Sjálvsavgerðarrætturin hevur týdning

mars 27, 2022

Í samband við norðurlendskar fundir í Oslo í vikuni var viðkomandi serfrøðingaseminar sett á skrá við spurninginum, hvussu ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, kann verða innlimaður, ella inkorporeraður, í verandi lóg.

Á myndini er Barbara Álsvdóttir Thomsen, fulltrúi í Almannamálaráðnum, Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, Sif Holst, næstforkvinna í DH og Anna-Ida Jonsson, verkætlanarleiðari hjá grønlendska talsfólkinum. Í norðurlendska brekráðnum, sum var við á serfrøðingaseminarinum, er vinningurin, at meginfeløgini og embætisfólk saman eru við. Hetta gevur møguleika at tosa saman um bæði glottar og avbjóðingar á brekøkinum.  

Nakrar myndir eru her.

Tá ið talan er um at innlima sáttmálan í verandi lóg, so er hetta nakað, sum londini arbeiða við, tó við eitt sindur av ørkymlan, hvussu tað skal gerast. Tó er eingin ivi um, at hetta eigur at gerast, tí tá kann hann verða brúktur í rættarskipanini. Samstundis eru londini samd um, at hetta arbeiðið sendir ein týdningarmiklan boðskap út í samfeløgini, sum kemur at gagna fólki, ið bera brek.

Grundleggjandi hevur vitan um sáttmálan týdning, tí vitan ávirkar, hvussu vit síggja hvønn annan og sjálvt samfelagið, vit búgva í. T.d. eigur tað ikki at vera ein spurningur, um tú fært tey rættindini, sum sáttmálin gevur tær, men heldur eigur hetta at vera sjálvfylgja - uttan mun til, hvar tú býrt, ella hvør tú ert.

Serliga var tað ein framløga við støði í grein 12 Eins fyri lógini og grein 14 Frælsi og trygd hins einstaka, sum var viðkomandi.

Millum serfrøðingarnar var Eilionóir Flynn, professari í lóg við sergrein í Disability Law and Policy, sum arbeiðir á National University of Ireland í Galway. Hon tosaði við støði í greinunum um rættin til at taka egnar avgerðir og at vera eins fyri lógini, sum er galdandi fyri lívið sum heild.

Einstaklingurin eigur at vera við í tí, sum viðvíkur honum. Við sáttmálanum skulu limalondini (Føroyar), um tørvur er á tí, veita atkomu til stuðul at tryggja sjálvsavgerðarrættin. Støðið skal takast í einstaklinginum og í, hvat hann sjálvur vil, og hann skal bæði vera hoyrdur og skiltur. Hetta í øllum viðurskiftum, ið viðvíkja honum.

Flynn gjørdi mun á mentalum førleika, mental capacity, og løgligan førleika, legal capacity. Spurningurin er, um einstaklingurin skilir tað, hann skal taka støðu til. Hvat hevur týdning, og hvussu kann vera mett um t.d., hvør avgerð er tann rætta. Jú, hetta eigur at verður mett um við ymiskum kanningum.

Tá ið mett verður um mentala førleikan, er spurningurin, um einstaklingurin er førur fyri at samskifta, brúka kropsmál, teknmál o.s.fr. Um samskifti ikki ber til, so er mentali førleikin avmarkaður.

Síðani er tað løgligi førleikin, sum millum annað fevna ognir, at vera hjún, gera testamenti o.s.fr. Millum annað hava her fíggjarlig viðurskifti stóran týdning.

Út frá kanningunum um førleikar, skal verða mett um, hvønn stuðul einstaklingurin skal hava fyri nøktandi at fáa rættindini, hann eigur. Um vit vilja taka rættin frá einstaklinginum at taka egnar avgerðir, so eru vit ikki við til at verja hann, sum vit kunnu halda.

Serfrøðingar í mannarættindum siga, at hetta eiga vit at taka í álvara, tí manglandi sjálvsavgerðarrættur er at gera mismun. Millum annað kann tað vera subjektivt, hvør so tekur avgerðirnar, og tað kann vera ein avgjørd avbjóðing. Vit eiga at taka støði í einstaklinginum og vita, hvat hann er førur fyri og síðani at seta á skrá eina tilgongd at koma so tætt tí rættvísa sum gjørligt.

