Tá ið blóðtøppurin lemur

mai 14, 2020

Tann 8. oktobur í 2017 varð Vígdis Skaale í Havn innløgd á Landssjúkrahúsið við blóðtøppi, sum lamdi henni vinstru síðu, men haðani varð hon útskrivað, tí hon varð flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús, har hon fekk nógva og góða hjálp

Sonne Smith skrivaði.

Vígdis Skaale var í kønum hondum undir uppvenjingini á Landssjúkrahúsinum, men tá ið hon var komin so og so langt, skuldi hon skrivast út. Hon hevði annars hoyrt, at hon skuldi sendast til Klaksvíkar Sjúkrahús. Har var eitt gott tilboð, sum Vígdis einki visti um. Hon fekk tað at vita, tí verdótturin arbeiddi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so hagar fór Vígdis. Har fekk hon nógva og góða hjálp.

 

Skeiklað tosingarlag

Blóðtøppurin var atvoldin til, at tosingarlagið fór av lagi, tó at henni ikki tørvar orð. Vinstra síða varð lammað, blóðtøppurin sat høgrumegin og lamdi vinstru síðu.

Tað, sum Vígdis heldur var best við uppvenjingini, var svimjingin. Hylurin í Havn varð stongdur, men í Klaksvík vóru tey, sum høvdu brúk fyri tí, hvønn dag í svimjihylinum har. Síðani hevur hon fingið endurvenjing hjá Almannaverkinum í Havn. Tað vil siga, at Vígdis fekk endurvenjing í níggju mánaðir til samans, fyrst á Landssjúkrahúsinum og síðan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Almannaverkinum á Hálsi í Havn. Av tí at hon býr stutt frá húsunum hjá Almannaverkinum, kundi hon ganga hagar, og tað er jú venjing í sjálvum sær.

Tvey ár eru liðin, síðan Vígdis Skaale fór í tilgongdina við rehabilitering, og hvussu hevur gingist?

 

Ógvuliga treisk

- Eg haldi, tað hevur gingið væl, men tey siga, at eg eri ræðuliga treisk.

Tað gongur altso væl hjá Vígdis av berum treiskni, og tað er sannlíkt, at treisk fólk fáa nakað væl burturúr endurvenjingini, tí tey vilja ikki slaka fyri teimum ógvisligu avbjóðingunum, ið teimum eru fyri í slíkari tilgongd við endurvenjing.

- Eg arbeiddi fulla tíð, men nú arbeiði eg 40 prosent, sigur Vígdis, - men sjálvandi, eg eri eisini farin um pensjónsaldur.

Tá ið hon arbeiddi fulla tíð, var hon skrivstovufólk hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tá ið hon fór til arbeiðis aftur eftir tilburðin, var tað við vegleiðing frá Almannaverkinum. Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Bárður Enni, bjóðaði henni arbeiði tvær ferðir um vikuna við ongari løn sum ein liður í endurvenjingini. Hon hevur kortini sjálv avrátt, at arbeiða meira enn tvær ferðir umum vikuna, og tað hevur gingið væl higartil, sigur hon.

 

Tillagað starv

Hon er á Heilsufrøðiligu tí, sum verður rópt tillagað starv, sum aftur er ein týðandi partur av endurvenjingini. Almannaverkið kompenserar fyri restina, áðrenn ein er fyltur 67, men so ikki longur.

Vígdis er fegin um, at vit hava slíkar skipanir við eitt nú at arbeiða sum í hennara føri 40 prosent, serliga nú hon er einsamøll. Tað eitur, at hon arbeiðir 40 prosent, men hon arbeiðir nógv meir, sigur hon. Hon plagar at fara til arbeiðis klokkan 7 um morgunin av teirri einføldu grund, at tað passar henni best, at eingin annar er har tá, og so arbeiðir hon til klokkan 12. Tað eitur tríggjar tímar og sjey minuttir um dagin, ið gevur 15 tímar og 35 minuttir um vikuna. Hon arbeiðir nógv meira enn tað.

- Eg havi tað soleiðis, at skal eg vera til arbeiðis, og tey vilja hava meg har, so skal eg helst fáa nakað burturúr. Er tað bara tríggjar tímar um dagin, so verður tað lítið.

Vígdis viðgongur, at hon er øgiliga móð. Tað fylgir við. Hon svevur kortini ikki alla tíðina, meðan hon er heima. Hon leggur seg á sofuna at hvíla seg.

 

Eyðsýnd morgunfrúa

Tað kann kanska undra, at hon fer til arbeiðis longu klokkan 7 um morgunin, men hon vaknar klokkan 5.30 hvønn morgun, so hví ikki fara til arbeiðis klokkan 7? Hon sovnar ikki aftur um morgnarar, tí hon er vorðin eitt A-menniskja. Hon svevur væl um náttina nú. Í fyrstani eftir tilburðin svav hon illa, tí hon var so bangin, sigur hon.

- Altso, tað er mín teori, og tað er nokk ikki so ónatúrligt.

Spurd, hvussu standurin var av blóðtøppinum, sigur hon, at hon var lammað í allari vinstru síðu. Starvsfólk leiddi hana, skuldi hon koma fram, men tíðum rendi hon á sengur og annað innbúgv, tí hon sá einki ta fyrstu tíðina, so hon var gul og blá allastaðni. Sama hvørjum sjúkrahúsi, ein er á, so eru sengur allastaðni, eisini úti á gongini, og tað er ikki serliga smart, sigur Vígdis. Hon gekk eftir lið. Tað er vorðið betri nú, tíbetur. Nú er eingin trupulleiki hjá henni at reisa seg og sovorðið.

