Norðurlendskur fundur í brekráðnum

oktober 12, 2024

Í døgunum 10. og 11. oktober var MEGD á norðurlendskum fundi í Malmø, har tvey umboð fyri hvørt norðurland sita. Annað er frá meginfelagnum og hitt er embætisfólk ella granskari. Ráðið liggur undir norðurlendska ministararáðnum og er ráðgevandi innan øll økir í ministararáðnum.

Við á fundinum hesa ferð vóru ungmannafeløgini, og umboðandi Føroyar var Gunnrið Høgnadóttir Dam. Vinningurin við at ung eru við er, at tey fáa høvi til at siga sína hugsan og eisini at vera við at ávirka tað, sum ráðið arbeiðir við. Tey ungu hava eitt ynski um, at umboðan teirra verður staðfest og afturvendandi at vera eitt umboð fyri hvørt land sær.

Her ber til at vitja heimasíðuna hjá brekráðnum.

Eitt evnið, sum tíð varð sett av til hesaferð, var grundað á tilmæli í samband við burðardygga fakliga og fíggjarliga menning á danska sosialøkinum frá 2024. Tað var Torben Tranæs frá VIVE, sum legði fram avbjóðingarnar og tvístøðurnar, sum serfrøðinganevndin møtti í arbeiðinum.

Í frágreiðigini verður sagt, at sosiala økið er kjarnin í vælferðarsamfelagnum og er sjálvt trygdarnetið, um borgarar fáa ella longu hava tørv á almennum skipanum við tilboðum, stuðli ella tænastum í styttri ella longri tíð. Vælferðarskipanir skulu soleiðis vera ein felags trygd fyri, at eingin verður latin eftir einsamallur við egnum avbjóðingum. Seinastu árini er játtanin til sosiala økið økt og fleiri borgarar eru vorðnir partur av almennum tænastum. Hetta hevur gjørt tað torførari at tryggja rætta tilboðið til einstaklingin. Í einum fólkaræið eru tað tey fólkavaldu, sum taka avgerðir og gera raðfestingar á ymisku økjunum.

Við hesum í huga varð ein serfrøðinganevnd sett til at kanna lógarverkið og viðkomandi viðurskiftir, sum kunnu tryggja bestu skipanir innan verandi fíggjarligu karmarnar, sum politikarar leggja fyri dagin.

Í frágreiðingini eru 19 tilmælir, sum kunnu lesast her. 

Afturvendandi evni á skránni var Norden rundt, har londini hvør sær greiða frá, hvat er hent síðani seinast, og hvat verður arbeitt við í løtuni. MEGD setti orð á hoyringina í Genève í august og nirðurstøðurnar, sum komu frá brekrættindanevndini í september. Eisini varð víst til Fólkafundin, har MEGD skipaði fyri almennum tiltaki um, hvussu vit kunnu gera brekrættindi til veruleika. Spurt var tá um, hvussu politiski myndugleikin arbeiðir víðari við niðurstøðunum. Víst var eisini á nýggja MEGD-blaðið, har høvuðsevnið er hoyring.

Her ber til at hoyra almenna tiltakið á Fólkafundinum.
Her ber til at lesa nýggjasta MEGD-blaðið   

Alt í alt aftur ein áhugaverdur og viðkomandi norðurlendskur fundur. Ikki kann sigast annað, at í londunum øllum hendir nógv og enn er tó nógv at arbeiða við á brekrættindaøkinum. MEGD takkar Gunnrið Høgnadóttir Dam fyri góða luttøku millum hini ungu úr Norðurlondunum.

Fleiri myndir frá fundunum sært tú her. Á myndini niðanfyri eru:

Ingrid Thunem, Unge funksjonshemmede, Norra
Alma Ýr Ingólfsdóttir, ØBÍ, Ísland
Leif Olsen, VIVE, Danmark
Sif Holst, DH, Danmark
Anna Caldén, SAMS, Finnland
Emilie Ghali, SUMH, Danmark
Päivi Nurmi-Koikkalainen, THL
Ella Schauman, Funktionsrätt Åland
Gunilla Lindqvist, Ålands landskapsregering
Marie Sten, Funktionsrätt Sverige
Gunnrið Høgnadóttir Dam, MEGD
Rut Nordlund-Spiby, THL, Finnland
Barbara Álvsdóttir Thomsen, almanna- og mentamálaráðið
Thaer Thomma, NUFT/YDFS, Svøríki
Sara Jilsø Fleischer, NIIK, Grønland
Cecilia Ingves, SAMS, Finnland
Per-Christian Wandås, heilsumálaráðið, Norra
Christina Johnsen, NIIK, Grønland
Tóra við Keldu, MEGD
Ola Balke, MFD, Svøríki
Karl Wahlman, Funktionsrätt Åland
Mette Regitze Cordius-Hansen, sosialstyrelsen, Grønland
Eiður Welding, ØBI, Ísland

Seinastu tíðindi

Søguligt frambrot við brekumboði

desember 20, 2024

Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur

desember 18, 2024

Tilmælini frá brekrættindanevndini tøk á føroyskum

desember 18, 2024

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024