Fiskastykkið fingið lykilin

mars 17, 2022

Í dag fekk matstovan Fiskastykkið í Sandavági MEGD-lykilin sum tekin uppá, at tey taka atkomu fyri øll í álvara.

Tað var í 2020, at fólk sendu MEGD uppskot um atkomuligar matstovur í Føroyum. Við hesum ynskti MEGD at vísa á týdningin í atkomu fyri øll. Ein nevnd varð tá sett at meta um innkomnu uppskotini, samstundis sum eitt uppsøkjandi arbeiði varð gjørt. Í nevndini sótu Levi Hanusarson, Poula Reinert Olsen, Eyðun Hansen, Sonja Tausen og Ása Dánjalsdóttir, umframt forkvinnan og aðalskrivarin hjá MEGD.

Tey fýra atlitini vóru:

  • Góð atkoma
  • atkoma til vesi
  • møguleiki fyri at fáa ovurviðkvæmis vinarligan mat, her laktosu- og glutenfrían mat og
  • góð parkeringsviðurskifti

Hesi atlit hava sum heild stóran týdning. Fólk, ið bera brek, skulu sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi. Privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, skulu tí eisini vera atkomuligar fyri øll.

1. juli 2020 vóru atkomuligu matstovurnar kunngjørdar á móttøku í MEGD-húsinum. Tær fingu viðurkenning fyri góða atkomu við einum lykli, ið verður sett á høvðusdyrnar í komandi viku. Lykilin vísir gestunum, at matstovan er atkomulig.

Matstovurnar, sum í fyrstu atløgu fingið lykilin, vóru:

  • Glasstovan, Tvøroyri
  • Fjørukrógvin, Vestmanna
  • Burger King, SMS
  • Hornið, SMS
  • Hotel Runavík
  • Systrar, Norðurlandahúsið í Føroyum
  • Hotel Hafnia, Tórshavn
  • Jacqson, Klaksvík (er latið aftur)
  • Matstovan, Hotel Føroyar           
  • No. 12, Tórshavn
  • Seglloftið, Tvøroyri
  • Skeiva pakkhús, Tórshavn
  • Silo, Tórshavn
  • The Tarv, Tórshavn

Sjálvt um hesar fingu viðurkenning, so var og er ætlanin at geva fleiri lyklar. So hvørt, sum matstovur gerast atkomuligar, kunnu tær seta seg í samband við MEGD, og um tær lúka krøvini, so fáa tær lykilin. Vert er eisini at nevna, at um ein matstova flytir í onnur høli, har atkoman ikki er í lagi, so flytir lykilin ikki við.

Góðan morgun Føroyar var á vitjan í MEGD-húsinum, tá ið lyklarnir vórðu útlutaðir. Hoyr innslagið her. 

Síðani summarið 2020 hava hesar matstovurnar fingið lykilin:

  • Hotel Hilton, Tórshavn
  • Hotel Brandan
  • Kaffihúsið, Tórshavn
  • Salt, Tvøroyri
  • Fiskastykkið, Sandavágur

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024