Samskipandi eindin farin til verka

mai 1, 2019

Í gjár var MEGD fyri fyrstu ferð á fundi við samskipandi eindina, sum skal tryggja, at sáttmáli sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek, virkar í verki á øllum økjum.

Hvørt landsstýrisfólk hevur ábyrgd av, at sáttmálin er settur í verk á sínum øki og hevur tilnevnt lim í samskipandi eindina, sum hevði sín fyrsta fund í apríl.

Á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum stendur at lesa, at landsstýrisfólkini eru á einum máli um, at tað er av stórum týdningi, at hetta arbeiðið verður samskipað millum ráðini, so allir okkara borgarar fáa eins góðar sømdir og møguleikar at taka lut í dagsins samfelag.

Yvirskipaða endamálið við samskipandi eindini er at tryggja samanhang í brekpolitisku ætlanum landsstýrisins. Samskipandi eindin fer at umrøða forðingar í samfelagnum hjá fólki, ið bera brek, at virka á jøvnum føti við onnur, eins og eindin fer at taka upp brekpolitiskar spurningar við áhugafelagsskapir og onnur viðkomandi.

Uppgávan hjá limunum í samskipandi eindini er at tryggja, at politikkir, skipanir og reglur o.a. á teirra øki eru í samsvari við sáttmálan.

Samstundis fer samskipandi eindin at orða eina brekpolitiska virkisætlan fyri Føroyar, ið fevnir um øll rættindi og týðandi øki, sum sáttmálin fevnir um.

Limirnir í samskipandi eindini eru:
Páll Holm Johannesen, Løgmansskrivstovan 
Egon Joensen, Fíggjarmálaráðið
Hanna í Horni, Uttanríkis- og vinnumálaráðið 
Andras Marr Poulsen, Fiskimálaráðið
Frida Poulsen, Mentamálaráðið
Kristianna Larsen á Lofti, Heilsu- og innlendismálaráðið 
Barbara Álvsdóttir Thomsen, Samferðslumálaráðið 
Jákup Andrias Kristiansen, Almannamálaráðið
Jeanette Ellefsen Blaasvær, Almannamálaráðið, sum eisini er forkvinna

Hetta er eitt frambrot á brekøkinum í og við, at MEGD, við støði í niðurstøðunum frá ST-nevndini frá 2014, hevur víst á tørvin á eini slíkari samskipandi eind innan miðfyristitingina.

Serliga hugagott var tí at merkja áhugan frá limunum á fundinum, og MEGD ynskir samskipandi eindini blíðan byr við vón um gevandi samstarv.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024