Samskifti er ein mannarættur

august 27, 2021

Á samskiftisøkinum eru Føroyar eftirbátur. Partur av at vera menniskja er at hava eitt mál at samskifta við. Í málinum liggur møguleikin at siga, hvørji vit eru, at ávirka persónlig viðurskifti og siga, hvat vit vilja og ynskja. Hóast hetta eru grundleggjandi mannarættindi, eru borgarar í Føroyum, sum ikki fáa nøktandi møguleika at menna eitt samskiftismál – teknmál, alternativt samskifti ella aðrar samskiftishættir. Her vænta ætlanir fyri menning og stuðli av víðkaðum og øðrvísi samskiftishættum.

Samskiftisdepil við góðum tilboðum

Samskifti er samstundis avgerandi liður í at gera fólk sjálvbjargin. Ein samskiftisdepil hevði givið ymsu fakfólkunum innan økið møguleika at samstarva og eisini at ráðgeva, veita hjálp og stuðul og at leggja ætlanir fyri menning við ítøkiligum, persónligum málum.

Vit hava í dag ein vælvirkandi Sjóndepil. Við honum sum fyrimynd eiga vit at arbeiða við at menna ein samskiftisdepil, har alternativir samskiftishættir verða mentir og styrktir. Talan er um avbjóðingar við hoyrn, talu og samskifti, rødd, manglandi minni, avbjóðingar við at lesa og skriva ella kognitivar avbjóðingar.

MEGD vitjaði í vikuni á Kommunikationscentret, sum liggur í donsku høvuðsstaðarregiónini. Á samskiftisdeplinum, Kommunikationscentret, hava tey servitanina og samstarva við kommununa um at útvega borgarum neyðugu hjálpina, ið kann avmarka fylgjurnar av ítøkiligu samskiftisavbjóðingini.

Servitanin har er innan hoyri-, sjón-, talu-, lesi- og talavbjóðingar. Eisini røkka tey heilaskaddum og teimum, ið hava kognitivar avbjóðingar og tey, ið hava upplivað heilaskjálta. Út frá hesum verða persónligar ætlanir gjørdar við støði í førleika og tørvi. Endamálið er at hjálpa og/ella avmarka fylgjurnar, so borgarar gerast førir fyri at samskifta og megna at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag.


Skúlatilboð, ið mennir samskifti

Eisini vitjaði MEGD í vikuni SPK skúlatilboðið, sum liggur saman við Langelinieskolen á Østerbro. SPK skúlatilboðið er fyri børn, ið hava tørv á týðiligum samskifti. Serliga eru tað børn, sum hava avbjóðingar við at fata og brúka talumál á sama hátt sum javnaldrarnir t.d. børn við niðursettari hoyrn, við autismu, einhvørjum syndromi ella hava avbjóðingar við innlæring, har alternativt samskifti styrkir læringina og mennir sambandið við umhvørvið.

Lærarar og námsfrøðingar arbeiða tvørfakligt og í tøttum samstarvi við foreldrini. Tað merkir, at málsliga menningin hjá barninum kann verða varðveitt og síðani styrkt á ein natúrligan hátt í undirvísingini, í frítíðini og saman við foreldrunum.

 
Talufrælsi, meiningarfrælsi og atgongd til upplýsingar

Við støði í grein 21 í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, mælti ST-nevnd teirra, ið bera brek, í 2014 Føroya Landsstýri til at viðurkenna rættin hjá øllum deyvum og hoyrnarveikum at fáa undirvísing og at samskifta á teknmáli og at seta munadygg tiltøk í verk fyri at stuðla teknmáli sum samskiftishátt á øllum økjum í lívinum hjá deyvum persónum við tí endamáli at tryggja luttøku teirra í arbeiði, útbúgving og mentanarlívi.

Hóast kunngerð um undirvísing í og á teknmáli er gjørd, er eingin undirvísing í føroyskum teknmáli og børn, ung og vaksin við CI (Cochlear Implant) fáa ikki neyðug framhaldsskeið og undirvísing, hvat samskifti viðvíkir.

Her hevur MEGD umframt teknmál og persónligar ætlanir fyri tey, ið hava fingið CI, fyrr víst á manglandi taluvenjing til fólk við afasi og tey, ið hava aðrar avbjóðingar við hoyrn, talu og samskifti, rødd, manglandi minni, avbjóðingar við at lesa og skriva ella hava kognitivar avbjóðingar.


Er føroyskur samskiftisdepil gong leið?

Í 2014 mælti ST-nevnd teirra, ið bera brek, eisini Føroya Landsstýri til javnbjóðis viðurkenning av menningini og stuðlinum av alternativum samskiftishættum, ið tøkir eru hjá teimum, ið bera vitborin og sálarlig brek. Enn er eingin skipað ætlan fyri hesum. 

M.a. við støði í hesum fór MEGD at vitja omanfyri nevndu støð, tí hetta málið kundi verið rokkið við einum sterkum og fakligum samskiftisdepli við greiðum persónligum málum fyri einstaka borgaran.

Spurningurin er so, um ein føroyskur samskiftisdepil er gongda leiðin.

Nakrar myndir frá vitjanunum finnur tú her.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024