Vitan ger virknan

mars 14, 2022

Nýggjasta MEGD-blaðið snýr seg um hugburð um brek. Les greinina, sum Karin Kjølbro, sosialráðgevari, skrivaði til blaðið.

Myndina tók Bergtóra Høgnadóttir

Abbi mín Sigmundur, sáli, var sjómaður. Alt tað, eg minnist, var annað eygað afturlatið. Á gamalsaldrinum misti hann beinið vegna  vanlukku við lendingina í Skúgvoy.

Nú (1971) gleddi hann seg til at síggja skjótt 3-ára gomlu langabbadóttrina. Hon vitjaði ommu sína í Klaksvík. Hann fer so glaður yvir til smágentuna, sum fyrst hugdi upp á hann. Síðani  læt úr henni: Tú ert ein løgin abbi, tú hevur eitt bein, eitt eyga og eina tonn.

Henda søgan er 50 ára gomul og verður søgd, tí hon lýsir væl, hvussu tíðliga vit duga at síggja tað, tá ið nakar sær øðrvísi út.

Stutt eftir hesa hending var ætlanin um at stovna eitt felag fyri avvarðandi hjá fólkum við menningartarni, ið leingi hevði verið ávegis,  fullførd. Giti, at tað kundi verið komið í lag væl áðrenn. Í 1966 hevði Statens Åndsvageforsorg sett ein føroyskan sosialráðgeva, Burnamann Niclasen, í starv í Føroyum.

Nýbyrjaður á arbeiðsferð ávegis til Rødbygård, doyr hann av ferðsluvanlukku. Annars  vóru eisini  fleiri  gentur og einstakir dreingir úr Føroyum á Rødbygård í útbúgvingarørindum fyri at verða til reiðar at flyta heim við føroyingunum har. Hetta var staðið, har um 100 føroyingar við mennningartarni búðu, umframt 20 onnur, ið búðu aðrastaðir í Danmark. Á Rødbygård búðu til samans eini 1000 fólk. Tey vóru tá farin at flyta fólk út á minni stovnar. Tað var ein orsøk aftrat til, at nakað skuldi henda i Føroyum.

Hetta er alt søga, men kanska kunnu vit siga, at sorgarsøgan endaði væl, tá ið vit hugsa um føðingardagin hjá Javna herfyri. Gleði, stoltleiki og felagsskapur lýsti av teimum, og fólk komu úr øllum ættum at samgleðast við teimum.  Fleiri 50-árahald aftrat verða í næstum.

Ætlaði at orða nakað um, hvussu hugburðurin var fyri meira enn  hálvari øld síðan til fólk, ið bóru brek, í landi okkara. Í Klaksvík høvdu vit í grannalagnum ein javnaldra, ið var kallaður Býtti-Símun. Hann hevði Down Syndrom. Tað var ein rár hending, at hann var úti millum børnini. Var bara inni hjá mammu síni. Minnist hann bleikan og blíðan, og tá ið hann onkuntíð kom út, tosaði hann bara um mammu sína.

Og so var eisini ein maður, ið varð nevndur Krókur. Hann hevði mist  undirarmin og fingið ein hjálparlim, sum endaði í einum króki. Hóast hetta var hann av allar raskastu útróðrarmonnum. Og tað var hann hámettur fyri, men mong kallaðu hann bara Krókur.

Ivaleyst eru fleiri dømi, men givið er, at eingin eigur at fáa niðrandi eyknevni, og eingin skal eyðmerkjast við sínum breki. Tá ið tað er sagt, so var eisini ein UG-Malena í Klaksvík.

Hvussu var tað, tá ið fólk vórðu send av landinum, sammett við støðuna í dag? Nógv hevur verið sagt í sambandi við stovningardagin hjá Javna. Men tað vóru nógv børn aftrat, ið vóru send av landinum í styttri ella longri tíð, alt eftir viðgerðar- og endurbúgvingarmøguleikum. Støða teirra var frægari soleiðis, at tey og teirra næstu á leið vistu, hóast ofta drúgt, nær tey sluppu heimaftur.