Tá ið hon kom heim og skuldi ganga túrar, hevði hon sonin Sigfríð at styðja seg til, tí henni dámdi einki at ganga einsamøll.

 

Ergo- og fysioterapi

Rehabiliteringin hjá Vígdis hjá fysioterapeuti og ergoterapeuti er skipað soleiðis, at í fyrstani hitaði hon upp við at rógva á rógvimaskinu. Annars var sum vera man umráðandi við balansuvenjing við at halda í ribbur, tí balansufjøl og tílíkt kláraði hon ikki. Venjingin var annars fjøltáttað, millum annað við at venja búkvøddar. Áhugavert er at hoyra, at ergoterapeuturin hjálpir við at venja tunguna í tí rakta til at fáa tosað aftur – andlitsvenjing – og við at brúka vanlig gerandisamboð og -lutir. Hjá ergoterapeutunum eru tær sera týdningarmiklu venjingarnar, ið verða róptar kápuvenjingar, ið vit vanliga rópa mimikk. Haraftrat er Vígdis ein av teimum, ið leggur putlispøl fyri at venja heila og hendur uppaftur. Hon veit akkurát, hvat tað er, sum hon skal venja, júst fyri at fáa tað skadda at virka aftur so væl sum yvirhøvur til ber.

Tað kom so við og við, tó fær tað ikki verið fullfíggjað, men Vígdis leggur dent á, at hjá sær ræður veruliga um at vera treisk.

- Nógv gongur upp á, at tú ert einsamøll. Eg haldi, at tað er nógv betur at vera fleiri, ið venja saman. Sjálvandi – tað fer kanska nakað av venjingini, tað veit eg ikki, men tað sosiala er eisini gott – sera gott.

  

Tilboð um viðlíkahaldsvenjing

Vígdis venur ikki longur, men í summar ringdu tey frá Almannaverkinum og spurdu, um hon kanska hevði áhuga fyri viðlíkahaldsvenjing, og ja, tað hevði hon avgjørt hug til. Tað hevur síðan borið í sær, at hon hevur gingið sjálv á fitnessmiðstøð og vant í einum liði fyri pensjónistar. Vígdis venur ikki fitness í løtuni. Hon hevur tikið sær eina pausu av sínum eintingum, sigur hon.

Spyrt tú Vígdis, hvussu skjótt ein fer í venjing eftir at hava fingið eitt slag – blóðtøpp – svarar hon aftur, at alt valdast viljan hjá tí einstaka at koma so væl fyri seg sum til ber, og ikki minst verður ein eggjaður og stimbraður av dugnaligum starvsfólkum. Í slíkum føri sum hesum skal fakfólk til. Fakfólk, sum vita, at tað hjálpir at venja, og at tað hjálpir til at koma fyri seg aftur.

Hvussu hevur mann tað psykist eftir ein slíkan brest í lívinum? Er tað eisini ein partur av endurvenjingini at koma fyri seg psykiskt?

- Eg havi hug at siga nei, sigur Vígdis, - eg haldi, tað er tíðin, sum arbeiðir, tú trýrt upp á tað til endans. Tað er eitt slag av sjálvsrehabilitering.

Sálarfrøðingur er ikki við í hesi rehabiliteringini. Tað er rímiligt at hugsa, at eitt meint rakt menniskja verður deprimerað.

- Jú, tað blívur mann, sigur Vígdis, - hjá summum liggur tað til at verða deprimeraður, og tá er tað ógvisligt. Onnur eru ikki so deprimerað sum so, veit hon.

 

Gongur túr hvønn dag

Ein vanligur gerandisdagur hjá Vígdis er soleiðis, at hon er til arbeiðis, og so kemur hon heim, og haðani fer hon nógvar túrar, fleiri túrar um dagin. Hon býr á Kommansmýri eystanfyri Bank Nordik. Hon gongur oman um Posta, fram við Lágargarði, rundan um Hoyvíkstjørn og so heim. Tað tekur umleið ein hálvan tíma hvørja ferð. Hetta er góð viðlíkahaldsvenjing. Sama hvussu veðrið annars er, so gongur hon henda túrin, tó ikki í hálku, tí so verður hon bangin, tí balansan er ikki, sum hon skal vera. Vígdis er bangin fyri at detta. Hon veit um píkar undir skónum. Tað átti hon at brúkt, men hevur ongantíð átt hesar píkarnar.

- Men Almannaverkið hevur gjørt mær ein gelendara á húsaveggin við trappuna úti, og so fekk eg ein lítlan skammil frá teimum at sita á undir brúsuni.

Hjálpartól, ið gera gerandisdagin hjá Vígdis Skaale lættari. Hjá henni sum hjá øðrum í somu støðu er umráðandi og gott at fáa ta hjálp, sum Almannaverkið veitir.

Vígdis fer undir hvønn dag í góðum treysti og áræði, tí hon heldur, at tilgongdin er í hennara føri positiv.

- Eg eri ikki fagurlátin, men positiv av lyndi, hjá mær er einki yvirdrivið, men eg seti sanniliga prís upp á ta hjálp, sum eg havi fingið og fái.

 Greinin stendur í seinasta MEGD-blaðnum, sum umrøður týdningin av menning og endurmenning.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024