Limafeløgini styrkja búskaparliga haldførið

oktober 1, 2024

Búskaparliga haldførið kann ikki tryggjast við einføldum stutttíðar loysnum.

Verða limafeløgini hoyrd á munagóðan hátt ber til at styrkja langtíðar haldførið við burðardyggum loysnum.

Orð: Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivari í MEGD - Mynd: Jens Kristian Vang. Greinin stendur eisini at lesa í nýggjasta MEGD-blaðnum.

Búskaparráðið hevur víst á, at búskaparliga haldførið hjá Føroyum er hótt, millum annað av starvsfólkatroti[1] og manglandi fíggjarpolitiskum haldføri.[2] Á hesum grundarlag tykist politiska skipanin at seta sær mál um eitt nú øktan stórrakstur í samfelagsskipanum og vælferðartænastum. Við skjótum og einføldum loysnum økist vandin fyri, at lívskorini hjá fólkið, ið bera brek, fara at versna tey næstu árini. Hinvegin eru fyrimunir við góðari fyrireiking. Royndir og gransking vísa greitt, at samstarv millum politisku skipanina og sivilsamfelagið – og harvið tey 24 limafeløgini hjá MEGD - er grundleggjandi fyri at tryggja veruliga og burðardygga vælferð. Soleiðis kann búskaparliga haldførið styrkjast.

 

Øll í sama báti

Í klassikaranum Moby Dick greiðir høvuðspersónurin frá, at tað góða lívið er at fara til sjós sum dekkari og ikki sum ferðafólk. Sum dekkari fæst góður felagsskapur, inntøka og kenslan av frælsi og frískum vindi á dekkinum. Sum ferðafólk er tað hinvegin dýrt, ósunt og einsligt.

Við útliti fyri skerdum búskaparligum haldføri, standa feløgini, sum umboða fólk, ið bera brek, nú í eini líknandi støðu, men við avmarkaðum frælsi at velja. Við stórrakstri kunnu vit vænta stovnsgerð (institutionalisering), sum við sínum einføldu skipanum avmarkar frælsi, trivnað og menning hjá fólki.[3] Stórrakstur og stovnsgerð kunnu við stuttíðar útliti tykjast at loysa seg fíggjarliga, men týðandi fyrimunir, bæði menniskjasligir og fíggjarligir, eru við at leggja langtíðar ætlanir, ið raðfesta persónliga sjálvræðið, frælsið og vælferðina hjá tí einstaka.

Um politiska skipanin ger av at avmarkað útreiðslurnar til vælferð á skeivum grundarlag, og at skipa hesa tilgongd uttan um borgarar, verða verandi frælsi og vælferðartænastur við vissu skerd, eitt nú í sambandi við rímiligar tillagingar í gerandisdegnum, t.d. til bústað, útbúgving, arbeiði, heilivág, stuðul, hjálparfólk, protesur, hugburð og karmar. Sostatt kunnu vit vænta, at mismunur verður framdur móti fólki, ið bera brek, og at tey verða alsamt meiri útihýst.

Harumframt, og ikki minni viðkomandi, er, at sjálvstøðuga lívið, umframt at vera virðiligari, eisini er fíggjarliga skynsamari. Íløgunar í vælferð kunnu geva fleirfaldað aftur, um skipanir verða tillagaðar rætt, serliga við tað, at tær í størstan mun stuðla undir persónliga sjálvræðið hjá fólki, ið bera brek, soleiðis at tey klára seg sjálvi í so væl sum til ber.[4] Men hetta krevur fyrireiking.

Norðurlendsku vælferðarsamfeløgini hava síðan 1970'ini stríðst ímóti stovnsgerð, men tey seinnu árini er hetta broytt vegna starvsfólkatrot í øllum Evropa á umsorganarøkinum. Brádlig afturstig verða tí tikin, og soleiðis nærkast vit aftur stovnsgerð. Higartil tykist eingin góð loysn at verða funnin við støði í stutttíðar hugsan.

Spurningurin er tí: Fara limir í limafeløgunum yvirhøvur at hava møguleika at velja eitt frælst, virkið og heilsugott lív á jøvnum føti við onnur, ella verða møguleikarnir avmarkaðir til eitt ófrælst, ósunt lív í einsemi. Hetta valdast, hvussu vælferðin verður fyrireikað og skipað saman við limafeløgum á burðardyggum grundarlag og í samsvari við brekrættindasáttmálan.[5] Limafeløg kunnu soleiðis styrkja búskaparliga haldførið hjá Føroyum. Tíbetur eru vit øll í sama báti, so vón er fyri framman.

