Teksting av føroyskum sjónvarpssendingum

mars 10, 2020

24. februar 2020 setti Ruth Vang, løgtingskvinna, Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, ein § 52a fyrispurning um teksting av føroyskum sjónvarpssendingum.

Ruth Vang spurdi: 

1. Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað við málið, soleiðis at allar føroyskar sjónvarpssendingar, sum verða sendar í KvF, verða tekstaðar?

2. Um ja, nær kann væntast, at allar føroyskar sjónvarpssendingar verða tekstaðar?

Les allan fyrispurningin frá Ruth Vang, løgtingskvinnu, her.

 

Landsstýrismaðurin svarar

Landsstýrismaðurin svarar Ruth Vang, at sitandi samgonga hevur sett í samgonguskjalið, at teknmálstulking og føroyskur tekstur í sjónvarpinum skal styrkjast. Eitt stig á leiðini er tikið við, at játtanin til “Loftmiðlatilfar” er hækkað við 200 tús. kr. í 2020. Játtanin til loftmiðlatilfar er ætlað sum ein public service-tænasta til teknmálstulking av tíðindasendingum og øðrum føroyskum sendingum á sjónvarpsmiðlinum hjá Kringvarpi Føroya, og hækkingin skal vera við til at styrkja hesa teknmálstulking og teksting.

Les alt svarið frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, her.

Í samband við seinna spurningin sigur landsstýrismaðurin m.a., at í samband við fíggjarlógararbeiðið fyri 2020 bað Uttanríkis- og mentamálaráðið Kringvarp Føroya um eina støðulýsing viðvíkjandi teksting av sendingum á sjónvarpsmiðlinum.

KvF greiddi í oktober 2019 frá, at 1,2 starvsfólk arbeiða við at týða serliga barnasendingar, so tær antin hava føroyska talu ella føroyskan tekst. Umframt hetta verður hóskvøldsdokumentarurin tekstaður og er tøkur við teksti á netinum sama kvøld, sum hann verður sendur fyrstu ferð í sjónvarpinum. Tá dokumentarurin verður endursendur fyrstu ferð, er tað við føroyskum teksti.

KVF vísir við dagførdum tølum á tríggjar møguleikar fyri at menna økið, alt eftir hvør játtan er tøk til arbeiðið (sí leinki omanfyri).

 

Landsstýrismaðurin tekur ábyrgd

At enda svarar landsstýrismaðurin løgtingskvinnuni m.a., at hann, sum landsstýrismaður við ábyrgd av fjølmiðlunum og føroyskum málpolitikki, fer at virka fyri, at Kringvarpið, sum public service-stovnur, framyvir raðfestir, at allir føroyingar, eisini tey deyvu og tey, ið hava ringa hoyrn, fáa atgongd til allar føroyskar sendingar, sum sendar verða í KvF. Hetta er skylda stovnsins, og hetta fer samstundis at styrkja og verja føroyska málið. Stovnurin metir, at trupult er at raðfesta teksting hægri, uttan at tað gongur út yvir annað virksemi á stovninum, men eg meti, at vit í felag eiga at finna eina loysn av hesum avbjóðingum.

 

Áhugavert at fylgja við

Fyrispurningurin frá Ruth Vang kemur væl við og er viðkomandi fyri fleiri túsund føroyingar.

MEGD var í 2018 í ST við evnislista, sum limafeløgini hjá MEGD vóru við at gera, har víst varð á, at „í 2014 mælti ST-nevnd teirra, ið bera brek, Føroya Landsstýri til at tryggja teimum, ið eru deyv og hoyrnarveik, atgongd til allar sjónvarpssendingar hjá KvF.” Víst varð á, at „KvF er Føroya einasta almenna sjónvarpstænasta, ið varpar heimatíðindi og føroyskar sendingar. Síðan 2017 er ein røð av heimildarfilmum vorðin tekstað, og teknmálstulkur hevur verið knýttur at tíðindunum. Tað er tó als ikki nøktandi, at tekstur og teknmálstulkur bert eru tøkir í sambandi við sendingar, ið mettar eru at vera av “stórum samfelagsligum áhuga og týdningi”.”

Føroya Landsstýri varð í hesum sambandi biðið um at veita upplýsingar um ætlanir um at tryggja, at allar føroyskar sjónvarpssendingar hjá KvF gerast atkomuligar hjá teimum, ið eru deyv og hoyrnarveik.

Nú Føroya Landsstýri hevur gjørt uppskot til svar til ST, stendur einki um teknmál, skrivitulk ella teksting.

Tí kemur spurningurin frá løgtingskvinnuni og svarið frá landsstýrismanninum væl við.

(Myndin er frá tekstaðu dokumentarsendingini "Jan Restorff: Høgt virdi verturin")

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024