stríddi seg gjøgnum tilveruna í samstarvi við síni medmenniskju, sum gleddist og gleddi, sum elskaði og varð elskað. Lívsvirði fevnir um so mangt, ið ikki kann gerast upp í krónum.

Í okkara samfelag er breið semja um, at fólk við breki skulu hava virðilig tilverukor – ja í grundini kor, ið eru javnbjóðis øllum øðrum. Og tó!  Vit eru seinnu árini farin at skilja summi frá, longu áðrenn tey eru fødd, tí tey verða mett sum dáin, ið bert kostar og onki gagnar. Vit gera tað tó, áðrenn tey kunnu hyggja okkum í eyguni, og áðrenn høkjur og hjálpartól hópa seg upp í dunga og avdúka hugburðin.

Hetta reisir spurningin, hvussu vit umtala hvønn annan – eisini tey, ið ikki eru fullfør ella heilt eins og hini. Søgan hevur lært okkum, at niðrandi umtala kann føra til niðrandi hugburð – og síðani niðrandi atferð. Hinvegin man virðilig umtala eisini føra til virðiligan hugburð – og virðiliga atferð. Og ein vinarlig hond, eitt lívgandi smíl, eitt eggjandi orð ger lívið lættari hjá mongum. 

Vit hava valmøguleikan! Tað er tín og mín møguleiki!

Óli Wolles 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024