 

Limafeløg kunnu ráðgeva um góðsku, mótstøðuføri og burðardygd[6]

Í oktobur 2023 sendi landsstýrið trý lógaruppskot[7] í Løgtingið við tí fyri eygað at spara útreiðslur til vælferðartænastur. Felags fyri øll trý uppskotini var, at tey vórðu ikki send til hoyringar hjá umboðandi feløgum fyrst.

Feløgini valdu tó av sínum einslistum at lesa øll trý uppskotini fyri at vita, hvørja ávirkan tey fóru at hava á limir sínar, sum bera brek. Niðurstøðan var greið: Hóast øll uppskotini høvdu til endamáls at spara, fóru tey sum frá leið at hava við sær væl størri útreiðslur fyri landskassan og verri búskaparligt haldføri.

Hóast talan var um eina rættiliga lítla stuttíðar sparing, fóru útreiðslurnar innan nøkur fá ár at vaksa, eitt nú orsakað av einum øktum tali á fyritíðarpensjónistum, at fleiri verða útihýst av arbeiðsmarknaðinum, og at færri vera virkin í samfelagnum, sum leiðir til sjúkraskrivingar, strongd og misstrivnað. Langtíðar avleiðingarnar vórðu sostatt ikki kannaðar nóg væl, áðrenn uppskotini vórðu send í Løgtingið.

Feløgini mótmæltu, og endin var, at tað uppskotið um serligan útbúgvingarstuðul til fólk við menningartarni varð steðgað í trivnaðarnevndini, uppskotið um at skerja stuðulin til heilivág varð lutvíst betrað, men samtykt, og uppskotið um at avtaka stuðulin til persónsbil til fólk við breki varð samtykt.

Limafeløg hava við støði í lívsroyndum og fakligheit møguleika at ráðgeva politiska myndugleikanum um, hvussu torskild evni eiga at verða skipað, eitt nú fyri at tryggja rættar og rímiligar tillagingar og samskipan millum vælferðartænastur, fíggjarligt skynsemi, støðuga búskaparliga menning og mótstøðuføri.[8]

Hetta ger í sær sjálvum sítt til at forða fyri stovnsgerð og tryggja, at eitt brek ikki avmarkar persónliga sjálvræðið hjá fólki. Henda serfrøði kann forða óneyðugum útreiðslum og samstundis menna burðardygdina og góðskuna í vælferðarsamfelagnum. Búskaparliga haldførið kann sostatt styrkjast.

 

Føroysk menniskjarættindi og burðardygg menning

Umfatandi royndir, ástøði og gransking[9] kring heimin vísa greitt, at tað er ikki gagnligt at meta búskaparliga menning bara í mun til krónur og oyru. Heilt grundlegjandi fyrimunir eru at velja eina burðardygga menning,[10] har menniskjað í síni heild, lívsgóðska, vælferð og vinnulív verða tikin við.[11]

Hóast ovurstórar peningarligar íløgur hava verið gjørdar í at menna búskapir við krónum og oyrum, millum annað í vælferðartænastum, hava hesar royndir víst greitt, at bæði búskapur og lívsgóðska  hjá fólki kunnu ikki mennast burðardygt bara við fíggjarligari hugsan. Hetta kom serliga til sjóndar í altjóða menningarsamstarvi, tá ið fígging ikki longur var tøk, og tænastur tí máttu steðgast brádliga. Samfeløg komu í álvarsama búskaparliga kreppu, eitt nú í sambandi við heilsu, sosiala trygd, vinnulív og búskap.[12]

Sum loysn upp á slíkar álvarsomar avbjóðingar, varð nobelvirðislønin latin Amartaya Sen, ið megnaði at koma við eini møguligari loysn. Sen setti orð á sonevnda capability approach – ella førleikatilgongdina – ið leggur dent á, at førleikar og frælsið hjá tí einstaka eiga at verða í miðdeplinum í búskaparligari menning, undir hesum vælferðartænastum.[13]

Við førleikum og frælsi verður lívsgóðskan veruliga betrað og á burðardyggum støði, og fíggjarligar íløgurnar eiga sum treyt at verða skipaðar á væl fyrireikaðum og upplýstum grundarlag við júst hesum fyri eygað. Brekrættindasáttmálin áleggur londum skyldu at taka viðkomandi stig at stigvíst menna rættindi[14] og tryggja persónligt sjálvræði við rímiligum tillagingum í gerandisdegnum hjá fólki,[15] men sum nevndu dømi og førleikatilgongdin geva ábendingar um, er hetta eisini hitt fíggjarliga burðardyggasta.

