Norðurlendska brekráðið undir ministararáðnum saman í vikuni 

oktober 30, 2019

MEGD hevur sum meginfelag sess í norðurlendska brekráðnum, Rådet för nordiskt samarbete om funktionshinder, sum liggur undir norðurlendska minisararáðnum.

Ráðið er sett saman av tveimum umboðum fyri hvørt norðurland, eitt frá almenna myndugleikunum og eitt frá meginfeløgunum. Frá Almannamálaráðnum er Doris Bjarkhamar umboð. Her verður tosað um, hvussu norðurlond kunnu samstarva til frama fyri brekøkið.

Vitja heimasíðuna her: Rådet för nordiskt samarbete om funktionshinder

MEGD fekk høvi til at siga frá støðuni í Føroyum. Millum annað var peikað bæði á batar og manglar. Her eru fimm viðurskifti:

  • MEGD hevur vegna limafeløgini verið í ST við evnislista, har avbjóðingar á brekøkinum verða nevndar. Nú verður bíðað eftir afturmeldingum frá Føroya Landsstýri, sum skal svara ST-nevndini við støði í spurningum viðvíkjandi evnislistanum.
  • Samskipandi eindin, í tráð við grein 33 í ST-sáttmálanum, er farin til verka.
  • Enn er eingin óheftur myndugleiki, ið hevur eftirlit við ST-sáttmálanum.
  • Bygdaleiðir verða í næstu framtíð fyri øll.
  • Valsendingarnar fram til løgtingsvalið 2019 vóru bæði teknmálstulkaðar og tekstaðar.
  • Avbjóðingar í evnislistanum eru annars á flestu økjum, so sum heilsu, útbúgving og atkomu.

Á fundinum hesaferð varð m.a. tosað um javnrættindi á arbeiðsmarknaðinum og javnrættindi fyri børn og ung í frítíðarlívi og í skúla. Verkætlanir verða í løtuni gjørdar, og vísa tær higartil, at børn, ung, vaksin og eldri liggja lægri í hagtølunum um luttøku, tá ið ræður um at vera partur av virkna gerandisdegnum. Leitað verður eftir góðu dømunum um, hvussu hetta kann verða broytt og ment, so øll fáa sama møguleika.

Vitjað var eisini á virkinum fyri svenskari innovasjón Vinnova. Visjón teirra er, at Svøríki skal ganga undan í arbeiðnum við innovasjón og ynskinum um ein burðardyggan heim. Við bundnu uppgávuni arbeiða tey við teimum 17 Heimsmálunum hjá ST sum grund. Tey vegleiða, hjálpa og samstarva við feløg og stovnar í at loysa ymiskar samfelagsavbjóðingar. Tey menna og savna vitan og førleikar í einum lærandi umhvørvi.

Vitja heimasíðuna hjá Vinnova her: Vinnova

Fyri fólk, ið bera brek, hevur hendan uppgávan stóran týdning. Spurningurin um, hvussu norðurlond kunnu samstarva um atkomu í breiðastu merking, er avbjóðandi. Greitt var m.a. frá týdninginum í, at vit arbeiða normkrittiskt við innovasjón, algildum sniði, talgildum loysnum og hjálpitólum.

Vitja er: Stuttfilmur um hugtakið normkrittiskt

Hvussu kunnu vit skapa framgongd, uttan at endurtaka mynstur, sum vit við tíðini hava tikið til okkum sum veruleikar. Hetta eru mynstur, sum býtir okkum í bólkar, vit og tit. Normkrittisk innovasjón kann vera fyrsta stigið til samfelagið, sum gevur øllum somu møguleikar. Saman við algildum sniði og mennan av innovativum hjálpitólum. Síðani skal stuðulin, sum fleiri hava brúk fyri, ikki gloymast, so øllum verður tryggjað góða lívið.

Tí hvat gera vit, um algilt snið hóast alt ikki megnar at bjóða øllum vælkomnum?

Eisini var skipað fyri bólkasamrøðu. Ein bólkur, ið arbeiðir við grundhugsanini um Smart City og algildum sniði, bjóðaði ráðnum til bólkasamrøðun, har hugleitt var um, hvørjar forðingar eru í dag. Hvussu verða hugtøk á brekøkinum nýtt, og hvat skal til fyri at gera batar. Ráðið hevði fleiri áhugaverdar eygleiðingar. Býir eru t.d. avbjóðandi í likamligari atkomu. Kunning skal gerast góð og fyri øll. Avbjóðingar sum kantar, liggjandi kavi, avmarkingar á almennum grønum økjum og almennum støðum, atkoma til bussar og tok, manglandi kunning o.s.fr.

Síggj dømi um ein smartan bý her: Smart City - Lugo 

Við hesum glugga inn í dagarnar kann sigast, at teir samanum tikið vóru góðir og viðkomandi.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024