Hoyringar fremja dygd og góðsku

oktober 3, 2023

Í samband við almennu sparingarnar í uppskotinum til fíggjarlóg 2024 skal Føroya løgting í vikuni við fyrstu viðgerð taka støðu til lógaruppskot, sum ávirka brekøkið. Tó hevur eingin fingið uppskotini til hoyringar og eingin heldur fingið møguleika at viðmerkja. Grundgevingin frá politiska myndugleikanum er, at uppskotini hava skund, og hava tey tí ikki verið til hoyringar hjá viðkomandi hoyringarpørtum. Hvar er tá virðingin fyri lógum og sáttmálum, sum tey sjálvi hava sett í verk og hava viðurkent? Og hvussu kann hetta ávirka dygd og góðsku av lógarsmíði og rættindum?

 

Virðing fyri hoyring

Politikkur eigur at fremja góðsku í skipanum, og neyðug tíð og orka eigur at verða sett av, tá ið broytingar verða gjørdar.

Tí ásetur eisini rundskriv frá Løgmansskrivstovuni frá 2019 hoyringartíð at vera minsta lagi fýra vikur. Hetta gevur bæði politiska myndugleikanum og øðrum viðkomandi pørtum møguleika at arbeiða skynsamt og er sjálvur møguleikin hjá feløgum og øðrum, sum arbeiða til frama fyri ávísar bólkar í samfelagum, at gera vart við sjónarmið, sum ofta hava týdning fyri fleiri.

Í hesum umfari eru uppskot um lógarbroyting, sum geva orsøk til ørkymlan.

Broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur viðvíkjandi stuðli til bil til fólk við virknistarni. Her verða reglurnar herdar og verða bara galdandi fyri serligan útbúnað og til stórar bilar. Hóast bilur í dag verður mettur at vera vanligur brúkslutur, so er eingin sjálvfylgja, at øll, ið hava virknistarn, hava ein bil ella hava fíggjarligar umstøður at ogna sær bil, sum kann geva møguleika fyri lættari flytføri.  

Broytingin í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, har frávik um stuðulsveiting til lesandi í útbúgvingaraldri verður strikað. Hetta fevnir um ung við serligum tørvi, sum verða javnsett við lesandi, ið ikki hava serligan tørv. Við hesi broytingini verður júst javnsetingin strikað. Hesi ungu, ið ikki hava møguleika at vinna sær lummapening eftir skúlatíð og tí verða verri fyri enn javnaldrandi, ið hava tann møguleikan. Í staðin fyri eina sparing, áttu nýggir lestrarstuðulsmøguleikar at verið funnir t.d. til Studna.

Broytingin í løgtingslóg um almenna heilsutrygd hevur við sær, at heilivágsstigin verður broyttur, so at loftið fyri egingjaldið hækkar. Uppskotið skal minka um útreiðslurnar hjá Heilsutrygd. Her verða tveir heilivágsstigar – ein fyri 18 ár til pensjónsaldur og hin til pensjonistar og fyritíðarpensjonistar. Heilivágur, sum jú er lívsneyðugur, er longu dýrur fyri fleiri og nú aðrar gerandisvørur eisini dýrka, fara hækkingarnar at merkjast.  

Hesar lógarbroytingar, sum tíð ikki hevur verið at senda til hoyringar, hava stóran týdning fyri fleiri, ið bera brek, og avvarðandi teirra, sum eiga at verða hoyrd. Hoyringar umboða í roynd og veru hugin og hegni at samstarva um at fáa bestu loysnirnar.

 

Brekrættindasáttmálin vísir veg

Ikki er tað av tilvild, at ST-sáttmálin um rættindi teirra, ið bera brek, nevnir almennu skyldurnar Føroyar hava mótvegins brekøkinum um at tryggja og fremja til fulnar øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi við ongum mismuni av nøkrum slagi grundað á brek.

Hetta merkir, at Føroyar skulu taka øll hóskandi stig, eisini lógarlig, at broyta ella taka av tær lógir, ið eru í gildi, reglur, mannagongdir og siðvenju, sum gera mismun á fólki, ið bera brek, og at hava í huga at verja og fremja mannarættindini hjá fólki, ið bera brek í øllum ætlanum og skipanum og so framvegis.

Tá ið lóggáva og mannagongdir verða evnaðar til og í avgerðartilgongdum um viðurskifti, sum víkja at fólki, ið bera brek, skal verða leita eftir ráði hjá fólki, ið bera brek, og taka tey við í sjálva tilgongdina í arbeiðinum. Eisini viðvíkjandi børnum, ið bera brek, at tey verða umboðað gjøgnum teirra umboðandi felagsskapir. Hetta gloyma politisku myndugleikarnir.

Her eiga vit nú at vera á varðhaldi við vón um eina dygga fíggjarlógarviðgerð og eina nærlagda viðgerð í tingsins nevndum við breiðum hoyringum.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur í brekráðnum

oktober 12, 2024

Fólkafundurin - Hvussu gera vit brekrættindi til veruleika

oktober 8, 2024

Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn fíggjarstýring

oktober 2, 2024

Limafeløgini styrkja búskaparliga haldførið

oktober 1, 2024