Eitt brek fær nevniliga veruligar negativar avleiðingar fyri lívsgóðskuna, nevniliga júst tá ið umstøðurnar ikki eru tillagaðar á góðan og rímiligan hátt. Skerdir førleikar avmarka sostatt frælsið í gerandisdegnum, sum avmarkar virkisførið bæði hjá fólki, ið bera brek, avvarðandi teirra og øðrum. Sum frá líður merkir hetta øktar og óburðardyggar almennar útreiðslurnar til vælferð, umframt at tað forðar fólki í at arbeiða og vera við orsakað av breki.

Lond hava tí skyldu at tryggja rímiligar tillagingar í gerandisdegnum hjá fólki, og at tær eisini eru burðardyggar og veruliga føra til eitt sjálvstøðugt lív á jøvnum føti við onnur. Fortreytin fyri at hetta skal eydnast er, at umboðandi feløg áhaldandi verða tikin við í arbeiðið at menna viðkomandi lóggávu og skipanir.

 

Stórrakstur og stovnsgerð í byggiverkætlanum til fólk, ið bera brek

Stórrakstur fer eftir øllum at døma at fáa alsamt størri leiklut í nýggju ætlanunum í almennum byggiverkætlanum til fólk, ið bera brek. Í samsvari við tilmæli frá Búskaparráðnum greiðir frágreiðingin Í góðum hondum frá, at tey næstu árini verður starvsfólkatrot á vælferðarøkinum, og politisk mál sett á hesum grundarlag.

Ætlanirnar eru eitt nú at byggja størri bústaðareindir til fólk við breki, hóast bæði gransking,[16] royndir,[17] tilmæli frá brekrættindanevndini hjá ST,[18] og evropiska menniskjarættindaumboðið[19] mæla frá hesum, tí at hetta við stórari vissu førir til stovnsgerð. Loysnin liggur hinvegin í at menna skipanir og tænastur, ið tryggja persónligt sjálvræði og eitt sjálvstøðug lív á jøvnum føti við og saman við øðrum í samfelagnum.

Umboðandi feløg eru ikki tikin við arbeiðið at gera tær yvirskipaðu ætlanirnar, ið nýliga eru gjørdar um at byggja lutfalsligar stórar bústaðareindir. Dømið um tey trý lógaruppskotini, ið vórðu send í Løgtingið uttan hoyring í oktobur 2023, eiga at verða nýtt til samanberingar. Skjót tilgongd, undir hesum manglandi hoyringar, stríða ímóti brekrættindasáttmálanum og kunnu samanumtikið bera í sær, at tænastur skerja persónligt frælsi og verða óburðardyggar og fíggjarliga óskynsamar.

Ábendingar eru sostatt um, at ætlanirnar um at byggja stórar bústaðareindir verða ein stuttíðar sparing, ið bara verður mett í krónum og oyrum. Samstundis økist vandin fyri stovnsgerð, og at sjálvstøðuga lívið og frælsið hjá fólkið verða avmarkað. Hetta er ikki einans í stríð við brekrættindasáttmálan, men stríðir eisini ímóti førleikatilgongdina hjá Amartaya Sen. Stuttskygt gerst vælferðarsamfelagið kanska bíligari og skynsamari, men við langtíðar útliti er vandi fyri hækkaðum útreiðslum, minni burðardyggari vælferð og verri búskaparligum haldføri hjá Føroyum.

Henda stuttskygda, men ráðandi, krónu-og-oyru fatanin av búskapinum og vælferðarsamfelagnum greiðir helst eisini frá, júst hví vit so mangan umrøða hugtakið vælferð í sambandi við útreiðslur. Vit kunnu spyrja: Hvussu skulu vit gera nakað annað, um víðkað atlit ikki verða tikin, eitt nú til menniskjað í síni heild? Tað loysir seg hinvegin at læra av royndum innan burðardygga menning, og harvið fara frá krónu-og-oyru fatanini.

