MEGD við á skeiði um avleiðingar av lógaruppskotum

november 14, 2019

Hósdagin 7. november skipaði stjórnarskúlin fyri skeiði um avleiðingar av lógaruppskotum við støði í sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Sambært Tingskipanini og Rundskrivi um lógarsmíð skal umsitingin greiða frá ymsum avleiðingum av lógaruppskotum í sambandi við, at viðmerkingar verða gjørdar til lógaruppskot, sum skulu leggjast fyri Løgtingið. Millum annað skal verða upplýst, hvussu lógaruppskotið samsvarar við tvørgangandi millumtjóðasáttmálar, sum eru viðkomandi fyri lógaruppskotið, og hvussu og í hvønn mun Føroyar við lógaruppskotinum halda og menna krøvini, sum eru ásett í millumtjóðasáttmálum.

Endamálið við skeiðnum var tí at veita luttakarum vitan og amboð soleiðis, at tað verður lættari at orða og lýsa avleiðingar í mun til Sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Karmurin um skeiðið vóru praktiskar og persónligar royndir, sum skeiðshaldarar hava innan økið. Við støði í ymsum dømum, varð roynt at lýsa, hvørjar avbjóðingar skeiðshaldarar síggja, tá greiðast skal frá, hvørjar avleiðingar eitt lógaruppskot kann hava, í mun til rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, løgfrøðingur á Lógartænastuni, bjóðaði vælkomin og innleiddi við endamáli og karmunum um skeiðið. Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúi í Almannamálaráðnum, sum arbeiðir við m.ø. sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, hevði eina framløgu um ST-sáttmálan og grundleggjandi hugtøkini, ið verða nýtt í sáttmálanum.

Skeiðið var annars skipað við framløgum, dømum og persónligum søgum. Undirvísarar vóru Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, og Jónvør Christiansen, aðalskrivari í MEGD. Persónligu søgurnar komu frá Christinu Jóhannesen og Meifríð Weihe Hansen.

Møguleiki var at seta spurningar og at kjakast. Seinast fingu luttakarar eisini møguleika at práta sínámillum um teirra royndir við at gera lógaruppskot – fyrst í bólki og síðani saman.

Í framløguni hjá MEGD var millum annað víst á, at brekøkið er samansett og tí eru allir geirar í almennu fyrisitingini umfataðir, tá ið hugsað verður um brekpolitik. Hetta hevur týdning, tá ið nýggjar lógir verða smíðaðar.

Spurningurin er, eins og ST-nevndin hevur spurt Føroya Landsstýri, hvørji stig verða tikin til:

  • at endurskoða og avtaka lógir, ið gera mismun, ella sum „venda skeivan veg”
  • at seta í verk lóg, ið bannar mismuni á øllum økjum
  • at veita hagtøl fyri brekøkið

Hetta er ein neyðug og krevjandi uppgáva.

Eisini vísit MEGD á, at avbjóðingar við hoyring kunnu vera, at ivasamt er, hvør nú hevur rætta fakkunnleikan at svara fyri seg, og hvør dugir veruliga at síggja vansar ella avbjóðingar fyri brekøkið í gomlum eins og í nýggjum lógum.

MEGD segði frá vitjanini hjá Institut for Menneskerettigheder, har víst varð á týdning í at hava ein myndugleika, ið m.a. kann savna hagtøl, fylgja við í samfelagsviðurskiftum á brekøkinum, vísa á neyðugar batar, upplýsa um rættindi og royna lógarverkið av.

Saman um tikið ein góður dagur, har persónligu søgurnar bæði vóru sterkar og hugvekjandi.

MEGD takkar fyri dagin og at hetta týdningarmikla evnið verður tikið upp.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024