Vit eru við!

mars 27, 2022

Í vikuni hevur MEGD verið á norðurlendskum fundum við viðkomandi framløgum, kjaki og vitanarútbýting. Tað er læruríkt at hoyra, hvat hini londini arbeiða við. Her er ein samandráttur av eini framløgu undir heitinum Helt med! Á myndini síggja vit Felix, sum saman við øðrum, stendur uttan fyri Stortinget, tá ið arbeitt varð við at fáa politisku skipanina at trúgva uppá verkætlanina.

Helt med! er ein norsk verkætlan, sum skal fáa fleiri fólk við menningartarni út á arbeiðsmarknaðin. Gestarøðarin legði fyri við eini persónligari søgu.

- Ole Magnus býr í Molde. Um vit tosa við Magnus, so hevur hann nógv upp á hjartað. Hann gekk á háskúla, men vildi seinni fegin vera partur av vanliga arbeiðsmarknaðinum. Hann vildi og vil enn sjálvur, og tí eigur hann at fáa møguleika at vara við, soleiðis sum hann sjálvur ynskir tað.

Tað er Jarle Eknes, sum er dagligur leiðari á Helt Med!, sum sigur frá. Hann sigur, at tað hevur samfelagsligan týdning, at fólk, ið bera brek, eru við og eru virkin eins og øll onnur. Tað er gott við skipanum og veitingum, men hesi hava eisini eitt ynski um at geva aftur til samfelagið av tí, tey duga. Tey eru mong og eru tilfeingi, sum eigur at gagna samfelagnum okkum øllum.

Í Norra var talið av fólki við menningartarni á arbeiðsmarknaðinum lækkandi. Hetta ynsktu tey at gera nakað við. Tey útvegaðu sær tí norska fígging frá fleiri økjum – frá BUFDIR, frá privatum og av norsku fíggjarlógini - og fóru til verka. Eftir fýra og eitt hálvt ár eru tey nú rættiliga farin til verka saman við politiska myndugleikanum at fremja hesa ætlanina.

- Í dag eru allir politisku flokkarnir samdir um, at hetta sjálvsagt skal fíggjast, sigur Jarle.

Íblásturin til Helt med! kom serliga úr Danmark, har tey nýta skipanina KLAPjob, og í dag líkjast hesar tilgongdirnar í praksis. Tó fingu tey eisini íblástur úr Vejle, har tey høvdu góðar royndir við at fylgja upp uppá tað, tey gera. Hetta er neyðugt fyri at vita, hvat tey gera, og um nakað møguliga skal broytast í skipanini.

Men hvør er so nyttan í innsatsinum? Felix, sum er partur av skipanini, tekur orðið og greiðir frá tí, sum hann ger.

- Tað at hava eitt arbeiði og eitt arbeiðspláss, hevur alstóran týdning. At arbeiða á einum ellisheimi, har eg kann vísa umsorgan, og har tey vísa mær umsorgan, tað er bara so gott. Heimið, sum eg arbeiði á, eitur Fagerborghjemmet, og har fyrireiki eg ábit, seti fram vatn og saft, spæli bingo við teimum, ið búgva har, og hjálpi til við tí sosiala.

- Tað hevur týdning, at tey, sum búgva har, hava ein góðan og tryggan gerandisdag. Hesi eiga vit at vera góð við. Tað at geva eldri menniskjum umsorgan. Hetta er mítt dreymaarbeiði. Og tað hevur so stóran týdningn fyri meg. Eg veit ikki, hvat eg hevði gjørt uttan hetta arbeiðið.

Saman við Felix er Kenan, sum er jobspesialistur, og hann fær orðið.

- Eg eri jobspesialistur, og eg vil fegin undirstrika, at tað hevur týdning at fylgja upp. Vit koma ofta til arbeiðsgevara, sum hevur sínar tankar um arbeiðsuppgávuna og ivast í, um tann, ið verður settur, t.d. gerst einsamur. Tá kunnu vit tryggja honum, at vit eru við í allari tilgongdini. Vit gera tað trygt fyri tey, sum verða sett í starv og skulu vera til arbeiðis, og vit gera tað eisini trygt fyri hini, sum longu arbeiða har.

- Vit gera okkum ómak at menna arbeiðstilboð, sum passa til tann, sum søkir. Tað hevur týdning, at uppgávan verður væl fyrireikað, og at arbeiðsgevarin sær hesi sum tilfeingi, ið kemur arbeiðsplássinum til góða. Síðani verður dagurin lagdur til rættis, so hann passar til tann, ið skal til arbeiðis. Vit hjálpa eisini við at starvsfólk fáa upplæring og stuðul, so tey eisini eru brynjað at vegleiða.

- Størvini eru ymisk, á barnagørðum, bókasøvnum, eldraheimum, handlum o.s.fr. Hetta er so bara byrjanin, tí hesi eiga at fáa møguelika at velja eina karrieru. Tænastuyrki er breitt, og tað góða er, at har ber til at arbeiða á ymiskum økjum. Tí fáa tey eini møguleika at skifta starv, um tey vilja tað.

Felix, sum nikkandi hevur staðið og lurtað, heldur fram:

- Einaferð um mánaðin møtast vit, sum eru sett í starv, og tosa um royndir okkara. Við verða boðin inn, har vit kunnu tosa saman, fáa íblástur og læra av hvørjum øðrum og mennast. Seinni í dag skal eg møtast við 33 øðrum, sum eisini eru á arbeiðsmarknaðinum. Tað er motiverandi, sigur Felix smílandi.

- Ja, heldur Kenan fram, tað hevur týdning, at vit koma við einum heilum pakka, sum er tryggjaður metodiskt, so vit kenna alla tilgongdina, frá tí einstaklingur kemur inn, søkir starv, fær persónligar royndir og at enda ein arbeiðsavtalu, sum við tíðini verður eftimett.   

- Tað var frá byrjan týdningarmikið, at Felix fekk eina arbeiðsavtalu, sum líkist øðrum avtalum. Hann er nevniliga tilfeingið, sum samfelagið sum heild fær gagn av og eigur at geva góðar treytir.

Framløgan endar við, at dagligi leiðarin á Helt med!, Jarle Eknes, fær orðið og tekur saman um við týdninginum í at fylgja upp. Tað er sjálvt grundarlagið, sum eisini ger skipanina trygga, har arbeiðsgevarar vita, hvat teir játta seg til, og hvørja vegleiðing teir fáa.

Takk fyri eina góða framløgu, og um tú hevur hug at lesa meira um skipanina trýst her og her

Eisini vóru aðrar áhugaverdar framløgur, sum tú kanst lesa um her:

VID med banebrytende pilotprosjekt innen høyere utdanning for personer med utviklingshemming

TryggEst skal bidra til å forhindre, avdekke og håndtere vold og overgrep mot voksne mennesker som i liten eller ingen grad er i stand til å beskytte seg selv.

 

 

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024