Løgmaður á ólavsøku um brekøkið

juli 29, 2020

Í dag var tingið sett og Bárður á Steig Nielsen helt ólavsøkurøðu løgmans við heitinum „Tryggleikin er kjølfestið í hesum ótryggu tíðum”.

Millum annað nevndi løgmaður viðurskifti, sum hava týdning á brekøkinum. Óneyðugt er at siga, hvussu stóran týdning politiska skipanin og viðkomandi skipanir og tænastur annars hava fyri einstaklingar, ið bera eitthvørt brek. 

Hygg her eftir røðu løgmans við teksti.

Við nøkrum brotum úr røðuni niðanfyri gleðir MEGD seg til gott og mennandi samstarv við politisku flokkarnar komandi tingár.

  • Búskapurin er sterkur og tryggur – og tað sama eru skipanirnar, sum lofta teimum, ið hava størsta tørvin.
  • Nú munnu øll vera samd um, at vit skulu fáa hjálp, tá ið lívið upp á skift rakar okkum meint. Vit eru errin av vælferðarsamfelagnum, Føroyum. Tryggleiki er krúnan – og búskapurin er grundvøllurin.
  • Vit mugu hava eitt dygt og trygt heilsuverk, sum bæði kann lekja og lofta. Og skal heilsuverkið lofta, er neyðugt við eini viðgerðartrygd. Vit vilja hava, at fólk verða útgreinað skjótt – og eingin skal bíða longur enn 30 dagar eftir viðgerð. Vit arbeiða longu við at greina og almannakunngera bíðilistarnar – og sjúklingurin skal fylgjast upp. Hetta verður grundarlagið undir viðgerðartrygdini.
  • Tað verður eisini tryggari hjá diabetikarum í Føroyum. Saman við Novo Nordisk grunninum fara vit at bøta um viðgerðartilboðini.
  • Ein royndarskipan, ið bjóðar teimum 15–35 ára gomlu ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð, fer eisini at muna væl og hjálpa fleiri sálarliga.
  • Um nakrar dagar byrjar ein sálarfrøðingur og sosialráðgevi á ADHD-klinikkini á Psykiatriska deplinum. Málið er, at bíðitíðin, sum fyrr í ár var upp til trý ár, skal fáast niður á tríggjar mánaðir næsta árið.
  • Vit vilja betra um møguleikarnar hjá teimum, ið av sjúku ella skaða hava mist førleika, at endurvinna mistu førleikarnar. Størri orka verður brúkt til endurvenjingartænastur í sjúkrahúsverkinum, og skjótt verður eitt endurvenjingartilboð til parkinsonsjúklingar sett á stovn.
  • Heilsuverkið skal raðfestast, tí vit vita, at likamlig sjúka ikki bara rakar likamið, men eisini sálarheilsu, familju, arbeiðslív og fíggjarviðurskifti. 
  • Fyri at lætta um hjá teimum løntakarum, sum gerast álvarsliga sjúkir í longri tíð, til dømis krabbameinssjúklingum - leingja vit tíðarskeiðið við sjúkradagpengum.
  • Landsstýrið tekur undir við Heimsmálunum hjá ST.
  • Eingin føroyingur eigur at stúra fyri, hvørt hann hevur nakrastaðni at gista, og hvørt familjan hevur tak yvir høvdið. Málið er greitt: Bústaðarmøguleikarnir í Føroyum skulu gerast betri. Vit vilja vera við til at tryggja fjølbroyttar bústaðir til allar føroyingar.
  • Eftir ætlan fáa Bústaðir heimild at læna 400 milliónir kr. til at seta gongd á nýggja bygging. Helvtin – 200 milliónir krónur – skal brúkast til at byggja bústaðir til fólk við serligum tørvi, nýtt barnaheim, lestrarbústaðir og vardar bústaðir – herundir búfelagsskapir og sambýli.
  • Vit skulu royna at tryggja øllum frælsi til at skipa sítt lív, sum tey ynskja sær – á øllum økjum. 
    Tí er eisini nýggja lógin um almannatrygd og tænastur, sum avloysir gomlu forsorgarlógina, eitt ovurhonds stórt framstig. Har verður støði tikið í, hvat tann einstaki megnar og tørvar – og hvør støðan annars er.
  • Tænasturnar skulu veitast saman við borgaranum heldur enn fyri borgaran.
  • Vit vilja, at fólk skulu hava ávirkan á egin viðurskifti og varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, so at brek ella sjúka sum minst forða fyri vanligum lívi.
  • Vit eru sannførd um, at øll hava okkurt virðismikið íkast. Sama hvussu lívsstøðan annars er.
  • Fólkaskúlin skal menna og kveikja næmingarnar, og tí er neyðugt við einum tíðarhóskandi skúla.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024