Geirahugsan skapar mismun

oktober 24, 2022

Alsamt fleiri hava brúk fyri sálarfrøðiligari hjálp og ráðgeving, og ov fá fáa skjóta og góða hjálp. Hóast peningur er settur av, tykjast álvarsamar avbjóðingar ikki at vera loystar, heldur vaksandi. Partur av orsøkini er helst, at vit ikki síggja heila menniskjað, og tískil hava verandi skipanir, tænastur og tilboð ov veikt grundarlag fyri at samstarva. Hendan geirahugsan fremur mismun.

 

Fleiri og fleiri

Heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum frá 2018 vísir, at tey flestu við sálarligum trupulleikum hava avbjóðingar av lættari ella ikki-psykotiskum slagi. Hesin bólkurin er stórur og tykist at vera vaksandi.

Millum annað hevur Barna- og ungdómspsykiatriin seinastu árini fingið metnógvar ávísingar og ávirka tær bíðitíðina. Við 258 á bíðilista til barna- og ungdómspsykiatriina og 271 vaksin á bíðilista til útgreining fyri ADHD, eiga vit at leggja orku í at skipa økið øðrvísi. 

Orsøkirnar eru ikki serføroyskar og krevja í veruleikanum nýhugsan. Í Føroyum eru vit frammanundan vitandi um, at vælferðin er í vanda og at vælferðartrygdin er hótt orsaka av samfelagsligum broytingum og manglandi samstarvi millum myndugleikar.

 

Skipanir uttan samskipan

Nógv upplýsandi, ráðgevandi og fyribyrgjandi arbeiðið verður gjørt. Nevnast kunnu Barna- og ungdómspsykiatriin, Sernám, Almannaverkið, Fólkaheilsuráðið, SSP, Betri vinir, Gigni, fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung, barnaverndarstovur og kommunulæknar.

Umframt hesi arbeiða onnur fakfólk, feløg, áhugafeløg og fyritøkur dagliga á økinum eitt nú ráðgevar, heilsufrøðingar, námsfrøðingar, hjálparfólk, málsviðgerðar, sálarfrøðingar, sosialráðgevar, fysio- og ergoterapeutar, stuðlar, røktarstarvsfólk, sjúkrarøktarfrøðingar, læknar, serlærarar, AKT-lærarar og lærarar.

Fleiri av fjølbroyttu tænastum eru tó, eins og heildarætlanin vísir, alt ov spjaddar millum geirar, kommunur og land.

 

Persónlig sambond geva lívsgóðsku

Partur av avbjóðingunum í dag er samstundis, at samfelagið seinastu árini er grundleggjandi broytt. Serliga eru tað natúrligu persónligu sambondini, ið eru skúgvað til viks.

Tá ið vit vita, at góð og varandi persónlig sambond gera okkum sunnari og eydnusamari, hví ikki leggja størri orku har.

Ein av mongu granskingarverkætlanunum er The Harvard Study of Adult Development, sum helst er hin longsta granskingin av vaksna lívinum nakrantíð. Í stuttum fylgdi hon 724 monnum í meira enn 75 ár. Ár eftir ár vóru teir spurdir um arbeiði, lívið heima, heilsu og alt tað, sum lívið annars bjóðaði teimum. Hetta var sjálvandi spurt óvitandi um, hvussu lívið fór at vísa seg at verða. Seinni vóru eisini konur og børn teirra spurd.

Granskingin skuldi vísa, hvat ger okkum eydnusom - hvat gevur meining - sum lívið fer.

Í granskingini vóru tveir bólkar av monnum. Í øðrum bólkinum menn, sum vóru lesandi á Harvard, og hinir komu úr fátækasta býarpartinum í Boston. Sum lívið fór avstað við teimum, vóru teir kannaðir á fleiri økjum m.a. við spurnabløðum, samrøðum, heilin varð skannaður, blóðroyndir tiknar, hugt varð at læknakanningum og upptøkur vórðu gjørdar.

Niðurstøðurnar frá granskingini eru áhugaverdar, og høvuðslærdómurin er helst, at góð og varandi persónlig sambond gera okkum sunnari og eydnusamari. Hetta eiga vit at taka til okkum.

 

Hugsa heilsufremjan breitt

Talið av teimum, ið stríðast, er ovurstórt og vaksandi, og skulu vit arbeiða heilsufremjandi við at skapa álítandi, góð og varandi persónlig sambond. Vit eiga at liva í einum samfelag, har allir borgarar - eisini teir, ið bera brek ella hava varandi sjúkur - luttaka og trívast á jøvnum føti við onnur.

Ein slík heilsutilgongd eigur at menna felagsskapir og styrkja persónlig sambond, sum økja um lívsgóðsku og ger okkum meira mótstøðufør móti sálarligum avbjóðingum.

Í verandi skipan hevur hvør myndugleiki ábyrgd fyri sínum øki ella geira, og stundum síggjast tí trupulleikar, tá ið tilboð og tænastur krevja samstarv millum øki ella geirar fyri at virka. Tí tænastur eiga at taka støði í heila menniskjanum. Um myndugleikar í nøktandi mun ikki megna at samstarva, merkir hetta, at bæði borgarar og avvarðandi teirra standa veikari. 

 

Møguligar loysnir

Við hesum í huga eiga vit at arbeiða við nýggjum leisti, har talan er um eina livandi skipan við støði í gransking og hagtølum. Eitt nú kann nýggja Fólkaheilsustýrið og áhugafeløgini innan brekøkið skipa eitt slíkt samstarv, ið eisini hevur til endamáls at tryggja, at øll fáa sama møguleika at luttaka og skapa góð sosial sambond.

Vit eiga samstundis at menna eitt munagott samstarv innan verandi skipanir. T.d. eru góðar royndir gjørdar í tilboðnum Tann góða tilgongdin. Hetta er ein samstarvsháttur fyri børn og ung við autismu og ADHD, ið annars er ókendur í Føroyum. Hesin leistur eigur at gerast ein lógartryggjaður og fastur leistur til øll, ið liva við avbjóðingum.

Tá ið alsamt fleiri fáa brúk fyri sálarfrøðiligari hjálp og ráðgeving, og ov fá fáa skjóta og góða hjálp, so eiga vit at hugsa nýtt og øðrvísi. Hóast partur av loysnini kann vera meirjáttan á fíggjarlógini, so er tað í sjálvum sær ikki loysnin á vaksandi bíðilistum og viknandi sálarheilsu.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024