Nýggjasta
Samstarv styrkir skipanir
MEGD hevur fyrr víst á manglandi samstarv millum myndugleikar, geirar og skipanir, har einstaklingar, ið bera brek og avvarðandi teirra, ov ofta uppliva, at gerandisdagurin ikki hongur saman. Ein partur av loysnini á hesum er, at samskipandi eindin fyri brekøkið fer at virka fyri, at allir viðkomandi partar bæði samskifta og samstarva.
Ógreið markamót
Nýggi bygnaðurin hjá landinum hevur átta aðalráð, 27 kommunur og síðani aðrar viðkomandi stovnar undir ávikavist landi og kommunum. Hesar skipanir, tænastur og veitingar eru harumframt ymiskt samansettar og treytaðar av aldursbólkum: 0-18 ár, 18-67 ár og 67 og eldri.
Sum samgonguskjalið vísir, so er tað landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, sum hevur høvuðsábyrgdina av at miðsavna Sáttmála Sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek (Brekrættindasáttmálan).
Brekrættindasáttmálin fevnir nærum øllum lívskorum og -viðurskiftum hjá einstaklinginum og viðvíkur teimum lógum, ið myndugleikarnir umsita. Royndir vísa, at ymiskir myndugleikar til tíðir umsita partar av somu lóg, og týðum er tað ógreitt júst, hvar markamótini eru millum myndugleikar.
Hetta økir um vandan fyri, at myndugleikar fremja mismun móti teimum, ið bera brek og avvarðandi teirra.
Uttan samskipan er vandi fyri aldursmismuni
Gerandisdagurin er samansettur, og tí hava fólk, ið bera brek og avvarðandi teirra, tørv á samanhangandi tænastum, sum oftast eru ymiskt samansettar eftir tørvinum hjá tí einstaka.
Í nýggja býtinum av málsøkjum fyri komandi fýra árini er dømi um tvørgeiraliga ábyrgd at síggja, og eru orðingar settar inn eitt nú í sambandi við nýggja Barna- og útbúgvingarmálaráðið sum:
- tó bert viðvíkur børnum og ungum,
- tó bert viðvíkur serligum viðurskiftum hjá børnum og ungum og
- tó bert viðvíkur Gigni.
Enn vita vit ikki, hvussu nýggja býtið fer at mynda gerandisdagin hjá børnum og ungum, ið bera brek. Eingin ivi er um, at hetta er gjørt við tí fyri eygað at fáa eina betri og meira samanhangandi tænastu fyri tey yngstu.
Tó gerast vit við tíðini eldri, og vandin er, sum vit uppliva hann í dag, at nøkur orsaka av aldrinum detta niðurímillum við aldursmótini. MEGD vil tí heita á allar viðkomandi partar um at hava í huga, at tænasturnar altíð eru samanhangandi, og at hetta er treytað av góðum samstarvi millum allar viðkomandi partar.
Tilbúgvingarætlanir tillagast og samskipast
Annað dømi kann vera, tá ið neyðstøða ella kreppa tekur seg upp. Tá hevur tað grundleggjandi týdning, at allir partar av tilbúgvingini eru væl fyrireikaðir, at neyðug útgerð og førleikar eru tøkir, og at greiðar mannagongdir eru fyri allar partar.
Fólk, ið bera brek, hava týðum tørv á serliga tillagaðum umstøðum fyri at kunna virka á jøvnum føti við onnur. Í neyðstøðum er trygdin hjá borgarum, ið bera brek, sostatt treytað av, at tilbúgvingarætlanir eru tillagaðar og á hóskandi hátt taka atlit til ymisk brek.
Grein 19 í tilbúgvingarlógini heimilar landsstýrismanninum í tilbúgvingarmálum í kunngerð at áseta nærri reglur um útbúgving av tilbúgvingarmanning, seta krøv til førleika hjá tilbúgvingarmanning og at áseta nærri reglur um einsháttað sløg av útgerð og seta dygdarkrøv til útgerð.
Nýggi bygnaðurin hjá landsmyndugleikunum býtir formligu ábyrgdina fyri grein 19 í tilbúgvingarlógini út á 4 aðalráð: Fiskimálaráðið, Umhvørvismálaráðið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Lógar- og innlendismálaráðið.
Serkunnleikin fyri brekøkið er tó savnaður í Almannamálaráðnum. Eins og onnur aðalráð, hevur Almannamálaráðið samstundis geiraábyrgd, sum í hesum føri viðvíkur tilbúgvingarætlanir fyri fólk, ið bera brek. Samstundis hava kommunurnar ábyrgd og týðandi leiklut at syrgja fyri, at fólk við breki verða tikin við, tá ið kreppa rakar.
Tað er tí alneyðugt, eins og við øllum øðrum viðurskiftum, at samskipa tilbúgvingina tvørtur um geirar og ímillum land og kommunur soleiðis, at fólk, ið bera brek, verða javnsett bæði áðrenn, undir og eftir at kreppa rakar.
Samskipandi eindin lyklaleiklut
Í øllum lívsins viðurskiftum hava borgarar, ið bera brek, sama rætt og onnur at trívast og virka í gerandisdegnum. Hetta kemur ikki av sær sjálvum, og fyri at loysa nevndu avbjóðingar er ein partur av loysnini, at samskipandi eindin fyri brekøkið, ið varð stovnað í 2019, fær ein virknan leiklut at samskipa og fyrireika viðkomandi tænastur, veitingar, verkætlanir, átøk og uppgávur.
MEGD vónar samstundis, at ymisku myndugleikarnir, við borgarum í miðdeplinum, fara at samstarva, og at tað áhaldandi eftir skipaðum leisti verður lurtað eftir limafeløgum teimum, ið bera brek og avvarðandi teirra, sum á egna kropp uppliva avbjóðingarnar, tá ið skipanir fløkjast og ikki tosa saman – tí tað er samstarv, sum styrkir ymisku skipanirnar.