MEGD á vitjan hjá donsku mannarættindaeindini

oktober 25, 2019

Í dag vitjaði MEGD á danska mannarættindaeindina, Institut for Menneskerettigheder, sum er sjálvstøðug eind í danska statinum. Serliga var endamálið við vitjanini at kanna, hvussu arbeitt verður við óhefta eftirlitinum av íverksetanini av ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Føroyar hava einki óheft eftirlit við ST-sáttmálanum, sum grein 33 ásetir. Danmark og Grønland eru undirløgd danska mannarættindaeindini. Føroyska politiska skipanin hevur ynskt, at Føroyar skulu liggja uttan fyri donsku mannarættindaeindina. Spurningurin er tí, hvussu Føroyar kann tryggja óheft eftirlit.

MEGD hevur víst á grønlendsku loysnina við einum talsfólki á brekøkinum, ið kann hava óheft eftirlit samstundis, sum talsfólkið fær uppgávuna at ráðgeva politisku skipanini, privatum og almennum myndugleikum. Eisini skal talsfólkið savna hagtøl, upplýsa um rættindi og vera ein rødd í samfelagnum, ið virkar fyri batum og broytingum, ið viðvíkja sáttmálanum.      

 

Danska mannarættindaeindin

Uppgávan hjá mannarættindaeindini er at fremja og verja menniskjarættindi og javnrætt í Danmark og í útlondum.

Í Danmark ráðgeva tey stjórnini, Fólkatinginum, ráðharrum og myndugleikunum um mannarættindi, t.d., tá ið nýggjar lógir verða smíðaðar. Tey gera greiningar og granska om ymisk viðurskifti t.d. um barnarættindi, javnrættindi á arbeiðsmarknaðinum og rættindi hjá fólki, ið bera brek.

Umframt hetta er uppgávur teirra at:

  • gera ítøkiligar verkætlanir, sum stuðla undir janvrættindi, og ráðgeva teimum, ið uppliva mismun á einhvønn hátt.
  • kortleggja ár fyri ár, hvar Danmark hevur størstar avbjóðingar á mannarættindaøkinum, og hvar tørvur er á broytingum ella nýggjum ætlanum. Tey skriva eisini árliga frágreiðing til Fólkatingið.
  • arbeiða altjóða saman við altjóða mannarættindafelagsskapum, myndugleikum, ið hava heimild á mannarættindaøkinum, rættarskipanum og rættarhjálp, so hesi londini við tíðini sjálvi verða før fyri at styrkja mannarættindi í teirra landi.
  • arbeiða fyri at tryggja eina góða rættarskipan í útlondum og at tryggja fólkinum ávirkna á samfelagið, tey búgva í.
  • hjálpa privatum virkjum at meta um teirra ávirkan á mannarættindi í teirra arbeiði.
  • styrkja um vitanina hjá myndugleikunum, og hvussu mannarættindi virka í verki. Hetta fevnir t.d. um løgregluna, dómarar og umboðsmenn.

 

Javnrættindaeindin

Inni í húsunum hjá mannarættindaeindini vitjaði MEGD Mette og Nikolaj, sum arbeiða við javnrættindum. Teirra uppgáva er at íverkseta tær uppgávur, sum tey hava fingið ábyrgdina av á janvrættindaøkinum t.d. evnum viðvíkjandi rasu, etniskum uppruna og kyni. Samstundis hava tey eftirlit við at fremja og verja íverksetanina av sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Sum part av arbeiðnum tryggjar deildin rættarhjálp til tey, ið halda seg hava verið fyri mismuni. Eisini kann deildin taka á seg mál av týdningi ella mál, ið hava almennan áhuga fyri javnstøðunevndina (Ligebehandlingsnævnet).  Óheftar kanningar og verkætlanir, sum fremja javnrættindi, verða gjørdar á ymisku samfelags- og geiraøkjunum. Óheftu kanningarnar eru grundarlagið undir ítøkilig tilmæli til Fólkatingið og stjórnina og viðkomandi myndugleikar. Tilmælini peika á, hvussu samfelagið munabest kann fyribyrgja mismuni og tryggja javnviðgerð.

Tey skulu eisini økja um almennu vitanina um misnum. Her verður m.a. hugsað um margfeldi t.d. á arbeiðsplássum og í útbúgvingarskipanini, har øll hava somu rættindi.

 

Talsfólk á brekøkinum

Á fundinum í dag fekk MEGD eina frágreiðing um arbeiði teirra sum óheftur eftirlitsmyndugleiki av sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Hetta er ein týdningarmikil uppgáva. Serliga varð peikað á týdningin í at vera ein eind, ið kann vera við til at vísa til munandi batar við at gera kanningar við úrslitum, ið kunnu mátast. Soleiðis kann munagóðir batar ella sjálvandi væntandi batar ella afturgongd á brekøkinum gerast sjónligir.

Við hesum kann greiðari setast út í kortið, hvat eigur at gerast, og hvussu komast kann nærri ynskinum um javnrættindi og, hvørjum langtíðar ætlanum brúk er fyri.  

Her sær MEGD møguleika at eitt talsfólk kann røkja hesar uppgávur við støði í serkønari vitan um bæði ástøði og praksis í mun til tjóðar- og altjóða mál og føroyska lóggávu.

MEGD takk mannarættindaeindini fyri áhugaverdan dag og vónar, at føroyskir myndugleikar taka óhefta eftirlitið við ST-sáttmálanum í álvara.

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024