Tíbetur hava vit eina rættiliga nýggja almannalóg,[20] sum longu tykist at hava tað neyðuga grundarlagið at skipa tænastur á burðardyggum grundarlag og í samsvari við altjóða brekrættindasáttmálan. Sum fortreyt fyri, at hetta skal eydnast, er neyðugt at kanna møguligar leistir fyri burðardygd nærri, umframt hvussu stórrakstur og stovnsgerð kunnu ávirka bæði borgarar og starvsfólk í sambandi við t.d. strongd, ráan, trivnað og menning. Hóast umboðandi feløg hava rættiliga avmarkaða orku, eiga tey at verða tikin munandi meiri upp á ráð, bæði í yvirskipaðum framtíðarætlanum og í sambandi við at ummæla og eftirmeta verandi vælferðartænastur. 

 

Tilmælini frá ST kunnu geva góða byrjan

Altjóða brekrættindanevndin hevur í septembur 2024 aftur útgivið nýggj tilmæli um, hvussu føroysk lóggáva eigur at verða betrað við menniskjarættindum hjá fólki, ið ber brek.[21] Samanumtikið kunnu hesi tilmæli, um tey verða tikin til eftirtektar, verða við til at menna munagóðar og burðardyggar vælferðartænastur og sostatt styrkja búskaparliga haldførið.

Summi tilmæli eru serliga álvarsom, millum annað at Føroya Landsstýri saman við limafeløgunum eigur at gera eina menningarætlan, ið hevur til endamáls at niðurlaga stovnsgerð fyri øll fólk, ið bera brek, og tryggja fólkum við breki eitt sjálvstøðugt lív á jøvnum føti við onnur.

Menningarætlanin eigur at verða fíggjað og áseta mál, ið kunnu mátast. Ætlanin skal eisini verja frælsið hjá tí einstaka og tryggja, at eisini fólk við breki hava møguleikan at seta føtur undir egið borð. Hóast tað krevur fyrireiking og nýhugsan, merkir hetta millum annað, at vit mugu flyta okkum frá, at fólk við breki verða noydd at taka av tilboðum um at búsetast á størri stovnum saman við øðrum, ið tey ikki kenna ella hava nakað til felags við.

Við støði í frágreiðing frá 2022 við heitinum umbroytingar í tænastum til fólk, ið bera brek[22], mælir brekrættindanevndin til, at føroyskar vælferðartænastur verða tillagaðar og dagførdar, so at tær í størri mun tryggja persónliga sjálvræðið hjá fólki, ið bera brek, soleiðis at tey verða tikin við í samfelagið, og at tey stig, ið verða tikin fram ímóti hesum, skulu ásetast í lóggávu og virkisætlanum.

Í løtuni skipar rundskrivið um lógarsmíð hjá Løgmansskrivstovuni treytirnar fyri, hvussu lógaruppskot skulu sendast til ummælis hjá umboðandi feløgum. Brekrættindanevndin mælir tó til, at tilgongdin at hoyra limafeløgini verður skipað við støði í lóg.[23] Hetta kundi betrað um veruligu umstøðurnar, førleikarnar og rættindi hjá limafeløgunum at verða hoyrd, m.a. meira orku til bæði fyrisiting og feløg, umframt betri mannagongd og ummælisfreist.

Brekrættindanevndin mælir til at styrkja feløgini fíggjarliga, soleiðis at tey fáa verið við í samstarvi við myndugleikarnar. Hetta kann hugsast at verða gott grundarlag at taka stig til at seta orð á, hvussu tænastur kunnu mennast á burðardyggum grundarlag.

 

Loysnir at heinta í víðfevndari og nærlagdari fyrireiking

Tað er umráðandi at viðurkenna, at álvarsamar avbjóðingar eru við búskaparliga haldførinum. Við hesi fortreyt eiga vit síðan at spyrja, hvussu vit á best fáa styrkt haldførið so væl sum yvirhøvur gjørligt.

Velja vit trongar og einfaldar loysnir, so sum øktan stórrakstur í týðandi samfelagsskipanum, kunnu vit vænta økta stovnsgerð, og ein minni burðardyggan búskap. Hetta kann sum heild leiða til verri heilsu, øktan  misstrivnað, skert persónligt sjálvræði og størri sannlíkindi fyri, at fólki verða útihýst úr samfelagnum orsakað av breki.

