Gott nýggjár við atkomuligari 2015 visjón

januar 4, 2015

2015 eiga vit at vera ídnari at flyta okkum úr føgru orðunum um brekøkið til ítøkiligu broytingarnar, sum muna. Føgru orðini eru tó ikki til fánýtis, tí tað er har, alt byrjar. Tó er neyðugt, at hægsti myndugleiki er við.

Vitjan í Sameindu tjóðum
2014 var eitt hendingaríkt ár fyri MBF. Ein av stóru hendingunum var verkætlanin við skuggafrágreiðingini viðvíkjandi ST sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek, sum byrjaði í januar, tá ið frágreiðingin varð send ST nevndini. 

Í tveimum umførum var MBF í ST, og hevur nú á fyrsta sinni hildið røðu fyri ST nevndini, umboða limafeløgini og tala søk teirra. Hetta hevur verið ein spennandi tíð, har vit longu nú síggja úrslit.

Í september komu tilmælini úr ST og hevur Almannaráðið, Vinnumálaráðið og Mentamálaráðið verið áhugað í teimum og á hesum málsøkjunum síggja vit ítøkiligar broytingar.

Áheitan á løgmansskrivstovuna
Hóast stór frambrot innan brekøkið, kundu vit hugsað okkum støri áhuga frá løgmansskrivstovuni, tí uppgávan at breiða út tilmælini til føroyingar, sum ST nevndin mælir at seta í verk, liggur har. 

Tilmælt verður, at Føroya Landsstýri sendir endaligu tilmælini víðari til viðgerðar hjá tinglimum og landsstýri, starvsfólki í viðkomandi ráðunum, myndugleikum og limum í viðkomandi fakbólkum, so sum í útbúgving, heilsu og lógarverki. Eins og fjølmiðlum. Nevndin mælir eisini til at taka limafeløg við í fyrireikingini av ávegis frágreiðingini. Hetta er ikki gjørt.

Víðari verður mælt til, at Føroya Landsstýri breiðir út endaligu tilmælini til feløg, sum eru óheft politiskt, limafeløgini fyri fólk, ið bera brek, og eisini beinleiðis til tey, ið bera brek og familjur teirra. Hetta skal vera á føroyskum, teknmáli og í atkomuligum sniði á heimasíðuni hjá Føroya Landsstýri um mannarættindi. Enn liggur hon á heimasíðuni á enskum fakmáli, og hetta er ørkymlandi.

Hugvekjandi er eisini, at Løgmansskrivstovan hevur álagt Almannaráðnum at hava eftirlitið við ST sáttmálanum. Vit eiga møguliga at gleðast um hetta, men hví vil Løgmansskrivstovan ikki eiga eftirlitið?

Í nýggjársrøðuni hjá føroya løgmanni kann tað undra, at einki av øllum hesum frambrotum innan brekøkið, sum fevnir um fleiri túsund føroyingar, ja, kanska 10% av landsmonnum okkara, var tikið við í løgmansrøðuni 2014. Ynskið og áheitanin frá MBF er, at hetta í 2015 fyllir meira.

Umstøðurnar betraðar
Umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek, eru ymiskar, og tað velst tí um, hvat sjónarhornið er, tá ið tosað verður um, hvussu støðan er. Sum heild eru hugburðurin hjá føroyingum opin og vit kunnu vera samd um, at umstøðurnar eru nógv betraðar seinastu árini. 

Ítøkiligar broytingar og frambrot í 2014 eru t.d. at Almannaráðið hóast alt hevur fingið ábyrgdina av at hava eftirlit við ST sáttmálanum, nýggj sending í KVF er tekstað, arbeitt er byrjað at víðka um miðnámsskúlatilboðini, byrjað er at gera eina yvirordnaða ætlan fyri brekøkið og eisini er nógv hent á bústaðarøkinum.

Nýbrot var avtalan um fylgjaraskipan, sum varð undirskrivað 18. desember og varð sett í gildi 1. januar. Avtalan tryggjar fólki, ið bera brek, javnbjóðis atkomu til ferðir, tiltøk og annað. MBF fegnast um avtaluna, ið er fyrsta stig á leiðini. Í fyrstu atløgu eru tað teir stovnar, sum fáa rakstrar- ella stuðulsjáttan á fíggjarlógina frá ávikavíst Mentamálaráðnum og Vinnumálaráðnum, sum fylgjarakortið fevnir um. Tað er Norðurlandahúsið, Søvn Landsins, Listasavnið, Tjóðpallurin, Ítróttarsamband Føroya og Strandferðslan.

Atkoma er lykilin
Atkoma í víðastu merking er lykilin til virkna lívið og eigur at vera lyklaorð fyri 2015. Atkomu finna vit eisini í hugtakinum universelt design, har endamálið er at skapa vørur og annað soleiðis, at so mong sum gjørligt fáa gagn av tí næstan uttan mun til, hvør likamliga ella sálarliga støðan er. 

Hvør einstakur borgari eigur at hugsa um atkomu fyri øll. Politiska skipanin skal ganga á odda, men vit eiga at gera árið 2015 til árið, tá ið Føroyar gjørdist landið, har allir borgararnir settu atkomu í víðastu merking á dagsskránna. Hetta tekur tíð, men fram kemur tann, ið hóvliga fer.

Atkomuliga hugsanin hevði t.d. gjørt, at allar føroyskar sendingar í KVF vórðu tekstaðar, at skrivstovur, handlar og onnur støð, har føroyingar koma, vórðu atkomulig fyri øll, at fólkaskúlin gjørdist meira inkluderandi, at skipað var fyri innsavnan, greining og útbreiðslu av hagtølum eftir kyni, aldri, breki og bústaði, at fleiri fólk, ið bera brek, vóru úti á arbeiðsmarknaðinum, og at kommunurnar gjørdu eina ætlan fyri brekøkið.

Visjónin í verki
Nógv er skrivað um brekøkið, sáttmálar undirskrivaðir og føroyingar samdir um, at øll skulu hava somu møguleikar. Í 2015 eiga vit tó at vera ídnari at flyta okkum úr føgru orðunum um brekøkið til ítøkiligu broytingarnar. Við hesum ynskir MBF øllum føroyingum eitt gott og atkomuligt nýggjár við tøkk fyri 2014.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024