Sóknast eftir heildarætlan

februar 19, 2020

- Okkum kunnugt er eingin føroysk heildarætlan enn fest á blað um rehabilitering, ið kundi givið eina ábending um, hvat tørvurin er í Føroyum á rehabilitering, og um hvussu vit skulu skipa okkum í framtíðini hesum viðvíkjandi ...

Sonne Smith skrivaði.

Fysioterapeutarnir Hedevig Matras og Eyðbjørg Joensen (mynd) hava arbeitt á sjúkrahúsi sum privatstarvandi og nú seinnu árini á eldraøkinum. Tær hava drúgvar royndir á rehabiliteringsøkinum og hava eisini tikið eftirútbúgving í rehabilitering.

Rehabilitering verður ofta javnsett og sammerkt við endurvenjing, men hetta er ein trong fatan av rehabilitering. Endurvenjing snýr seg um at endurvenja og fáa ein ávísan mistan førleika og fimi aftur á beint, og tá er yvirhøvur bara tørvur á einum fakbólki.

Rehabilitering verður eisini mangan sett í samband við viðgerð, sum eisini er óheppið, tí viðgerð snýr seg um grøðing – lekidóm og linna. At fáa endurvenjing og viðgerð hevur eitt sonevnt monofakligt og biomedisinskt sjónarhorn.

Tá ið ein harafturímóti arbeiðir við rehabilitering, snýr tað seg um borgarar, ið hava stórar trupulleikar. Teir hava mist likamligar, sálarligar ella sosialar førleikar og megna tí ikki  gerandisdagin. Hetta krevur, at fleiri fakbólkar leggja nógv fyri, og hesir fakbólkar arbeiða  saman við borgaranum og teirra avvarðandi fram ímóti teimum málum, ið strembað verður eftir.    

Rehabilitering hevur sostatt eitt tvørfakligt og bio-psyko-sosialt sjónarhorn.

Endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og rehabilitering eru kjarnuøkir í fysioterapiini, og fyri at skilja ímillum hesi hugtøk, útgreina Hedevig Matras og Eyðbjørg Joensen hesi hugtøk nærri.

 

Endurvenjing

Endurvenjing fevnir um miðvísa, tíðaravmarkaða og samskipaða venjing, ið hevur til endamáls, at borgarin í størst møguligan mun kann endurvinna sínar mistu førleikar, bæði likamliga, kognitivt og sálarliga, so hann best møguligt kann venda aftur til sín gerandisdag, sum t.d. eftir beinbrot, blóðtøpp í heilanum, skurðviðgerð ella eftir drúgva sjúkralegu.

 

Viðlíkahaldsvenjing

Viðlíkahaldsvenjing er ein miðvís venjing við atliti til at varðveita verandi virkisførleikar og fyri at fyribyrgja heilsuligum trupulleikum, ið kunna standast av førleikatarni sum t.d. hjá borgarum, sum eftir lokna endurvenjing eru í vanda fyri at fáa afturstig, um teir ikki áhaldandi fáa venjing.

Borgarar, ið bera brek og borgarar, sum hava varandi sjúkur hava ofta tørv á at viðlíkahalda førleikastøðið og fyribyrgja førleikamissi.

 

Habilitering og rehabilitering

Tað er ymist, hvussu hugtøkini habilitering og rehabilitering verða skilgreinað, men í Norra og Svøríki hava tey í mong ár skilt ímillum hugtøkini, sum endurgeva her.

Habilitering merkir "at menna nýggj evnir", og málbólkurin er tí børn (0-18 ár), sum skulu stuðlast í at læra og venja nýggjar førleikar, sum tey ikki hava rokkið enn.

Endamálið er sostatt at stuðla menningini og búningini hjá einum barni, sum hevur eina sjúku ella brek frá tí, at tað er føtt, ella sum tað rakt av tíðliga í lívinum, og er eins og rehabilitering at fremja best møguligan virkisførleika.

Rehabilitering kann lýsast sum "endurskapan av virkisførleika", og merkir sostatt, at tey mál, sum borgarin í eini rehabiliteringstilgongd vil arbeiða fram ímóti hevur støði í einum førleika, sum hann av lívsroyndum hevur havt fyrr, men sum hann hevur mist. Málbólkarnir í rehabilitering eru tí vaksin fólk.

 

Rehabilitering

Rehabilitering ella endurmenning er ein heilt onnur tilgongd enn endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing. Hóast hetta, so eru endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing aloftast ein partur av rehabiliteringini.

Rehabilitering er ein persónsmiðsavnandi tilgongd, har borgarin er í miðdeplinum og serfrøðingur í egnum lívi, og tað er borgarin sjálvur, ið setir mál fyri, hvat miðast og arbeiðast skal fram ímóti.

