Rørsla í Føroyum fyri øll

juni 28, 2020

Undir heitinum Rørsla í Føroyum eru ÍSF og Fólkaheilsuráðið farin undir átak at fáa føroyingar at røra seg. Nú verða eisini lættari túrar fyri fólk við rørslutarni møguligir. Hesir geva teimum, ið velja fjallatopparnar og bygdagøturnar frá, ein upplagdan møguleika at njóta føroysku náttúruna.

Fólkaheilsuráðið skrivar á heimasíðu teirra, at „undir heitinum Rørsla í Føroyum eru ÍSF og Fólkaheilsuráðið farin undir átak at fáa føroyingar at røra seg. Talan er um eina kapping fyri familjur, bindiklubbar, vinfólk, starvsfelagar og aðrar bólkar.

ÍSF og Fólkaheilsuráðið ætla at fáa føroyingar at røra seg, og røra tit tykkum nóg nógv, kunnu tit vinna eitt vikuskifti í Mykinesi, sum endar við eini rundferð kring Føroyar við tyrluni.

Átakið verður avgreitt í samstarvi við Sona og Pól Sundskarð.”

Frá 1. til 31. juli byrja nakrir lættari túrar, ið liggja undir teiginum “Fjallatoppar” á pol.fo, eisini at telja. Hesir eru lættari túrar, sum t.d. fólk við rørslutarni kunnu ganga ella rulla.

Tey, ið hava skrásett seg við Sona appini og fara onkran túrin, verða við í lutakasti um góðar vinningar og fáa møguleika fyri at kappast um høvuðsvinningin.

Høvuðsvinningurin er eitt vikuskifti í Mykinesi fyri fimm fólk, við øllum íroknaðum. Tyrlan flýgur vinnaran út til Mykinesar fríggjadag og kemur aftur eftir teimum sunnudag.  Á veg heim aftur verið flogið til allar oyggjar á rutunetinum hjá tyrluni.

Les meira á isf.fo/rorsla

Hesir túrar eiga at verða fyrireikaðir við at kanna myndirnar og kortið væl, og eru vælegnaðir at gera saman við øðrum.

Góðan túr og minst til at kanna veðrið.

Út í Høvdarhaga í Skopun.

Vindmyllurnar í Neshaga

Sandsvatn

Múlafossur

Heimasti hagavegur í Skálavík

Trøllkonufingur

Marys bænk við Gjógv

Seinastu tíðindi

Løgmaður á ólavsøku um brekøkið

juli 29, 2020

Húsalánsgrunnur

juli 27, 2020

Hvør eri eg?  

juli 26, 2020

Vallógin

juli 13, 2020