Ynskja okkum breiðar politiskar semjur

desember 22, 2022

MEGD ynskir komandi samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn góðan arbeiðshug og blíðan byr. Samstundis er tað eitt avgerandi ynski fyri okkum og okkara, at komandi árini verða eyðmerkt við breiðum politiskum semjum um øll øki.

Fleiri viðkomandi drøg

Fleiri viðkomandi drøg eru í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Millum annað verður nevnt at:

  • Langtíðarætlanir við ítøkiligum málum og visjónum verða lagdar á heilsuøkinum.
  • Arbeiðast skal støðugt við at skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað, har fólk við skerdum arbeiðsførleika hava møguleikar og umstøður at virka
  • Avgerð verður tikin um, hvørji serlæknaøki skulu mennast í heilsuverkinum, og greið mál verða sett fyri, hvussu tørvurin á serlæknum innan sjúkrahúsverkið og kommunulæknaskipanina verður nøktaður.
  • Avbjóðingarnar í kommunulæknaskipanini skulu loysast, soleiðis at øll hava egnan kommunulækna.
  • Nýskipan skal fremjast saman við kommununum fyri at tryggja sama tænastustig um alt landið og fyri allar borgarar.
  • Vit skulu í felag tryggja, at borgarar fáa samanhangandi viðgerðargongd, og samstarvið millum ymisku geirarnar – heilsuverk, almannaverk og eldrarøkt – verður styrkt.
  • Røktarfólk og fakfólk í heilsuverkinum skulu støðugt kunna eftirútbúgva seg.
  • Átøkini fyri betri fólkaheilsu verða styrkt.
  • Universitetssjúkrahús verður skipað við heilsuvísindaligari gransking og førleikamenning.
  • Møguleiki skal vera fyri at taka partar av læknaútbúgvingini í Føroyum.
  • Sálarligar og kropsligar sjúkur verða javnsettar.
  • Økispsykiatriin verður styrkt og víðkað, og læknavaktin skal styrkjast til at kunna taka sær av fólki, ið brádliga gerast álvarsliga illa fyri sálarliga.
  • Bíðilistarnir í øllum heilsuverkinum skulu styttast.
  • Arbeitt verður víðari við ætlanum at við lokalari dialysuviðgerð.
  • Allar tænastur, sum almannaverkið veitir, skulu hava brúkaran í miðdeplinum.
  • Øll, ið hava tørv á serligari tænastu, skulu hava eitt akkersfólk.
  • Skipanin við teirri góðu tilgongdini skal eftirmetast og víðkast.
  • Í samráði við kommunurnar vera endaligu markamótini millum land og kommunur ásett fyri fólk, sum eru undir 67 ár og hava serligan tørv og varandi sjúku, og sum í dag detta niður ímillum skipanirnar.
  • Fyritíðarpensionistum verður tryggjað eftirløn.
  • Endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing verður raðfest, so at krøvini og endamálsorðingin í lógini um almannatrygd kunnu haldast.
  • Peningur skal fylgja við lógini um almannatrygd og tænastur.
  • Tørvurin á bústovnum til fólk ið bera brek skal nøktast, og bústovnar skulu byggjast kring alt landið. Alt eftir tørvi.
  • Langtíðarætlan skal gerast fyri tey komandi tíggju árini.
  • Loysn skal finnast á trupulleikunum við umlætting og frítíðartilboðum til fólk ið bera brek.
  • Miðað verður eftir, at øll fáa viðgerðar- og stovnstilboð í Føroyum.
  • Eitt brekumboð skal setast skjótast gjørligt, og ein brekpolitisk ætlan skal gerast.
  • Atkoma í samfelagnum – eisini talgild atkoma – skal tryggjast øllum, ið hava skerdan førleika.
  • Fólk, ið hava skerdar samskiftisførleikar, skulu hava tilboð um hjálp.
  • Sama skulu normeringar á dagstovnaøkinum og serøkið við markamótum.
  • Samgongan vil skipa eftirútbúgvingar og aðra førleikamenning av leiðslum, námsfrøðingum og starvsfólki annars.
  • Eykaflokkur av námsfrøðingum verður tikin upp.
  • Skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin.
  • Vit vilja raðfesta flokslæraraleiklutin og styrkja tvílæraraskipan í grunddeild.
  • Vit vilja stytta skúladagin og endurskoða lærugreinabýtið og ynskja at lækka talið av næmingum í hvørjum flokki.
  • Regluligur eftirútbúgvingarleistur verður skipaður fyri starvsbólkar skúlans.
  • Meira gransking skal skipast á skúlaøkinum.
  • Øll menniskju hava rætt til og krav upp á menning, læring og skúlagongd.
  • Skúlin á Trøðni verður dagførdur.
  • Førleikastovurnar í skúlunum og á Sernámi skulu samskipast, og kannast skal, um sálarfrøðingur kann gerast partur av førleikastovunum, umframt at samstarvið við heilsufrøðingar skal mennast.
  • Leikluturin hjá Sernámi á barnagarðsøkinum og í fólkaskúlanum verður eftirmettur, so at uppgávubýti og fígging fylgjast.
  • Tænasturnar á serøkinum skulu miðspjaðast.

 

Vit bjóða okkum fram

Vit í MEGD eru fús og bjóða okkum fram sum viðspælarar og ráðgevar hjá øllum viðkomandi pørtum, harundir politiskum flokkum, um avjóðingar og loysnir á brekøkinum. Tey 24 limafeløgini, við fleiri enn 4000 limum tilsamans, eru virkin hvør á sínum øki og hava til endamáls at varpa ljós á avbjóðingar og loysnir, sum eisini eru týðandi partur av arbeiðinum. Tí hevur tað eisini týdning, at limafeløgini verða tikin við upp á ráð fyri at tryggja, at vælferðin verður umboðandi, rímilig og skynsom.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024