Bárður er nýggjur aðalskrivari hjá MEGD

apríl 27, 2022

1. juni tekur Bárður Atlason Ísheim við starvinum sum aðalskrivari hjá MEGD, tá ið hann avloysir Jónvør Christiansen.  

Seinastu fýra árini hevur Jónvør Christiansen røkt starvið sum aðalskrivari og ynskir starvsnevndin at takka henni hjartaliga fyri gott samstarv, nærlagni og dugnasemi í starvinum. Við Jónvør Christiansen er MEGD vorðin ein enn sterkari felagsskapur, mentur í vitan og skipan, og samstarvið við limafeløgini hevur samstundis verið fyrimyndarligt.

1. juni byrjar so ein nýggja tíð fyri MEGD, tá ið Bárður Atlason Ísheim byrjar sum aðalskrivari. Bárður er útbúgvin á University of Aberdeen, har hann hevur lisið altjóða løgfrøði. Sum part av útbúgvingini innan altjóða løgfrøði, skrivaði Bárður høvuðsritgerð, ið viðger altjóða búskaparlig og sosial mannarættindi í Føroyum.

Umframt viðkomandi útbúgving hevur Bárður seinastu árini starvast sum dagligur leiðari hjá Reyða Krossi Føroya, har hann hevur vunnið sær hollar royndir og vitan um hjálpararbeiði og samstarv við sjálvboðin, nevnd, myndugleikar og stovnar. Eisini hevur hann har havt strategiska ábyrgd fyri fjølbroyttum tilgongdum og verkætlanum. Hetta hevur givið honum eitt breitt samfelagsligt innlit og viðkomandi samskipanarligar førleikar, sum nú fara at koma MEGD og brekøkinum sum heild til góða.

MEGD ynskir Bárði hjartaliga tillukku við starvinum og vit gleða okkum til gott samstarv, ið heilt víst fer at føra føroyska samfelagið enn longur á javnrættinda leið.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024