Rehabilitering hevur ikki fokus á sjúku, men á tær avleiðingar sum sjúka, heilsutrupulleikar og sosialar umstøður hava fyri virkisførleikan.

Í donsku bókini Hvidbog om rehabilitering frá 2004 verður allýsingin av rehabilitering soleiðis orðað:

Rehabilitering er eitt miðvíst og tíðaravmarkað samstarv millum borgara, familju og serkøn fólk. Endamálið er at borgarin sum hevur, ella er í vanda fyri at fáa skerdan likamligan, sálarligan ella sosialan førleika, kann fáa eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív.

Rehabilitering leggur dent á alla lívsstøðuna hjá borgaranum, og avgerðirnar um stuðul byggja á vitan, samanhang og samskipan.

Málbólkurin í eini rehabiliteringstilgongd eru borgarar, sum hava tørv á eini samanhangandi og tvørfakligari tilgongd í longri tíð, og borgarar, sum hava munandi avmarkingar við at megna gerandisdagin og at vera við sum samfelagsborgarar.

Málbólkarnir í rehabiltering kunnu vera:

  1. Borgarar, sum eru um at verða frískir eftir sjúku, sum t.d. krabbamein og sálarsjúku.
  2. Borgarar, sum hava varandi sjúkur, og borgarar, sum eru hóttir av arbeiðsloysi, ella eru í vanda fyri ikki at kunna vera við og virka í samfelagnum, sum t.d. gikta-, hjarta- og lungnasjúk.
  3. Borgarar, sum hava nýliga komnan førleikamiss, ella sum hava varandi likamligt, sálarligt og sosialt førleikatarn, sum eru í vanda fyri at gerast arbeiðsleys og ikki kunna vera við í samfelagnum, t.d. eftir vanlukku- ella hjartatilburð og apopleksi.
  4. Borgarar, sum eru føddir við likamligun, sálarligum ella sosialum førleikatarni, sum hava tørv á afturvendandi rehabilitering í mun til menningarstøðið, sum t.d. vøddasvinn, Cerebrala Paresu og sjón- og hoyriveik.

Endamálið við rehabilitering er at stuðla undir, at borgarar, sum hava fingið, ella eru í vanda fyri at fáa týðandi skerd evni, antin likamliga, sálarliga ella sosialt, fáa eitt sjálvstøðugt, javnsett og innihaldsríkt lív út frá egnum ynskjum, raðfestingum og avgerðum.

Eitt sjálvstøðugt, javnsett og innihaldsríkt lív merkir ikki neyðturviliga, at ein verður sjálvbjargin, sum tað mangan verður tulkað, men snýr seg heldur meira um hugtøk sum sjálvræði, samræði, sjálvsavgerðarrætt, javnsetan, inklusión og integratión.

Rehabilitering snýr seg í stuttum um at stuðla borgarum, sum hava virkisførleikatarn at fáa og megna eitt gerandislív aftur og fáa tamarhald á egnari tilveru.

 

Arbeiðsgongd í rehabilitering

Arbeiðsgongdin í rehabilitering er skipað sum tvørfakligt toymisarbeiði, ið røkkur tvørtur um fakmørk og geirar, og tað er eitt javnbjóðis samstarv millum borgara, hansara avvarðandi og fakfólk, um endamál og tey mál, sum borgarin vil røkka.

Tað, sum hevur størsta týdning, er at ganga borganum á møti í sambandi við ynskir og mál. Fakfólk kunnu gera sær eina meting um, hvat tey halda, at borgarin hevur brúk fyri at røkka, men sum tó hjá borgaranum hevur lítlan og ongan týdning í mun til okkurt annað. Hetta nágreina Hedevig Matras og Eyðbjørg Joensen við einum dømi um eina rehabiliteringstilgongd: 

Ein borgari hevur fingið heilaskaða, sum hevur havt við sær avlamni í aðrari liðini, sum ger at viðkomandi ikki kann flyta seg, ikki kann ganga, hevur trupult við at eta og talan er ávirka. Borgarin hevur familju og eitt arbeiðið. Hansara størsta ynski er at gerast so sjálvstøðugur sum til ber, kunna búgva heima og hava eitt arbeiðið.

Her verður talan um rehabilitering og ikki bara endurvenjing, tí trupulleikarnir eru torgreiddir og fleiri fakbólkar mugu samstarva um at stuðla honum at røkka sínum málum.

