5: Tí eru vit sjálvboðin

apríl 21, 2021

"Tí eru vit sjálvboðin" var yvirskriftin í nýggjasta MEGD-blaðnum, har limafeløgini settu orð á, hví tey gjørdust sjálvboðin. Sjálvbodna arbeiðið í limafeløgunum hevur ósigiligan týdning fyri samfelagið alt. Farnu vikurnar hava vit hoyrt limafeløgini svara, og í dag svara tey seinastu, sum eru Sclerosufelagið, Sinnisbati og Stoffskiftisfelagið.

Sclerosufelagið

Felagið varð sett á stovn 27. mars 1979, og tann 22. apríl í 2007 varð felagið limur í danska sclerosufelagnum.

Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði?

Vit í nevndini í Sclerosufelagnum gera sjálvboðið arbeiði, tí vit vilja veita limum okkara eina hjálpandi hond. Sum ein partur av danska felagnum er hetta ein stórur stuðul bæði hjá okkum og teimum. Gjøgnum tey fáa vit vitan um nýggjastu gransking, og vit hava møguleika at fáa fyrilestrar í Føroyum um hesa gransking. Árliga royna vit at hava eina innsavning, sum ferð óskerd til gransking til heilivág fyri sclerosu.

Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði?

Vit royna at vera vegvísari fyri limirnar, soleiðis at teir koma á rætta stað og fáa ta røttu vitanin, sum teimum tørvar, til dømis læknahjálp, sosialráðgeva, sálarfrøðing, sosial tiltøk, fyrilestrar.

Hvørji tilboð bjóða tit limunum?

Tilboðini, sum vit bjóða limum okkara, eru kunning um sclerosu, leiðbeining til teirra, ið hava brúk fyri sosialari ella sálarligari hjálp. Vit hava árligar fyrilestrar um gransking í sjúkuni. Harafturat hava vit afturvendandi sosial tiltøk, so sum tann árliga summarútferðin og jólahaldið. Hesi tiltøk eru við til at skapa samanhald og eru eisini ætlað til at skapa trivnað hjá limunum. Okkara limir fáa eitt blað árliga við viðkomandi greinum um sclerosu.

Vit halda á, tí at felagið vil veita sínum limum eina hjálpandi hond til okkara limir, og vit síggja, at tað stimbrar lívsgóðskuna hjá limunum og familju teirra.

 

Sinnisbati

Áhugafelagið Sinnisbati bleiv stovnað í 1982, og nevndin er skift nakað út hesi árini, men hóast tað hava vit nevndarlimir, ið hava bæði 25 og 30 ár á baki. Virksemið er økt munandi við árunum. Málbólkurin er fólk við sinnisligum avbjóðingum og avvarðandi teirra, og vit fevna ofta víðari enn um okkara limaskara, tá ið nógv av okkara tiltøkum og átøkum eru almenn. Vit hava sett ein aðalskrivara, ið kann taka sær av dagligu leiðsluni í felagnum, og soleiðis hava vit kunnað víðkað arbeiðsøkið hjá felagnum.

Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði?

Vit eri við

  • fyri at gera mun hjá teimum, ið hava brúk fyri tí, vit gera.
  • fyri at stuðla teimum í teirra støðu og vísa á, hvaðani hjálp er at fáa.
  • fyri at vísa teimum á, hvat tey hava rætt til.
  • fyri at vera saman við teimum í teirra støðu ella lurta eftir, hvat tey hava upp á hjarta.
  • fyri serliga at vísa á, at vit eru her fyri tey og teirra avvarðand. 

Hví halda tit á við sjálvbodnum arbeiði?

Tað er nú meira enn nakrantíð veruliga brúk fyri okkum. Tað er serstakliga gott at vita, at tað vit gera, ger mun hjá tí einstaka, sum onkursvegna fær eitt betri lív, ið beinleiðis ella óbeinleiðis stendst av tí orku, sum vit leggja í okkara sjálvbodna arbeiði í felagnum. 

Eg vænti, at vit eru fleiri, sum hugsa, at tað er ein samfelagsskylda at geva av okkara førleikum at hjálpa har, vit kunnu, og vit kunnu takka øðrum sjálvbodnum og feløgum, tá ið tey hava eitthvørt at geva okkum. 

Hvørji tilboð bjóða tit limunum?

Vit skipa so fyri, at okkara limir fáa upplýsing um sína sjúku og hvagar tey kunnu venda sær eftir hjálp og kunning um tilboð og tiltøk. Vit skipa fyri almennum ráðstevnum og upplýsandi tiltøkum, hetta fyri at røkka longur, tí vit vita, at nógv kunnu fáa gleði av hesum, eisini tey, sum ikki eru limir í felagnum. Vit bjóða bæði børnum, ungum og vaksnum sjálvhjálparbólkar tí vit vita, at sálarsjúka rakar alla familjuna. 
 

Stoffskiftisfelagið

Felagið varð sett á stovn í 2006. Vit vóru nakrar kvinnur, ið allar høvdu stoffskiftissjúku. Vit vildu so fegin vita meira um sjúkuna, um viðgerð, og hvar vit kundu fáa hjálp. Vit settu okkum í samband við forkvinnuna í danska Stofskifteforeningen og fingu samstarv í lag við hetta danska felagið. Hetta hevði millum annað við sær, at okkara limir fáa teirra limablað fýra ferðir um árið, og at danska felagið vil hjálpa okkum at halda kunningarfundir í Føroyum so ofta sum tilber. Miðað hevur verið eftir at halda kunningarfundir í minsta lagi annaðhvørt ár. 

Hví eru tit við í sjálvbodnum arbeiði?

Tað, at vit sjálvar hava havt tørv á hjálp vegna stoffskiftissjúku, ger ivaleyst sítt til, at vit allar framvegis eru virknar í nevndini í felagnum. Vit ynskja inniliga, at felagið skal halda fram, og at limirnir skulu fáa gleði av tí arbeiði, vit gera. Tað hevur eisini víst seg at hava verið torført at fingið nýggj fólk í nevndina, og tað er eisini grundin til, at vit sita í nevndini enn.

Hví halda tit fram við sjálvbodnum arbeiði?

Vit hava alla tíðina havt sum aðalmál at fáa ein serlækna í stoffskiftissjúkum til Føroya at starvast. Og nakrar ferðir hava vit verið á fundi við myndugleikarnar fyri at skunda undir hetta. Tí eru vit ovurfegnar um, at ein serlækni á økinum varð settur í 2018, enntá ein føroysk kvinna.

Hvørji tilboð bjóða tit limunum?

Felagið verð limur í MEGD á aðalfundinum í 2009. Uttan MEGD hevði Stoffskiftisfelagið helst ikki verið so væl fyri, sum tað er. Sum limafelag er man noyddur at fylgja reglunum við at hava ein roknskap og at halda aðalfund.

Formansfundirnir hjá MEGD motivera, eins og tað er gott, at MEGD skipar fyri skeiðum fyri limafeløgunum. Tað er ein góður felagsskapur millum øll limafeløgini í MEGD, og har eru tí góðir møguleikar fyri at stuðla og vegleiða hvør øðrum.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024