Eg hoyri ikki, hvat tit siga

mars 16, 2020

Seinastu dagarnar hevur Kringvarp Føroya veitt góða og viðkomandi upplýsing um vandan av smittuni av COVID-19. Við longdum tíðindasendingum og eykatíðindasendingum hevur verið sett orð á ymisk viðurskifti, ið grundleggjandi hava týding fyri, hvussu vit sum tjóð fóta okkum í hesum døgum og teimum komandi.

MEGD vil tí heita á myndugleikan um at teksta tíðindasendingarnar, sum hava verið og tær sum koma – bæði tær ætlaðu og eykatíðindasendingarnar. Tøknin loyvir ikki beinleiðis teksting, tí kunnu vit liva við, at tíðindasendingarnar verða endursendar við teksti. Eins og Dokumentarurin.

Samstundis vil MEGD takka Kringvarpi Føroya fyri innsatsin við teknmálstulkaðum tíðindasendingum og nýggja átakinum við live-bloggi.

Tó eiga vit í dag at seta eina striku í sandin og viðurkenna, at meir skal til. Tað er ikki í lagi, at fleiri túsund føroyingar ikki verða kunnaðir í almennu tíðindasendingunum hjá Landsstýri Føroya í Kringvarpi Føroya.    

Í svari til Ruth Vang, løgtingskvinnu, 24. februar 2020 svaraði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, í § 52a fyrispurningi, at sitandi samgonga hevur sett í samgonguskjalið, at teknmálstulking og føroyskur tekstur í sjónvarpinum skal styrkjast.

Tað er nú, tað skal vísast í verki.  

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024