Loysnin liggur í, sigur Flynn, “substitute decision-making” ella “supported dicision-making”, sum er ein skipan sum skal tryggja, at einstaklingurin verður eins fyri lógini og er við til at taka avgerðir. Øll, sum ynskja hendan stuðul, eiga at fáa hann ókeypis. Hetta skal ikki verða nýtt sum avmarking av øðrum rættindum, og einstaklingurin kann altíð vera við at avgera ella at nokta. Hetta eru tá avgerðir, sum byggja á tað, sum er best fyri einstaklingin og tað, sum hann ynskir.

Her hevur tað týdning at hava virðing fyri rættindunum hjá einstaklinginum og ikki bara kalla tað fyri tryggleika. Sum hon segði, “a gilded cage is still a cage”. Grundleggjandi er lykilin, at fleiri, sum kenna einstaklingin, eru við, at vit skapa eitt slag av “guardianship”, so avgerðir ikki verða tiknar yvir høvdið á einstaklinginum, og at vit ikki gera tað, sum hann ikki ynskir. Best er, um hann kann liva í einum fevnandi umhvørvi, har fólk kenna hvønn annan. Har tey standa saman um at veita tryggleika og samstarv fyri at fáa hetta at virka.

Vit eiga grundleggjandi at virða egnar avgerðir, sjálvt um vit ikki eru samd.

Fleiri viðkomandi framløgur vóru, og sigast kann, at londini gera eitt spennandi arbeiði fyri at fremja sáttmálan í verki.

***

Grein 12 Eins fyri lógini

1. Limalondini vátta uppaftur, at fólk, ið bera brek, hava rætt til alla staðni at fáa sítt rættarføri viðurkent.

2. Limalondini ásanna, at fólk, ið bera brek, eiga rættarføri á jøvnum føti við onnur í øllum lívsins viðurskiftum.

3. Limalondini skulu taka hóskandi stig at útvega fólkum, ið bera brek, atgongd til tann stuðul, tey kunnu hava tørv á til tess at nýta sítt rættarføri.

4. Limalondini skulu tryggja, at øll stig, sum viðvíkja tí at útinna rættarføri, fata um hóskandi og munagóð verjutiltøk til at fyribyrgja misnýtslu sambært altjóða mannarættindalóg. Slík stig skulu tryggja, at atgerðir viðvíkjandi at útinna rættarføri, virða rættindi, vilja og áhugamál hjá fólkinum, ikki hava egináhugamál og óhóskiliga ávirkan, standa mát við og eru lagað eftir umstøðunum hjá einstaklinginum, krevja stytst møguliga tíð og verða javnan endurskoðaðar av skikkaðum, uttanveltaðum og óheftum myndugleika ella dómsvaldi. Verjutiltøkini skulu standa mát við ta ávirkan, sum slík stig hava á rættindi og áhugamál hjá einstaklingi.

5. Sambært ásetingunum í hesi grein skulu limalondini taka øll hóskandi og munadygg stig til at tryggja fólkum, ið bera brek, rætt til at eiga ella arva ogn, at stýra sínum egnu fíggjarviðurskiftum og hava somu atgongd til bankalán, veðskuldarlán og annan fíggjarligan kreditt, á jøvnum føti við onnur, og limalondini skulu tryggja, at fólk, ið bera brek, ikki tilvildarliga kunnu fáa rænt sínar ognir

 

Grein 14 Frælsi og trygd hins einstaka

1. Limalondini skulu tryggja, at fólk, ið bera brek, á jøvnum føti við onnur:

a) fáa nýtt sín rætt til persónligt frælsi og persónliga trygd.

b) verða ikki fongslað ólógliga og tilvildarliga, og at øll frælsisskerjing skal vera í samsvari við lógina, og at brek má í ongum føri rættvísgera frælsisskerjing.

2. Limalondini skulu tryggja, at um so er, at fólk, ið bera brek, verða frælsisskerd av einihvørjari orsøk, skulu tey á jøvnum føti við onnur hava rætt til trygd í samsvari við altjóða mannarættindi og skulu verða viðfarin í samsvari við endamál og meginreglur í hesum sáttmála, millum annað við at fáa útvegað hóskiligt innivist.

 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024