Tað er mín sannføring, at mongu feløgini, sum mynda MEGD og komu aftaná Javna hvør í sínum lag, hava dugað at gera vart við tørv og tvørrandi møguleikar hjá tí einstaka. Tey, ið hava skipað fyri, vóru stuðlað við áliti, vón og eldhuga. Felagsskapurin og lættari atgongd til vitan hevur givið risaúrslit. Hetta hevur eisini givið øðrum dirvi til at fara undir eitt nú Beran, har limirnir hava ein lagnufelagsskap vegna sorg og miss.

Og hóast ofta hevur verið funnist at politikarum, so eru teir eisini ávirkaðir av feløgunum og tí, sum hendir í stóru verð, eitt nú við áheitanum og samtyktum í ST. Tey vilja øll umboða eitt framkomið samfelag og hava lært týdningin av, at eitt framkomið samfelag skal kennast á, hvussu farið verður við og um tey, ið bera brek. Tað góða lívið skal fevna um øll. Tey, ið bera brek, skulu eisini hava eitt virkið lív og sítt stað at fara upp til hvønn morgun og haraftrat fáa hjálp og stuðul til at røkka egnum málum og dreymum.

Nógvar  hugburðsbroytingar eru farnar fram seinnu árini, har fokus verður sett á førleikar, og ikki tað, eg ikki megni.  

Hetta minnir meg á, tá ið yngra dóttirin, ið var so røsk sum svimjari, gjørdist hjálpari hjá svimjarum, ið bóru brek. Hetta var mitt í 80´unum, har hon fór á norðurlendska svimjikapping við hesum bólki. Afturkomin tosaði hon nógv um ein norðmann, ið var javnaldri. Tey skrivaðu saman, og hon var týðiliga hugtikin. Eg hugsaði bara, at hann eisini var hjálpari.

Ein dagin kemur hon so kát at vísa mær mynd av norðmanninum. Eg hyggi og svari: Eg skilji, at hann ber brek. Ja, mamma, hann situr í koyristóli, men annar armurin er so spillfrískur, og so hevur hann eina veldiga útstráling.

Fyri 50 árum síðan vóru tað viðfødd brek og viðfødd sjúka, ið stimbraðu hugin til at stovna felag fyri felagsskap og fyri betur at samskifta við myndugleikarnar. Kann bara gita, hví Sinnisbati ikki kom fyrr enn í 1982. Sum verðin er broytt um okkara leiðir, so er sálarligur veikleiki aftrat, ið kanska er avleiðing av umhvørvinum. Tað er ótti, angist, einsemi og órógv hjá børnum og ungum, ið tørvar samband við sálarfrøðing. Eisini á hesum øki hava politikarar ásannað, at stuðul skal veitast. Gjørdist annars illa við, tá ið eg spurdi ein ommuson um happing. Hann helt fyri, at dreingir arga, og gentur happa. Hann nái okkum!

Umframt at hjálpa, har sum ástendur, er alsamt alneyðugt við fyribyrgjandi tiltøkum. Hugsað verður m.a. um foreldraførleikar og samskifti millum foreldur og børn.  

Aftrat eldsálum, so er internetið ein framúr miðlari av nýggjari vitan og íblástri. Gjøgnum sjúklingafeløgini eru fjølbroytt IT-skeið, ið geva íblástur, hug og  vitan til virksemi. Haraftrat hoyrir tað til almenna vitan og dannilsi, at neiligur hugburður til fólk, ið bera brek ella eitthvørt ófullføri, er ógvuliga vánaligur stílur, hóast orsøkin aloftast stavar frá ókunnleika.

Eingin kennir mein í annans bein. Men eins og vit kunnu venja kroppin, so kunnu vit venja hygni, virðing og umsorgan fyri øðrum. Men tað er alsamt ikki nóg framkomið, at felagsskapir og heilsustarvsfólk støðugt stríðast fyri, at sálarsjúk verða javnsett við aðrar sjúklingar. Her er dømi um,  at vit ikki eru komin á mál.

Nógv er vorðið betri, men sumt er lítið á leið komið viðvíkjandi hugburði. Tað mátti ásannast, tá ið vit sóu 31 ára gamla mannin við Tourettes sjúku, sum eru álvarslig hábrøgd og óætlaðar kropsrørslur og ljóð. Maðurin hevur sett sær fyri at ferðast tvørtur um alt Danmark – 2300 kilometrar – til gongu aftureftir, í vón um at seta sjúku sína í fokus og steðga tí happing, honum er fyri og til tess at vinna á egnari angist. Hann væntar at koma á mál í november mánaði.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024