Oddmar Juul Samuelsen: - Eg havi tað gott!

mars 9, 2020

Hann er tann sami fryntligi, fyrikomandi Oddmar. Blíður at koma inn til, fyrikomandi og fróður, og hann er sera væl nøgdur við tað føroyska heilsuverkið

Sonne Smith skrivaði.

- Eftir mínum tykki hava vit heimsins besta heilsuverk, og tað er gott, at okkara fólkavaldu seta pening av til hetta, nú alsamt fleiri verða gomul í framtíðini, sigur Oddmar Juul Samuelsen, sum á heysti í 2017 small av ógvuliga hættisligum krabbameini í merginum.

Vit endurgeva sjúkrasøguna hjá Oddmari:

Tá ið eg varð biðin um at siga frá míni sjúkrasøgu, so geri eg tað fegin sum eina lítla tøkk fyri alt, sum heilsuverkið í Føroyum var til reiðar at geva mær, tá ið eg veruliga hevði brúk fyri tí.

Tað var um heystið 2017, haldi eg, at eg fór at føla pínu í rygginum. Eg hevði ongantíð verið hjá lækna og ella á sjúkrahúsi fyrr. Eg var yvir 70 ára gamal tá og helt hetta vera eitt slag av gikt og ella heksaskot og skemtaði við, at nú hevði eg fingið lumbago. Tað er eitt slag av gikt, sum bara tey vælbjargaðu kundu fáa.

Eg fór til lækna, sum gav mær panodil fyri pínu í rygginum, men hetta skuldi vísa seg at vera nógv verri.

So eina náttina vaknaði eg og fór upp. Tá ið eg gangi eftir gólvinum, hendi tað, at tað var, sum onkur skeyt meg i ryggin við einari kanón.

Eg small og lá har og fekk ikki reist meg upp aftur. Síðan misti eg vitið og mintist einki fimm tær næstu vikurnar. Ja, eg misti vitið av pínu, og eg veit ikki, hvussu eg kom á sjúkrahúsið.

Eg havi skilt, at dóttir mín hevði ringt eftir ambulansu, so eg varð borin út og koyrdur á sjúkrahúsið. Har fekk eg sterkan heilivág fyri pínu – og eg fekk marruna í fleiri vikur. Tað var ein ógvislig uppliving.

Nú komu læknarnir inn í myndina og funnu skjótt útav, hvat mær feilti. Míni børn fingu at vita, at eg hevði fingið eina sera sjaldsama sjúku í merginum – eitt slag av krabbameini sum uttan skjóta viðgerð væl kundi enda við, at eg doyði.

Tær fyrstu vikurnar á sjúkrahúsinum minnist eg lítið til, men eitt minnist eg sera væl, og tað var, at terapeutarnir, sum vóru serfrøðingar í skjótari uppvenjing, vóru skjótir at koma til hjálpar.

Eg havi ikki rósur nokk til hesar fysioterapeutar, ið tóku meg til uppvenjingar alt fyri eitt. Eg haldi, at hesar dugnaligu kvinnur eiga stórt rós frá mær, tí hetta gloymi eg ongantíð.

Eg minnist, at eg í januar mánaði liggi har og slapp ikki úr songini við egnari hjálp. Tað var ógjørligt at ganga uppi og ella fara í bað ella á vesi. Tað máttu tríggjar sjúkrasystrar til at hjálpa mær.

So kom læknin ein dagin. Eg lá í songini, og læknin sigur: „Vit skulu nokk fáa teg upp aftur at ganga."

Hesum kundi eg ikki trúgva, og sama hvat fyri pínu eg hevði, so skuldi venjing passast hvønn dag. Og tað byrjaði við bara at reisa meg upp úr einum stóli.

Teir næstu mánaðirnar fekk eg regluliga venjing undir eftirliti frá heilsuverkinum. Og eftir sjey mánaða endurvenjing á ávikavist Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi fór eg til endurvenjingar hjá Heilsu- og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu í tveir mánaðir. 

Í dag eri eg sloppin undan at taka nakað slag av heilivági fyri pínu í rygginum.

Nú gangi eg tvær ferðir um vikuna til viðlíkahaldsvenjing á venjingarliði í Burn, sum fysioterpeuetarnir hjá Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu, skipa fyri.

Eg eri umleið sjeynduhvørja viku til kontroll á sjúkrahúsinum, og hetta eri eg sera takksamur fyri.

Eg fái gingið aftur við ongum stavi.

Og eg havi tað gott í dag!

Greinin stendur í nýggjasta MEGD-blaðnum, sum umrøður týdningin av menning og endurmenning.

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024