Eitt virkið lív og luttøka í øllum lívsins viðurskiftum

desember 4, 2019

3. desember skipaði MEGD fyri tiltaki í Smæruni í Tórshavn við framløgu, kjaki, persónligum søgum, framsýning av barnatekningum, tónleiki, kaffi og práti. Væl av fólki var møtt og prátið gekk væl.

Tiltakið tók støði í viðurkenningina av, at øll ynskja sær ein virknan og mennandi gerandisdag, og tó uppliva fleiri hvørt ár, at lívið fær eina bráa vend. Vanliga eru tey partur av einum virknum gerandisdegi, men alt í einum verður gerandisdagurin fyltur av ókendum avbjóðingum. Onnur hava kent líknandi avbjóðing alt lívið - hetta ger ikki avbjóðingina minni.

Felags fyri øll er tó ynskið um at vera partur av einum mennandi gerandisdegi saman við øðrum. Uttan undantak. Tí hevur tað týdning, hvussu skipanir uttan um hesi eru skipaðar, tí tær eru sjálv fyritreytin fyri luttøku.

Tosað varð út frá grein 26 í ST-sáttmálanum um menning (habilitering) og endurmenning (rehabilitering). Ásett er, at Føroyar skulu taka munadygg og hóskandi stig til at gera fólk, ið bera brek, før fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði, fullan likamligan, sálarligan, sosialan og vinnuligan førleika og fullvegis part og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum.

Og hvussu gera vit tað?

Myndir frá tiltakinum eru her.

Kvøldið byrjaði við framløgu frá Heina í Skorini, Ph.D í altjóða politikki, undir heitinum „Ímillum vinir og fíggindar: Føroyar, ST og altjóða lóg.” Heini hugleiddi um søguna eftir seinna heimskríggj, tá ið heimurin stríddist við at fóta sær og leitaði til semjur millum lond m.a. við at gera sáttmálar um mannarættindi. Sameindu Tjóðir verður sett á stovn í 1945, og fyrsta ST-yvirlýsingin var samtykt í ST í 1948.

Við støði í teimum ræðuleikum, sum eftir seinna heimskrígg komu fram í ljósið, varð farið at arbeiða fyri rættindum hjá ymiskum bólkum, harímillum rættindum hjá einstaklingum, ið bera brek. Hugvekjandi er, at millum 1939-1941 vóru eini 250-300 túsund fólk við breki tikin av døgum. Í 2006 fekk hesin bólkur síni rættindi niðurfeld í sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, og í 2009 samtykti Føroya Løgting einmælt sáttmálan at galda fyri Føroyar. Heini hugleiddi eisini m.a. um, hvat ST er, hví vit eiga at taka sáttmálan í álvara, og hvussu hann kann ávirka Føroyar.   

Hervør Lützen og Katrin Dagbjartsdóttir søgdu frá teirra søgu og royndum á økinum. Hervør var fyri árum síðani fyri eini vanlukku og fekk skaða. Hon peikaði í tí sambandi á stóra týdningin, tað hevði fyri hana, at fáa eitt gott og mennandi tilboð frá Almannaverkinum, sum gjørdi, at hon endurvann likamligar førleikar. Katrin varð fødd við cerebralari paresu. Við árunum hevur hon fingið likamliga pínu, sum ger lívið avbjóðandi. Hon eftirlýsti møguleikan at fáa viðlíkahaldsvenjing, sum hon hevur tørv á. Í dag er rætturin til viðlíkahaldsvenjing ikki lógarfestur, og tí er tilboðið ikki til. 

Eftir inniligan tónleik frá Herborg Torkilsdóttir varð bjóðað til pallborðið. Har sótu Kaj Leo Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, Eyðun Christiansen, stjóri í kommunufelagnum, Hallur Thomsen, depilsstjóri í Almannaverkinum og Marjun Poulsen, fysioterapeutur og master í heilsuvísindum. Hesi settu orð á avbjóðingar og møguligar loysnir.

Óluva Zachariassen stýrdi tiltakinum væl, og fleiri spurningar vóru úr salinum.

Smæran var sama kvøld karmur um framsýning av barnatekningum, sum næmingar í Vágs skúla og Skúlanum í Eysturkommunu hava teknað. Tey teknaðu virkna lívið og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum.

Myndir av tekningunum eru her.

MEGD ynskir at takka øllum, ið tóku lut, og teimum mongu, ið møttu.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024