Skundur hóttir rættartrygdina

november 1, 2024

MEGD hevur sent landsstýrismálanevndini hjá Løgtinginum klagu um, at Landsstýrið ferð eftir ferð sendir lógaruppskot fyri løgtingið, sum taka rættindi frá fólki við breki, uttan at hoyra avvarðandi feløg og útgreina avleiðingarnar.

MEGD hevur í fleiri ár upplivað, at skiftandi landsstýrissamgongur í sambandi við fíggjarlógaruppskot hava lagt lógaruppskot fram, sum skerja rættindini hjá fólki við breki. Hetta verður gjørt uttan at uppskotini verða send til ummælis hjá limafeløgum og uttan at greina avleiðingarnar, sum uppskotini kunnu hava eitt nú fyri fólk við breki, vinnulív og samfelagið annars. Ábendingar eru um, at hetta er í stríð við galdandi lóg og reglur.

Yvirskipaða endamálið við hesum lógarbroytingunum er sparing, men ivasamt er, í hvønn mun hetta endamál kann røkkast uttan um galdandi lóg og reglur. Í hesum sambandi hevur MEGD heitt á landsstýrismálanevndina um at taka til viðgerðar, í hvønn mun starv landsstýrisins hevur verið útint á lógligan hátt viðvíkjandi hesum lógaruppskotum, ið hava sum endamál at spara.

Í klaguni heitir MEGD á landsstýrismálanevndina um at taka støðu til, um manglandi hoyring og avleiðingagreining eru í samsvar við galdandi lógir og reglur, her undir tingskipanina, stýrisskipana, rundskriv um lógarsmíð og altjóða brekrættindasáttmálan.

Ábendingar eru um, at uppskotini, sum í ár eru løgd fyri Føroya løgting, og ið beinleiðis eru viðkomandi fyri rættindi og lívskor hjá fólki, ið bera brek, eisini fara at ávirka vinnuna og restina av samfelagnum. Harumframt er vert at leggja til merkis, at lógaruppskot, ið hava sum endamál at spara, ofta hava verið gjørd við sera stuttum skotbrái. Avleiðingin er, at skyldurnar sambært galdandi lógum og reglum at avleiðingagreina og at senda uppskotini til ummælis, eitt nú hjá feløgum, ið umboða fólk við breki, ikki verða hildnar.

MEGD metir, at hendan arbeiðsgongdin er í stríð við meginreglurnar undir rættarsamfelagnum og rættindaverju millum annað, tí gjøgnumskygni, rættartrygd, eftirlit og lógargóðska verða skerd ella avmarkað, og m.a. tí  lógaruppskotini eru ov illað lýst. Rættarsamfelagið hevur sum endamál at verja borgaran og er tískil millum annað gjørt til júst at styrkja fyritreytir fyri haldgóðari almennari fíggjarstýring – og serliga tá ið á stendur, sum í sambandi við sparingar.

Greiningar hjá MEGD og limafeløgum vísa samstundis, at í øllum førum nøkur og møguliga fleiri av uppskotunum fara harafturat ikki, sum annars ætlað, at leiða til sparingar, men hinvegin til munandi øktar almennar útreiðslur. Við hesum kunnu avleiðingarnar gerast, at sparitiltøkini bæði raka skeivt, og at ætlaðu sparitiltøkini í roynd og veru ikki verða sparingar, men við tíðini heldur koma aftur um brekku hjá borgarum, vinnulívi og samfelag sum heild. Orsøkirnar eru nevniliga, at sparitiltøkini ikki eru avleiðingagreinað á væl upplýstum grundarlagi. Hetta kann minka um ella niðurlaga lógardygdina, og kann samstundis tyngja langtíðar fíggjarliga haldførið.

Umfatandi búskapar- og samfelagskreppan í 1990’unum gav okkum ta sannroynd, at rættartrygd eigur at verða hildin hægri enn politikkur og siðvenja, bæði fyri at verja borgarar, vinnulív og land. Hetta førdi millum annað við sær, at rættarliga eftirlitið við politisku skipanini varð styrkt. Nú talan er um sokallaða sparing – og harvið um almenna fíggjarstýring – eigur rættarsamfelagið at standa sína roynd. Yvirskipað hugtøk, sum til dømis politikkur ella siðvenja eiga ikki at vera hildin sum nøktandi grundgeving fyri at víkja frá galdandi lóg og reglum. 

Sí skjalið „Klaga um, at landsstýrið leggur lógaruppskot fyri løgtingið uttan at avleiðingagreina ella senda uppskotini til ummælis” her.

Seinastu tíðindi

Søguligt frambrot við brekumboði

desember 20, 2024

Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur

desember 18, 2024

Tilmælini frá brekrættindanevndini tøk á føroyskum

desember 18, 2024

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024