Fyrsti næmingur á Serbreytini floygdur

februar 6, 2019

Mánadagin 4. januar var skipað fyri hugnaligari próvhandan á Tekniska Skúla í Klaksvík, har Jón Niclasen, sum fyrsti næmingur á Serbreytini á miðnámi, fekk húgvuna og handað OCN-prógv. Hann fer nú sjálvur at royna flogið og fer víðari á yrkisleiðini.

Umframt OCN-prógv hevur Jón lokið prógv sum gastronomhjálpari við góðum avriki. Eins og Jón fekk prógvið handað, so fekk hann eisini húgvuna, sum skúlastjórin setti á høvdið.

Fleiri myndir her.

Húgvan líkist øðrum miðnámsskúlahúgvum og er sniðgivin við umhugsni bæði í sniði og litum. Hon hevur ein bjølg, ið er settur saman av sjey stykkjum og fellir yvir á aðra síðuna. Talið sjey er ikki tilvildarligt, og er tikið við støði í halgubók, har sjey er heilaga talið. Sjey eru eisini dagarnir í vikuni. Á húgvuni er búmerki skúlans.

Litirnir eru grønt, gult og svart. Tríggir litir, sum ímynda tær tríggjar serbreytirnar á miðnámi, sum eru staðsettar á miðnámsskúlunum í Klaksvík, á Kambsdali og í Havn.

  • Grønt, sum er breiða strípan, ímyndar ungdóm, vár, vón, eydnu, endurnýggjan, lívsmegi og gávumildleika.
  • Mildi guli liturin ímyndar summar, gleði, eydnu, vón, optimismu, intelligens og frískleika.
  • Svarti liturin ímyndar elegansu og styrki. Saman við øðrum litum gevur svarti liturin positiva orku.

MEGD ynskir Jón hjartaliga tillukku og bestu eydnu framyvir.

 

Hvat er eitt OCN-prógv?

OCN stendur fyri „Open College Network”, og prógvið fæst í samstarvi millum skúla og starvsvenjing ella lærupláss. Endamálið er, at næmingurin fær eitt fult gildugt prógv fyri sínar førleikar, sum gevur næminginum møguleika at søkja arbeiði.

OCN-skipanin byggir upprunaliga á at útbúgva fólk til praktiskt arbeiði, har alt virksemi kann greinast í ymisk førleikastig, sum skulu eftirmetast, og so hvørt geva møguleika at fara víðari. Fyrsta stig er grundleggjandi kunnleiki, annað stig er førleikin at loysa eina uppgávu, og triðja stig er førleikin at loysa eina uppgávu sjálvstøðugt og eftirmeta.

Grundhugsanin við OCN-skipanini er at kunna skjalprógva allar førleikar, sama um teir eru fingnir innanfyri ella uttanfyri skúlagátt. Skipanin kann skjalprógva førleikar á øllum stigum og verður viðurkend bæði í vinnulívi og á útbúgvingarøkinum. Í Bretlandi viðurkenna universitet OCN-stig sum upptøkugrundarlag. OCN-skipanin hevur síðani breitt seg til eisini at fevna um persónligar og sosialar førleikar, so hvørt sum skipanin er tikin í brúk á nýggjum økjum.

Meira kunning kann fáast her: OCN-Danmark

 

 

 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024