Uttan limafeløgini vóru vit fátæk

mars 30, 2023

29. mars var árligi aðalfunurin hjá MEGD. Umframt framløgu av ársroknskapinum og formansfrágreiðing var val av limum í starvsnevndina á skrá. Fía Petersen fyri Javna og Bjørg Dam fyri ADHD felagið stóðu báðar fyri vali og vóru afturvaldar. Sonja Tausen fyri Cøliakifelag Føroya og John William Joensen fyri Parkinsonfelagið stóðu eisini fyri vali sum tiltakslimir og vóru afturvald. Í ár vóru tríggir av nevndarlimunum í Spyr meg eisini við á áðalfundinum.

Myndir sært tú her.

Í starvsnevndini hjá MEGD sita:

  • Tóra við Keldu, forkvinna
  • Petur Elias Petersen, næstformaður
  • Katrin Jacobæus
  • Fía Petersen
  • Bjørg Dam
  • Bárður Atlason Ísheim, skrivari

***

Her ber til at lesa formansfrágreiðingina:

Einki um okkum uttan okkum

MEGD er eitt meginfelag við 24 limafeløgum á brekøkinum. Fólk, ið bera brek, fevna um tey, sum hava varandi likamlig, sálarlig, vitborin og sansalig mein, sum í samvirki við ymsar forðingar kunnu forða fyri, at tey til fulnar og á virknan hátt kunnu vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Hetta nýtist mær ikki at siga tykkum – hetta vita tit.

Tó loyvi eg mær at ivast í, hvussu mong, ið arbeiða í politisku og almennu skipanini sum heild, geva sær far um, hvussu stóran týdning tey hava fyri einstaklingar, ið bera brek. Her hugsi eg um týdningin í, at vit verða hoyrd og harvið er brekøkið grundað á haldgóða vitan, ið nøktandi verður fíggjað, og har betri samskipan er millum verandi heilsu- og almannatænastur soleiðis, at einstaklingurin altíð fær hóskandi hjálp uttan mun til diagnosu, brek ella sjúku. Ongantíð má myndugleikin halda, at tey uttan at spyrja og kanna vita best, tá ið tað viðvíkur lívinum hjá okkum.

 

Einki um okkum uttan okkum

Í hvønn mun vit sum samfelag síggja álvaran í orðunum Einki um okkum uttan okkum, fer grundleggjandi at mynda hugburð okkara til, hvussu vit í framtíðini skipa brekøkið. Í dag síggja vit avbjóðingar í tilboðum og tænastum júst tí, at vit áhaldandi síggja, at avgerðir verða tiknar um okkum uttan okkum.  

Um vit, ið bera brek, ikki verða tikin við og spurd, hvør kann tá vita, hvat er best? 

Enska hugtakið Nothing about us without us gjørdist í 90’unum av álvara partur av aktivismuni á brekøkinum, og í 2004 nýtti Sameindu Tjóðir orðingina sum yvirskipað heiti til altjóða dag teirra, ið bera brek. Síðani tá hava orðini liva sítt egna lív millum teirra, sum hava eitt brennandi ynski um at skapa samfeløg, har vit tosa saman, so vit vita, hvat er mest skynsamt at gera, samstundis sum vit vita, hvat vit gera, og hví vit gera tað, sum vit gera. Hetta loysir seg jú á øllum økjum - fíggjarliga, samfelagsliga, sosialt og persónliga.

 

Sjálvsavgerðarrætturin tryggjar persónliga frælsið

Í 2022 var fundur í norðurlendska ráðnum, har MEGD og Almanna- og mentamálaráðið hava hvør sín sess. Har var millum mangt annað tosað um, at einstaklingurin eigur at vera við í avgerðum, sum viðvíkja honum. Hendan hugsan er sjálvur andanum í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Ein av serfrøðingunum var Eilionóir Flynn, professari í lóg við sergrein í Disability Law and Policy, sum arbeiðir á National University of Ireland í Galway. Hon tosaði við støði í greinunum um rættin til at taka egnar avgerðir og at vera eins fyri lógini, sum er galdandi fyri lívið sum heild við støði í grein 12 Eins fyri lógini og grein 14 Frælsi og trygd hins einstaka.

Tá ið avgerðir skulu takast um egið lív, so er avgerandi, at einstaklingurin verður spurdur, at hann veit, at tað er gagnligt at siga sína hugsan, og eisini hevur dirvi at taka lut. Flynn gjørdi mun á mentalum førleika, mental capacity, og rættarføri, legal capacity.

Tá ið mett verður um mentala førleikan, er spurningurin, um einstaklingurin er førur fyri at samskifta, brúka kropsmál, teknmál o.s.fr. Um samskifti ikki ber til, kann tað merkja, at umstøðurnar ikki eru nóg væl tillagaðar. Síðani er tað rættarføri, sum eru førleikar og rættindi at luttaka í rættarskipan og skipanum, ið eru stovnaðar við lóggávu. Hetta fevnir millum annað um lógartryggjað rættindini til almennar tænastur og tilboð, at gera løgfrøðiliga bindandi avtalur, at atkvøða, at hava ognir, at giftast, at skriva testamenti o.s.fr.

Spurningurin er nevniliga, um kringumstøður leggja upp til, at einstaklingurin kann taka støðu til mongu atlitini eitt nú, tá ið hugsað verður um tilvitsku, kunning, samskifti, kropsførleikar o.s.fr. Hvat hevur týdning, og hvussu kann vera mett um t.d., hvør avgerð er tann rætta. Jú, hetta eigur at verður gjørt og mett um við ymiskum samrøðum og kanningum.

