Nýggjasta
Vælskapt brek
Heitið til drunn mín er læntur frá fløguni Vælskapt brek, sum áhugabólkur, fyri nøkrum árum síðani, tók stig til. Í fløguhúsanum stendur, at endamálið við útgávuni er at skapa eina betri fatan av støðuni hjá teimum sum bera brek og brekum teirra - og ikki minst at lýsa teir mongu trupulleikar, tey sjálvi og avvarandi ofta hava at dragast við.
Hvørjir eru hesir trupulleikar, sum fólk ið bera brek stríðast við, og sum gera gerandisdagin óneyðuga truplan? Vert er at spyrja, um hetta veruliga eru óloysiligir trupulleikar, ella um tað er ein hugburðsbroyting, sum skal til.
Gerandisdagurin hevur nógva ferð. Fólk hugsa um seg og síni, alt skal ganga skjótt og væl. Í meldrinum er tørført at hava tíð til at koma hvørjum øðrum við, flestu okkara hugsa meir um, hvat okkum tørvar, og hvussu vit lættast fáa tað. Vælferðarsamfelagið eigur at tryggja øllum borgarum virðilig kor. Tó kunnu vit ikki síggja burtur frá, at hetta virðisgrundarlag verður skapt av borgarunum sjálvum.
Við ST sáttmálanum, um almenn rættindi hjá teimum, sum bera brek, sum fyrr í ár varð settur í gildið í Føroyum, staðfesta vit, at øll skulu hava somu livikor - eisini tey, sum bera brek. Staðfest verður eisini, at tey, skulu hava avbjóðingar og ein livandi gerandisdag. Her sæst ongin trupulleiki.
Tó er størsti trupulleikin óivað, at samfelagið ikki hevur víst í verki tey rættindi, ið tey sum bera brek hava krav uppá. Gerandisdagurin hjá teimum og teirra avvarandi, er merktur av stríði og sliti fyri grundleggjandi rættindum, sum vit onnur halda bara hoyra til.
Vælferðarsamfelagið er ikki sterkari enn veikasta liðið. Um gerandisdagurin er merktur av manglandi atkomumøguleikum, amboðum, hjálpartólum, ráðgeving, leiðbeining og øðrum grundleggjandi krøvum, signalerar samfelagið í veruleikanum, at tað ikki er pláss fyri teimum, sum bera eitthvørt brek.
Niðurstøðan er einføld. Grundleggjandi trupulleikarnir eru ikki óloysiligir, men tað krevur, at viljin til broyting verður vístur í verki. Øll eiga at gera sítt til at betra umstøður teirra brekaðu, so tað er sjálvsagt, at tey fáa eitt virðiligt lív við stimbrandi avbjóðingum.
Í vælferðarsamfelagi okkara, sum hevur avmarkað fíggjarligt tilfeingi, mugu vit, sum hava fullan førleika, ganga á odda, at skapa teimum rúm, sum eru skerd á einhvønn hátt. Vit mugu vera tey, sum krevja minni, fyri at tey, sum tørva, kunnu fáa meir. Hetta er okkara uppgáva. John D. Rockefeller Jr. segði: “Hugsa tá tú gevur, at tað ikki er ein skylda, men ein framíhjárættur.”
Grundin undir einum eydnusomum og gevandi lívi hjá teimum, ið bera brek, er júst tann sama, sum hjá okkum øðrum. Málið má tí vera, at hesi í samfelag okkara, hava so góðar umstøður at liva og virka, at hetta gevur teimum eina kenslu av at liva í einum samfelag har brek eru vælskapt og vælkomin - Vælskapt brek.
Henda ábyrgd liggur hjá hvørjum einstakum borgara í okkara vakra landi.
Gunvá við Keldu
Borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu