Uppskot um talsfólk lagt fram á Føroya Løgtingi

mars 11, 2021

Í dag var 1. viðgerð av uppskotinum til samtyktar um at seta eitt talsfólk á brekøkinum. Tað er Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum leggur uppskotið fram.

Fyrst í uppskotinum stendur, at „løgtingið heitir á landsstýrið um at seta eitt talsfólk á brekøkinum at tryggja eftirlit við ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek og at orða eina brekpolitiska virkisætlan og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi."

Hetta er eitt spennandi uppskot, sum eisini fevnir um gerð av brekpolitiskari virkisætlan.

 

Hví talsfólk?

Grein 33 í ST-sáttmálanum ásetir, at Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek fáa tey rættindi, ið eru ásett í sáttmálanum. Fyri at fremja hesa áseting, skal m.a. skipast fyri einum óheftum eftirliti.

Føroyar hava einki óheft eftirlit. MEGD hevur lagt upp til at seta í verk sjálvstøðuga eind við einum talsfólki, sum er politiskt óheft við sterkum mandati og breiðum serkunnleika. Talsfólkið kann tá ráðgeva og koma við tilmælum, sum styrkja kor teirra, ið bera brek, við støði í serkønari vitan um bæði ástøði og praksis í mun til tjóðar- og altjóða mál og føroyska lóggávu.

 

Ynskið í fleiri umførum

Av tí, at tað ikki var politiskt ynski frá byrjan, at Føroyar skuldu liggja undir danska Institut for menneskerettigheder, mælti ST-nevndin Føroya Landsstýri í 2014, at íverkseta ein mannarættindastovn at fremja og verja mannarættindi í samsvari við París aðalreglurnar.

Í árunum eftir 2014 var heldur ikki politiskt ynski at íverkseta ein føroyskan mannarættindastovn. Tí vísti MEGD í 2018 á grønlendsku loysnina við vón um, at hon fær undirtøku.

Fleiri fundir hava verið, bólkur hevur sitið og hugt eftir ymiskum loysnum, men politiska skipanin hevur enn ikki víst á nakra endaliga loysn.

Í 2019 bað ST-nevndin Føroya Landsstýrið vísa á stig tikin til at styrkja danska mannarættindastovnin, Institut for Menneskerettigheder, so hann fær útint heimild sína á munagóðan og óheftan hátt sambært París-reglunum.

í 2019 setti MEGD fram hjartamál í samband við løgtingsvalið um óheft eftirlit við ST-sáttmálanum. Tá kom ynskið í samgonguskjalið.

Í dag var so fyrsta ítøkiliga uppskotið um talsfólk á brekøkinum lagt fram á Føroya Løgtingi.

 

Grønland sum fyrimynd

Uttan politiskt ynski um eitt íverkseta ein føroyskan mannarættindastovn, setti MEGD fram ynski um talsfólk á brekøkinum.

Í 2018 var MEGD á vitjan hjá grønlendska talsfólkinum, Christina Johnsen. Hon gjørdist fyrsti grønlendski talsfólkið á brekøkinum í september 2017. Hon hevur cand.jur. prógv frá Aalborg Universiteti og hevur drúgvar royndir innan ymisk størv sum løgfrøðingur, dómari og sum verji.

Talsfólkið virkar við støði í lóg um talsfólk á brekøkinum og við støði í breksáttmálanum. Uppgávan hjá talsfólkinum er fyrst og fremst at tryggja, at fólk, ið bera brek, kenna síni rættindi og at hesi rættindi gerast veruleiki í gerandisdegnum. Alt arbeiðið byggir á ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Talsfólkið virkar millum annað sum ráðgevi og vegleiðari hjá almennum og privatum stovnum, hon skal tryggja at grønlendska lógarverkið byggir á ST-sáttmálan, og hon savnar og gevur víðari vitan um støðuna hjá teimum, ið bera brek. Hvørt ár verða hagtøl savnað og ársfrágreiðing skrivað. Javnan vísir hon alment á ítøkilig tiltøk, sum kunnu betra um umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek.

 

Við vón um, at okkurt ítøkiligt hendir

Væl vitandi um, at nógv er hent á brekøkinum seinastu árini, so liggur hetta enn á láni. Nú hevði tað verið uppá sítt pláss, at ein loysn á hesum partinum av grein 33 verður settur í verk.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024