Byrjað verður við at eitt fakfólk (toghaldari) setur seg saman við borgaranum og avvarðandi og tosar um ynskini og málini, sum borgarin hevur fyri framtíðina. Tá støðan er so torgreið, mugu málini útgreinast og smámál nágreinast. Toymið við fakfólkum (læknar, fysioterapeutar, ergoterapeutar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarfrøðingar, heilurøktarar og -hjálparar, talupedagogar, dietistar) við serkunnleika á teimum ymsu økjunum fara so í gongd við at útgreina, hvussu støðan er, hvat skal til fyri at røkka málunum, útgreina menningarpotentiali og motivatión, um málini eru realistisk í mun til núverandi støðu, og hvussu útlitini eru.

Her skal havast í huga, at talan er ikki bara um tann likamliga virkisførleikan, men hvussu borgarin megnar gerandisdagin og tað sosiala lívið.

Síðan byrjar rehabiliteringin. Ein virkisætlan verður skrivað, har útgreinað verður, hvørja uppgávu teir ymsu fakbólkarnar hava, sum má verða nágreinað, og hvør uppgáva hjá borgaranum er.    Virkisætlanin verður endurmett og rætta javnan, so hvørt sum smámálini verða rokkin, og sum frá líður er ikki neyðugt við onkrum ávísum fakbólkum í toyminum.

Málini í byrjanini kunnu t.d. vera at kunna flyta seg sjálvur, eta sjálvur, busta tenn, tosa aftur, broyting av heilivági, venja gonguførleika, seta inn við hjalpartólum og bústaðarbroytingum. Seinni í tilgongdini koma nýggj mál, sum t.d. at fara til arbeiðis og læra at koyra bil.

Tilgongdin verður endurmett javnan. Tá ið málini er nádd ella steðgur er í menningini, má avgerð takast saman við borgaranum, um roknast kann við, at meira skal røkkast, ella um rehabiliteringin er liðug.

Tað er ikki altíð at øll mál verða rokkin, men av tí at borgarin er ein virkin partur av rehabiliteringini og er við til at endurmeta og rætta javnan, er aloftast semja um, at rehabiliteringin er liðug, og ein ætlan um møgulig onnur átøk gjørd.

At arbeiða soleiðis kann vera krevjandi, men verður arbeitt eftir eini greiðari virkisætlan, og øll geva sítt íkast til átakið, er tað ein sera spennandi máti at arbeiða upp á til gangs fyri borgaran, sum hevur mistar førleikar til at fáa ein gerandisdag aftur.

 

Rehabilitering á eldraøkinum

Eldraøkið varð lagt út á kommunurnar at umsita í 2015, og fleiri kommunur hava raðfest rehabilitering og veita samdøgursrehabilitering, sum fer fram á eldrabústovnum, umframt at rehabilitering eisini fer fram heima hjá borgaranum.

Tá ið tað snýr seg um rehabilitering á eldraøkinum, er talan um borgarar 67 ár og eldri. Fakbólkarnir, ið samstarva, eru oftast fysioterapeutar, ergoterapeutar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar saman við borgaranum og avvarðandi. Samstarvað verður eisini tvørtur um geirar, við læknar, sjúkrahús, almannaverk, á deildini fyri hjálpartól og Sjóndepilin.

Eldraøkini hava haraftrat ymisk heilsufremjandi og fyribyrgjandi tilboð og átøk, sum stuðla undir virkisførleikan hjá tí eldra borgaranum, og hesi verða væl vitjað.

Eldri borgarar, eisini í Føroyum, vilja búgva heima sum longst. Rehabilitering stuðlar undir hetta og er sostatt ein vinningur samfelagsbúskaparliga, eisini tí henda tilgongdin fyribyrgir afturvendandi innleggingum á sjúkrahús, og at eldri borgarar flyta á stovn.

Hedevig Matras og Eyðbjørg Joensen siga, at teimum kunnugt er eingin føroysk heildarætlan enn fest á blað um rehabilitering, sum kundi givið eina ábending um, hvat tørvurin er í Føroyum til rehabilitering, og hvussu vit skulu skipað okkum í framtíðini hesum viðvíkjandi. Tíðin er kanska komin til, at hetta arbeiðið átti at verið raðfest, so borgarin sum hevur tørv á rehabilitering, fær bjóðað hesa tænastu uttan mun til aldur.

- Royndirnar, vit higartil hava av rehabilitering á eldraøkinum, eru góðar og hava givið úrslit fyri borgaran. Tí halda vit, at sami leistur kundi verið brúktur til gagns fyri yngri borgarar, sum hava tørv á rehabilitering.

Greinin stendur í seinasta MEGD-blaðnum, sum umrøður týdningin av menning og endurmenning.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024