Nøkur eru ov ymisk

mars 15, 2017

Kvinnirøddin í Kvinna, september 2016

Onkuntíð fái eg kensluna av, at eg, sum forkvinna í MBF, skal gera mær ómak við at finna góðar grundgevingar fyri, at føroyska samfelagið sjálvsagt eigur at fevna øllum borgarum. Grundgevingin, at tørvurin er har, er ikki altíð nóg góð, tað skal helst eisini geva meining. 

Á pappírinum er tó eingin trupulleiki, pappírið er tolið. Heldur trekari er at seta góða skrivaða orðið í verk. 

Avbjóðingin, at tað skal geva meining, er oftast, at ymisku tørvirnir sjáldan geva meining fyri øll. Vit eru øll ymisk bæði viðvíkjandi tørvi, og hvat vit halda gevur meining. Fyri tey flestu gevur eg, meg, mær og mítt bestu meining, og um eitthvørt ikki gevur meining fyri meg, so hevur tað helst heldur ikki týdning fyri onnur. Enntá kann tað tykjast óneyðugt og víðari beinleiðis ørkymlandi fyri nøkur, at krøv verða sett at fevna vítt.

Nevniliga tí síggja vit, at tey, ið gera vart við ymisku tørvirnir, ofta eru tey somu, sum sjálvi á einhvønn hátt eru fevnd av bólkinum “meira ymisk enn onnur”. Hetta er í sjálvum sær ein trupulleiki, tí hvat avger, hvør tørvur gevur samfelagsliga meining at nøkta?

Berjast fyri rættindum hvør hjá øðrum
Vit kenna alt ov væl veruleikan, at tað fyri nøkur einaferð knappliga fór at geva góða meining at bólka menniskju eftir týdningi og at sleppa sær av við tey, sum vóru “ov ymisk”, og sum ikki passaðu inn í felagsskapin. Tað gjørdist í lagi ikki at møta tørvi teirra og at enda í lagi at týna tey. 

Hví gjørdu t.d. ikki fleiri meira fyri at berjast fyri grundleggjandi rættindum hjá øðrum fyri 2. heimsbardaga, tá ið menniskju vórðu bólkað eftir týdningi. Hetta hugleiddi týski presturin Martin Niemøller eisini um, eftir at hann sjálvur hevði verið fangi í fangaleguni Sachsenhausen.

Niemøller hevði sjálvur ikki gjørt stórvegis fyri at fyribyrgja tí, sum nasistarnir nágreiniliga løgdu til rættis og settu í verk. Tá ið teir so við tíðini høvdu tikið alt slag av mótstøðufólki, sigur Niemøller sjálvur, at: “Tá ið teir so komu eftir mær, var eingin eftir, sum kundi muta ímóti.”

Ikki er ólíkt menniskjum at hugsa, so leingi tað ikki viðvíkur mær, so tegi eg bara – og tað gav meining fyri tey.

Her vísti tað seg, at hugburðurin, at tað er í lagi, at øll ikki hava somu rættindi í einum samfelag, endaði við, at tað í veruleikanum gav meining at taka øll rættindi frá teimum og at enda at týna tey.

Ikki tað sama
Vit læra ikki nógv av mistøkum hjá øðrum, men vit kunnu áhaldandi minna hvønn annan á, at tað vit vilja, at menniskju skulu gera móti okkum, skulu eisini vit gera móti teimum. Tá var søgan um Sachsenhausen neyvan veruleiki. 

Við vissu er stórur munur á hugsanini handan Nasitýskland og føroyska samfelagið, tó er hugvekjandi, at borgarar í Føroyum liva eitt fínt lív við øllum hugsandi rættindum, ímeðan fleiri aðrir borgarar ikki hava somu rættindi.

Ja, nøkur hugsa enntá, at tað er spill av peningi og orku at seta hesi rættindi í verk. Við øðrum orðum eru nøkur ov ymisk, og harvið er tað í lagi, at samfelagið ikki fevnir teimum. Hvar endar tað tá?

Vit skulu vísa miskunn og samkenslu
Neyðugt er í grundini, at vit læra okkum at berjast fyri grundleggjandi rættindum hjá øllum borgarum – eisini hjá teimum vit vanliga sjálvi ikki bólka okkum saman við. 

Hóast heimspeki bara er hugsan um tilveruna, so kann tað vera ræðandi at hugsa, at ikki altíð er langt frá tanka til gerð. Avstralski heimspekingurin Peter Singer er farin í djúpa hugsan um, at tað gevur meining, at foreldur, ið fáa børn, sum væntandi ongantíð verða før fyri sjálvi at hugsa ella taka avgerðir, kunnu hjálpa teimum at doyggja og við hesum vísa miskunn og samkenslu. Og hetta gevur í dag meining fyri nøkur.

Hesir tankar, hóast enn bara tankar, eru líkir øðrum tankum, sum endaðu við, at tað gav meining at gera mun á, hvørji rættindi ymisk menniskju høvdu uppiborið.

Hesir tankar saman við sannroyndini, at tað er í lagi, at nøkur ikki hava grundleggjandi rættindi til ein virknan gerandisdag, er eitt signal um, at tað er í lagi, at nøkur eru uttan fyri felagsskapin.

Eitt lovandi samgonguskjal frá september 2015
Frá søguligu skuggasíðuni kann eg við vón taka seinasta brotið í samgonguskjalinum, sum varð skrivað so seint sum í september 2015, fram í ljósið. Brotið gevur á pappírinum góðar vónir fyri einum javnrættinda Føroyum. Undir yvirskriftini “Børn, ung og vaksin við serligum avbjóðingum” stendur at lesa, at samgongan vil arbeiða fyri tí innkluderandi samfelagnum. Altjóða sáttmálar - eitt nú mannarættindasáttmálin, barnarættindasáttmálin og ST-sáttmálin um rættindi hjá teimum, sum bera brek - eiga at verða virdir og fylgdir. 

Tað gevur kanska ikki meining at taka nasismuna ella tankar frá einum útlendingi við í ein stubba um rættindi hjá borgarum í Føroyum, tí vit hava hóast alt eitt samfelag, sum er bygt á fólkaræði, sum vit sjálvi siga er eitt gott samfelag. Og tað er eisini rætt – ofta.

Tó er álvarsliga stórur munur á skrivaðu rættindunum og rættindum í verki. So leingi vit ikki síggja rættindi í verki, liva menniskju í skerdum gerandisdegi, og tað eigur ikki at geva meining fyri føroyingar. Tó eru hugvekjandi fá, sum gera vart við hesi manglandi rættindi.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024