Eitt samfelag í serflokki

juni 3, 2021

Fríggjadagin 13. september 2019 varð nýggj samgonga millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin skipað, og samgonguskjalið „Eitt samfelag í serflokki” varð undirskrivað. Fyri MEGD var áhugavert at kanna, hvussu samgongan ynskti at raðfesta brekøkið. Fleiri góðir batar vóru at síggja, og nakrir teirra eru seinastu tíðina settir í verk. Nú valskeiðið er hálvrunnið, er hóskandi at vísa á nakrar av batunum, sum nú eiga at verða raðfestir.

Nakað undir heilsumál

Ynski var um, at likamlig- og sálarlig heilsa og viðgerð vórðu javnstillað. Skjót útgreining av sjúklinginum var avgerandi. Her síggja vit enn, at á økjum sum t.d. í psykiatriini er bíðilistin ov langur. Tí skulu psykiatriskir sjúklingar, sum samgonguskjalið vísir á, verða tryggjaðir bráðfeingis hjálp á skaðastovum.

Samstundis eigur at verða arbeitt víðari við skjótari útgreining og viðgerð. Samgonguskjalið vísir eisini t.d. á skipan um viðgerðartrygd, sum ásetur, at eingin skal bíða í meira enn 30 dagar fyri at koma í viðgerð.

MEGD fegnast um, at ynski er um at styrkja endurmenningina kring alt landið. Við nýggju lógini um almannatrygd og tænastur skal ein persónlig ætlan fyri hvønn einstakan borgara tryggja likamligan, sálarligan og sosialan tørv. Hetta liggur klárt og skal nú setast í verk við nøktandi játtan.

Eins og viðlíkahaldsvenjing við lógini skal vera tryggjað fyri øll, so virkar lógin enn ikki til fulnar, so borgarar fáa nøktandi tilboð um endurmenning. Hetta kann síggjast aftur í tørvinum í, at skipað verður fyri eini tvørgangandi, samanhangandi sjúklingaviðgerð við tøttum samstarvi millum sjúkrahúsini, allar aðrar partar av heilsuverkinum og serviðgerðina uttanlands, sum samgonguskjalið vísir á. Her eigur avgjørt eisini at verða hugsað tvørgreiasamstarv.

 

Nakað undir almannamál

Avtalan Tann góða tilgongdin er nú partur av lógini um almannatrygd og tænastur, og er tilboðið víðkað til børn og ung við ADHD. Her er eitt greitt ynski frá MEGD um, at øll fáa sama tilboð um eina góða tilgongd, har allir partar samstarva í tvørfakligum ráðgevaratoymi, sum er knýtt at familjum, ið hava barn, ið ber brek, soleiðis at hjálp og stuðul kunnu gerast meira samanhangandi og munadygg.

Ynski var um at seta talsfólk til borgarar, ið bera brek, í verk. MEGD hevur víst á, at Føroyar tørvar ein mannarættindastovn, ið kann hava eftirlit við ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek. Í hesum sambandi hevur MEGD víst á møguleikan at seta eitt talsfólk á brekøkið. Hetta væntar enn.

Enn væntar okkum eina yvirskipaða brekpolitiska virkisætlan fyri Føroyar. Og enn væntar okkum avtalur millum aðalráðini og avvarðandi yrkisfelag um verju í sambandi við møguligt verkfall, ið rakar fólk, ið bera brek.

 

Nakað undir bústaðarmál

Í samgonguskjalinum stendur, at fjølbroyttir bústaðarmøguleikar skulu vera til allar føroyingar. Tað er ein grundleggjandi tørvur hjá øllum at hava ein bústað, og eitt framkomið samfelag eigur at tryggja sínum borgarum henda møguleikan.

Málið var tá at økja útboðið av leiguíbúðum til privat og av almennum bústøðum til fólk, ið bera brek. Eins og ferð skuldi fáast á bygging av vardum bústøðum, sambýlum, bústovnum v.m. til fólk við serligum tørvi.

Ferð er fingin á at byggja vardar bústaðir til fólk, ið bera brek. Hetta gongur tó ov seint. Bíðilistin er langur, so her eigur samgongan at raðfesta bústaðir høgt.

 

Nakað undir menta- og útbúgvingarmál

Ynski er í samgonguskjalinum, at fólkaskúlin skal vera fyri øll. Allir næmingar í fólkaskúlanum skulu fáa dygdargóða frálæru- og undirvísingartilboð. Landsins skúlaskapur skal tryggja øllum holla útbúgving, handaliga sum andaliga, har øll skulu hava møguleika at vinna sær útbúgving.

Her er skilagott skjótari at arbeiða við tillagingum og dygdargóðum broytingum í fólkaskúlalógini í samband við m. a. floksstødd, serøki og starvsfólkaviðurskifti. Vit eiga skjótari og neyvari at stuðla skrivi- og lesiveikum næmingum, soleiðis at teir kunnu nema sær útbúgving á jøvnum støði við onnur.

Eisini skulu skúlatilboðini til næmingar, ið hava menningartarn og koma úr fólkaskúlanum, verða ment. Gleðiligt er, at tilboð um serbreyt er víðkað. Nú eigur útbyggingin av eftirskúlanum Rásin at verða sett í verk.

 

Nakað undir samferðslu- og altjóðamál

Samgongan eigur at tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið. Atkomuviðurskiftini á útoyggj skulu betrast, og umstøðurnar hjá rørslutarnaðum í samferðsluni skulu raðfestast. Her gleðist MEGD um, at bussarnir hjá Bygdaleiðum nú eru atkomuligir.

Arbeitt verður fyri eygleiðarastøðu í ST og sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Her eigur eisini talsfólkið á brekøkinum at koma inn sum óheft eftirlit við ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek.

 

Samgonguskjalið vísir veg

Gott er at hava greið mál samstundis sum arbeitt verður við at náa teimum. Nú valskeiðið er hálvrunnið, er hóskandi at vísa á, at nakað er gjørt, og nakað er eftir. Um samfelagið skal vera í serflokki, er tað nú orka skal leggjast í framhaldandi at fáa ynsktar batar við neyðugu raðfestingini gjørdar.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024