Út frá kanningunum um førleikar, skal verða mett um, hvønn stuðul einstaklingurin skal hava fyri nøktandi at fáa rættindini, hann eigur. Tað er avgerandi, at vit samstundis viðurkenna, at um vit vilja taka rættin frá einstaklinginum at taka egnar avgerðir, so eru vit ikki við til at verja hann, sum vit onkuntíð kanska kunnu halda.

Serfrøðingar í mannarættindum vísa á, at hetta eiga vit at taka í álvara, tí manglandi sjálvsavgerðarrættur er at gera mismun. Millum annað kann tað vera subjektivt ella ikki tilætlað, hvør so tekur avgerðirnar, og tað kann vera ein avgjørd avbjóðing. Vit eiga at taka støði í einstaklinginum og vita, hvat hann er førur fyri og síðani at seta á skrá eina tilgongd at koma so tætt tí rættvísa sum gjørligt.

 

Hetta er ikki ein møguleiki, tað skal vera ein lógartryggjaður rættur

Loysnin liggur í, sigur Flynn, “substitute decision-making” ella “supported decision-making”, sum er ein skipan, sum skal tryggja, at einstaklingurin verður eins fyri lógini og er við til at taka avgerðir. Øll, sum ynskja hendan stuðul, eiga at fáa hann ókeypis. Hetta skal ongantíð verða nýtt sum avmarking av øðrum rættindum, og einstaklingurin kann altíð sjálvur vera við at góðkenna ella at nokta. Hetta eru tá avgerðir, sum byggja á tað, sum er best fyri einstaklingin og tað, sum hann sjálvur ynskir.

Sambært sáttmálanum er hatta í grundini ikki bara ein møguleiki, hetta skal vera ein lógarbundin rættur. Tey, sum sita á økinum, og taka avgerðir, geva sær ikki altíð far um týdningin at hoyra fólk, ið bera brek, so avgerðir altíð verða væl grundaðar. Lóggávan í Føroyum eigur at verða ment soleiðis at hesi rættindi verða styrkt.

Hetta krevur, at vit skapa bæði luttakandi og viðurkennandi rúm, har ymiskar røddir verða hoyrdar áhaldandi og javnan. Har tilfeingið í vitanini, vit sjálvi hava um egið lív, verður tikið í álvara. Vit skulu gera mannagongdir og ætlanir um, hvussu fólk verða hoyrd, har umframt brek verður hugsað um avvarðandi, øki, aldur og persónligan tørv.

 

Eru Føroyar eitt vælferðarsamfelag?

Á altjóða degi teirra, ið brek, sum í fjør lá beint undan Løgtingsvalinum 2022 skipaði MEGD fyri pallborði við tveimum valevnum úr øllum politisku flokkunum við yvirskipaða spurninginum: Eru Føroyar eitt vælferðarsamfelag?

Hóast spurningurin undraði, so valdi MEGD at setta spurningin við støði í avgjørdum manglum í verandi skipanum, og hvussu vit síggja tær virka í verki. Vanliga samanbera vit okkum við norðurlendsku vælferðarsamfeløgini, sum eru kend fyri at veita góðar vælferðartænastur. Søguliga eru føroyskar vælferðartænastur ungar. Tað eru bara eini 50 ár síðani, vit byrjaðu at bjóða okkara heim aftur av stovni í Danmark.

Síðani tá hevur samfelagið staðið fyri stórum broytingum og tillagingum, sum vit gleðast um. Nú ræður um at standa saman um at loysa tær grundleggjandi avbjóðingarnar, ið ov mong enn merkja í gerandisdegnum, og sum vit aftur og aftur hoyra eitt nú í fjølmiðlunum, kanska júst tí at hesi ikki eru tikin nøktandi upp á ráð m.a. í sambandi við lógarsmíð, rakstur av skipanum, eftirmetingum ella í ítøkiligu metingini um, hvør persónligi tørvurin er.

Hvussu kunnu vit á tryggja persónliga rættartrygd?

Neyðugt er at hoyra ymisku røddirnar, at seta einstaklingin í miðdepilin, at samskipa økini betri, so tey tosa saman og við miðvísum arbeiði og nøktandi fígging at skipa tilboð og tænastur eftir persónligum tørvi.

Júst tí var annar av stóru spurningunum hendan dagin eisini: Hvussu kunnu vit tryggja nøktandi fígging og betri samskipan millum verandi heilsu- og almannatænastur soleiðis, at borgarin fær nøktandi hjálp og stuðul uttan mun til diagnosu, brek ella sjúku?

Hetta er spurningurin, sum politiski myndugleikin eigur at taka í álvara og í tilgongdini ikki at gloyma at hava okkum við. Tí málið er: Einki um okkum uttan okkum.

 

Takk!

Við øllum hesum í huga og øllum hinum, sum vit farna árið hava arbeitt við, dugi eg als ikki at ímynda mær, hvussu fátækt føroyska samfelagið hevði verið uttan tykkum í limafeløgunum. Takk fyri tykkara arbeiði og tykkara ávirkan í at gera føroyska samfelagið sterkari og litríkari.

Við vón um framhaldandi gott samstarv – eisini um persónliga rættartrygd – komandi árið fari eg at takka tykkum fyri árið, ið fór.

Takk fyri!

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024