Vit eru tó øll í sama báti, og hava framvegis møguleika at velja eina víða og frægari tilgongd, har persónliga sjálvræðið, trivnaðurin og virkisførið hjá tí einstaka verða sett fremst. Við tí breiðari tilgongdini ber til at tryggja burðardyggari vælferðartænastur og styrkja búskaparliga haldførið. Hetta krevur tó góða, víðfevnda og nærlagda fyrireiking, har limafeløgini verða tikin við upp á ráð.

Í fyrstu syftu kann hetta tykjast orkukrevjandi, men bæði vanligt skynsemi, royndir, ástøði og gransking vísa greitt, at góð fyrireiking loysir seg aloftast. Tilmælini frá altjóða brekrættindanevndini til føroyskar myndugleikar eru eitt gott stað at byrja.

 

Keldur
[1] Búskaparráðið 2021 - Temafrágreiðing um starvsfólk á vælferðarøkinum komandi 10 árini.
[2] Búskaparráðið 2024 - Temafrágreiðing um fíggjarpolitiskt haldføri.
[3] United Nations Committee on the Rights of Persons with Disabilities. Guidelines on deinstitutionalization, including in emergencies. 2022. Skjal CRPD/C/5
[4] Global report on health equity for persons with disabilities. Geneva: World Health Organization; 2022
[5] Sáttmáli Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. (Brekrættindasáttmálin) LM-162/2008, skjal 1.
[6] Cazabat, C. (2016). Integrating Civil Participation Into Sustainable Development Practice. European Journal of Sustainable Development, 5(4), 25.
[7] www.megd.fo/news/670/hoyringar-fremja-dygd-og-godsku
[8] Sí fótnotu v.
[9] Sí fótnotu v.
[10] Føroya landsstýrið virkar fyri 2030 burðardyggu menningarmálunum hjá ST, sí nærri kunning á  www.uvmr.fo/fo/arbeidsoeki/uttanrikisvidurskifti/2030-burdardyggu-menningarmalini-hja-st; Sí eisini www.sdgs.un.org
[11] Human Development Reports (UNDP).
[12] Human Development Reports (UNDP). www.hdr.undp.org; Handbook of Development Economics, H. Chenery and T.N. Srinivasan (ed.), Elsevier Science Publishers B.V., 1988; Sen A. Development as Freedom. New York: Alfred Knopf; 1999.
[13] Sen, A. (1999). Development as Freedom. New York: Alfred Knopf.
[14] Brekrættindasáttmálin, grein 4, stykki 2.
[15] Brekrættindasáttmálin, grein 19.
[16] Sí eitt nú The right to home of my own. Nordic Centre for Welfare and Social Issues. 2015; Boligvalg og retten til et selvstændigt liv for mennesker med handicap. Institut for Menneskerettigheder. 2021; Improving quality of life outcomes in supported accommodation for people with intellectual disability: What makes a difference? Bigby, C., & Beadle-Brown, J. (2018). Journal of Applied Research in Intellectual Disabilities, 31(2), 182-200; www.enil.eu/research-papers-and-reports;
[17] Sí eitt nú www.megd.fo/news/665/smatt-er-gott ella www.boligpolitik.lev.dk
[18] Sí eitt nú United Nations Committee on the Rights of Persons with Disabilities. Concluding observations on the combined second and third periodic reports of Denmark. Skjal CRPD/C/DNK/CO/2-3. Sí punkt 55-56.
[19] REPORT by Nils Muižnieks Commissioner for Human Rights of the Council of Europe Following his visit to Denmark from 19 to 21 November 2013. Skjal: CommDH(2014)20. Frá síðu 24, punkt 112-118.
[20] Løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 154 frá 19. desember 2023.
[21] United Nations Committee on the Rights of Persons with Disabilities. Concluding observations on the combined second and third periodic reports of Denmark. Skjal CRPD/C/DNK/CO/2-3.
[22] Transformation of services for persons with disabilities. Report of the Special Rapporteur on the rights of persons with disabilities, Gerard Quinn, 2022. Skjal A/HRC/52/32
[23] United Nations Committee on the Rights of Persons with Disabilities. Concluding observations on the combined second and third periodic reports of Denmark. Skjal CRPD/C/DNK/CO/2-3.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur í brekráðnum

oktober 12, 2024

Fólkafundurin - Hvussu gera vit brekrættindi til veruleika

oktober 8, 2024

Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn fíggjarstýring

oktober 2, 2024

Limafeløgini styrkja búskaparliga haldførið

oktober 1, 2024